Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Tað vóru farnir 69 minuttir av dystinum ímillum Víking og HB. Talan var um ein javn­an dyst, har bæði liðini høvdu havt onkrar mál­ møgu­leikar, men tað lá kort­ ini ikki heilt í luftini, at eitt mál fór at koma. Brádliga fekk lands­liðs­ leik­arin, 10’arin og hjartað á miðuni hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar, bóltin uttanfyri brots­teigin, og hann ivaðist ikki. Við dundurskoti royndi hann eydnuna, og bólturin smeyg sær í netið umvegis stong­ina. 1-0 til Víking, og hetta gjørdist eisini endaliga úrs­litið. – Lava stendur klárur við innkasti – hann kastar øgiliga langt. Eg haldi ikki, at HB’ararnir síggja meg, men eg snýki meg frameftir mið­ uni. Lava kastar bóltin á meg, síðani temji eg hann, og so royni eg. Bólturin fer beint inn um stongina, og tað er óluk­sáliga deiligt, segði Sølvi Vatnhamar í samrøðu við Rás2 eftir dystin í gjár. Er ein størri hóttan frammanfyri málinum Málið var ómetaliga gott og lýsandi fyri kappingarárið higartil hjá Sølva Vatnhamar. Í dag er hann 30 ár, sum kanska er í eldra lagnum fyri ein fót­bóltsleikara á hægsta stigi.  Tað hevur ikki altíð staðið skrivað í stjørnunum, at Sølvi Vatnhamar skuldi blíva ein av Føroya bestu fót­bólts­leik­ arum – sum hann uttan at blunka er blivin til í dag. Úr altjóða fótbólti eru dømi um leikarar, sum fáa sítt veruliga gjøgnum­brot á seinum fót­ bólts­degi, og hetta hevur verið veruleikin hjá Sølva Vatnhamar. Hann spældi sín fyrsta landsdyst í 2013, men síðani tá hevur hann ikki sæð seg aftur. Í nógv ár hevur miðvallarin verið ein av teimum stinnastu hjá Víkingi, og hvør føroyskur fótbólts­fjeppari minnist ikki hansara upplegg til tey bæði føroysku málini í legen­dar­ iska sigrinum ímóti Grikka­ landi á Tórsvølli í fjør? Í kappingarárinum 2016 hev­ur Sølvi Vatnhamar enntá fingið fleiri streingir at spæla uppá – hann skorar nevniliga fleiri mál enn nakran­tíð áður. Í hesum kapp­ingar­ár­inum hevur lands­liðs­spælarin skorað níggju mál í 16 dystum, um allar kapp­ingar verða taldar við. Og her skal havast í huga, at maðurin spælir á sentrala mið­vøll­inum. So nógv mál hevur leirvíkingurin ikki skor­að síðani 2010, tá ið hann skoraði 10 mál tilsamans í tí kappingarárinum. So­statt er líkt til, at Sølvi Vatnhamar setir persónligt mál­skjót­ing­ ar­met í Víkingi í 2016. Kreppa í HB? Sum áður skrivað var mun­ urin á liðunum ikki tann heilt stóri. HB hevði eisini sínar møguleikar at leggja seg á odda undan leiðslu­ mál­inum hjá Víkingi, men havnar­menninir vóru ov óneyvir frammanfyri mál­ 4 GEZA TURI Hevði trupulleikar við onkrum deyðbólti í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gekk betur. Bleiv dystaravgerandi við framúr bjarging í sjálvari yvirtíðini. 3 SÁMAL JÁKUP JOENSEN Byrjaði illa, har hann misti bóltin heldur óneyðugt eini tvær ferðir í fyrra hálvleiki. Spældi seg tó væl upp í seinna hálvleiki. 3 GERT HANSEN Avloysari hjá Atla Gregersen í miðverjuni. Kom sum heild væl frá leiklutinum. 4 ERLING JACOBSEN Miðal fyrri hálvleikur, men í seinna hálvleiki lyfti hann støðið og var stóri leiðarin í miðverjuni. Fekk høvdið á nógvar bóltar. 3 JÁKUP V. OLSEN Ein leikari, sum rennur heilt óvanliga skjótt. Hevði til tíðir trupulleikar við Teiti hjá HB, men var sannførandi í framrættaða spælinum. Telur tó niður fyri hann, at hann ognaði sær eitt stórt gult kort fyri hevnisøku seint í dystinum. 4 HANS JØRGEN DJURHUUS Góður dystur av defensiva miðvallaranum, ið kennir sínar avmarkingar og heldur seg til leiklutin sum skrellimaðurin á miðuni. 5 SØLVI VATNHAMAR (Dagsins leikari) Sum altíð var hann stinnur í nærdystunum á miðvøllinum, og harafturat krúnaði hann avrik sítt við einum framúrskarandi langskotsmáli. Er størsti profilurin hjá Víkingi í løtuni. 3 HEÐIN HANSEN Ein sindur ósjónligur í myndini, og bleiv hann útskiftur eftir 77 minuttir. Tó ikki nakað vánaligt avrik upp á nakran hátt. 4 ANDREAS LAVA OLSEN Var ein støðug hóttan allan dystin á tamb, har hann ofta dugdi at brúka ferðina hjá sær til at seta mótstøðumenn av. Við eitt sindur av hepni hevði hann eisini fingið okkurt mál. 3 HANS PAULI SAMUELSEN Ikki so eyðsýndur, sum hann fyrr hevur verið. Í størri mun var avrikið hjá Hans Paula merkt av stríðsvilja enn poleraðum álopsspæli. 2 FILIP DJORDJEVIC Sum so mangan áður, so var hann lívligur og royndi at bjóða av, men hann spældi ein av sínum lakaru dystum í gjár, tí at tað kom ikki stórvegis burturúr. 3 GUNNAR VATNHAMAR Kom inn fyri Heðin Hansen og legði eitt gott avrik eftir sær. Tók onkrar góðar túrar í høgra borði og hjálpti væl til við at verja í deyðbóltsstøðum. JÓN KROSSLÁ POULSEN Ov stutt inni at fáa eina meting SPÆLARAMETING Dysturin ímillum Víking og HB var sera javnur, men at enda varð tað føroyski landsliðsleikarin, Sølvi Vatnhamar, sum gjørdist munurin á liðunum. Aðrastaðni á síðuni verður mett um tríggjar orsøkir til, at Víkingur vinnur FM í ár 1 til 6 FÓTBÓLTUR DYSTURIN HESA VIKUNA HB ER STEÐGAÐ UPP Eftir tapið í gjár hevur HB ikki vunnið í teimum seinastu seks dystunum, og hevur stigaúrtøkan bert verið eitt stig í hesum dystum - harvið fimm tap og ein javnleikur. Vit skulu aftur til 20. apríl fyri at vinna seinasta sigurin hjá HB. Tá vann HB 1-0 á heimavølli ímóti B68. VÍKINGUR - HB Eftir dystarlok helt Jan Dam ikki, at tað var nakar ser­ligur munur á liðunum, sum gjørdi, at tað var Víking­ur, ið fór avstað við sigr­inum. – Eg haldi ikki, at tað var nakar munur á liðunum í dag. Víkingur skorar eitt fram­úr gott mál, og tað er ikki meira enn tað á muni. Vit fáa ikki mál upp á okkara stóru kjansir, men vit eru ikki verri enn Víkingur í dag, sigur venj­ arin hjá HB. Venjarin hjá HB vísir á, at liðið skapar fleiri góðar málmøguleikar, hóast tað ikki rakk til stig í gjár. – Vit kunnu ikki gera ann­að enn at royna at vera positivir. Vit eru við í øllum dyst­unum, sum vit spæla, men vit tapa við einum máli, tá ið vit akkurát tað sama høvdu kunnað fingið stig, sigur Jan Dam. neli@sosialurin.fo JAN DAM »HAR VAR ONGIN MUNUR« ONGIN STEÐGAR SØLVA