Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 TEITUR M. GESTSSON Prísgivin í sam­band við málið. Í øðrum førum var hann trygg­ur, og stóð hann seg fínt í fóta­ spæl­inum, har hann til tíðir bleiv settur undir trýst orsakað av skirv­isligum sendingum frá við­ leikarunum. 3 JÓGVAN RÓI DAVIDSEN Hevði fínt tamarhald á Hans Paula Samuelsen, men var ikki heilt so eyðsýndur í álops­spæl­ inum, sum hann áður hevur verið. 2 JÓHAN TROEST DAVIDSEN Ígjøgn­um dystin upplivdi hann at blíva avrunnin av Lava, og missa bóltin til sama mann í aðr­ari støðu. Tað kostar á støðu­mets­ stiganum. 3 FRÓÐI BENJAMINSEN Veteranurin spældi í miðverjuni hesaferð. Var sera stinnur í fyrra hálvleiki, men verri hilnaðist í seinna. Fluttur fram á miðuna síðsta korterið, har hann tó ikki megnaði stóru skreytirnar. 3 BARTAL WARDUM Spældi á ókunnigum plássi sum vinstri bakkur. Tað gekk hampiligt, men tað sást, at hetta ikki var vanliga plássið. 3 RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN Hevði okkurt langskot, men setti seg ongantíð veruliga ígjøgnum. Miðal avrik. 3 TRÓNDUR JENSEN Ein av meira kreativu leikarunum. Onki avger­andi kom frá honum, hóast hann til tíðir vísti góðar bólt­snildir. Hevði eisini eitt gott langskot. 4 TEIT JACOBSEN Besti maðurin hjá HB. Skallari hjá honum bleiv bjarg­ aður á málstrikuni, og hann legði upp til góðar mál­møgu­leikar fleiri ferðir, ið burdu verið umsettir til mál av lið­feløg­unum. 2 CHRISTIAN R. MOURITSEN Spældi ikki heilt so galið, men var ein syndari frammanfyri málinum, har hann minst tvær ferðir burdi skorað eftir uppleggi frá Teiti. 3 ARI MOHR OLSEN Royndi at bjóða av nakrar ferðir, men ongantíð spurdist stór­vegis burturúr hjá honum. Varð útskiftur eftir 71 minuttir. 3 POUL INGASON Var nær við at skora eftir horna­spark í fyrra hálvleiki, men bleiv útskiftur longu í endanum av fyrra hálvleiki. Helst hevur orsøkin verið skaði av onkrum slagi. 2 ØSSUR DALBÚÐ Hevði mist plássið undan dystinum í gjár og byrjaði á bonk­inum. Kom inn seint í fyrra hálvleiki, men tyktist ongantíð veruliga at koma inn í dystin. 3 ADRIAN JUSTINUSSEN Spældi síðstu 20 minuttirnar. Hevði onkur innlegg, og ungi leikarin, sum hevur uppruna í Víkingi, var sera nær við at javna í yvirtíðini. JÁKUP F. HANSEN  Ov stutt inni at fáa eina meting. inum. Víkingur hevur vind í segl­unum og er nú oddalið í Effo­deildini, meðan tað í løt­ uni stendur heilt illa til hjá HB. Eftir eina framúr góða byrjan við 13 stigum í fyrstu fimm umførunum er stígur komin í hjá HB. Í teimum sein­astu átta dystunum eru bert fimm stig komin til høldar, og heilt illa hevur tað gingið í seinastu seks dyst­ unum, har HB hevur tapt fimm av hesum dystum, meðan tann eini endaði við javn­leiki. Gamaní hevur dystar­skráin ikki verið heilt løtt, tí at fýra av seinastu fimm tap­unum hava verið ímóti teim­um liðunum, ið eru framman­fyri HB á stiga­ talv­uni.  Beint nú tykist HB ikki at hava tað, sum skal til fyri at vinna sær pláss ímillum fýra tey bestu. Hetta kann tó sjálv­sagt náa at broyta seg, tí at kappingin er ikki meira enn hálv­runnin. Undir øllum um­støð­um má vend skjótt koma í hjá HB, um liðið ætlar sær at fylgja við teimum bestu á stigatalvuni. Ber enn til at røkka Evropa HB hevur ikki vunnið í heili seks landskappingardystum á rað, men Jan Dam heldur kort­ini ikki, at talan er um nakra kreppu í felagnum. – Vit mugu bara arbeiða víð­ari. Man sær í dag, at vit skapa stórar kjansir, men bólt­urin fer bara ikki inn. Um kjansir­nir verða umsettir til mál, so tosa vit um nakað heilt annað. Vit eru noyddir at trúgva upp okkum sjálvar, sigur Jan Dam avgjørdur. Hóast HB undan kapp­ ingar­árið 2016 breyt upp úr nýggjum við nógvum ungum fólki, so var minstamálið und­an kappingarárinum at røkka evropeiska luttøku. Seks stig eru upp til fjórða pláss­ið, ið viðførir evropeiska lut­tøku. Á fjórða plássið er NSÍ, ið enntá hevur spælt ein dyst minni. Jan Dam trýr tó fram­vegis uppá, at HB kann røkka lovaða landinum. – Tað ber væl til at koma út í Evropa. Tað er kanska ikki akkurát tað, ið vit tosa so nógv um, men vit vilja sjálv­andi fáa eitt fjórða pláss. Tó er tað ikki akkurát tað, sum vit hugsa um beint nú. Okkara fremsta mál beint nú er at fáa fleiri stig á stiga­talv­ una, vóru seinastu orðini frá Jan Dam, venjara hjá HB. neli@sosialurin.fo SPÆLARAMETING Myndir: Sigmar Mørkøre 1 til 6 Víkingur - HB 1-0 (0-0) 1-0: Sølvi Vatnhamar 69 Dómari: Dagfinn Forná Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensen, Gert Hansen, Erling Jacobsen, Jákup V. Olsen – Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen (Gunnar Vatnhamar, 77) – Andreas Lava Olsen (Jón K. Poulsen, 86), Philip Djordjevic, Hans Pauli Samuelsen Gult kort: Jákup V. Olsen Venjari: Sámal Erik Hentze HB: Teitur Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Bartal Wardum – Tróndur Jensen (Jákup F. Hansen, 82), Rókur Jespersen, Christian R. Mouritsen – Teit Jacobsen, Poul Ingason (Øssur Dalbúð, 44), Ári M. Olsen (Adrian Justinussen, 71), Gult kort: Bartal Wardum Venjari: Jan C. Dam FÓTBÓLTUR Sølvi Vatnhamar er gull verdur fyri Víking. Hann er byrjaður at skora fleiri mál enn nakrantíð, og í gjár var hann munurin á liðunum við sínum framúr góða máli. HB kemur fram til møgu­leik­ ar­nar, men teir reyðsvørtu eru nógv ov óneyvir framman­fyri málinum. Eitt stig í seks dystum er nógv ov vánaligt, og við hetta lag spælir HB ikki evrope­iskan fótbólt í komandi kappingarári. BÁRÐUR MÁTTI GEVA UPP Á dómaraseðlinum stóð vanligi høgri bakkurin og landsliðsleikarin hjá Víkingi, Bárður Hansen, at byrja inni, men tá ið dysturin varð floytaður í gongd, var tað Sámal Jákup Joensen, sum byrjaði á plássinum. Orsøkin var, at Bárður Hansen mátti uppgeva at spæla við longu í upphitingini orsakað av skaða. Tað er ongin loyna, at Víkingur er ein av av­ gjørdu kandidat­unum at vinna føroya­meistara­ heit­ið. Í fleiri ár hevur felagið myndað oddin í før­oysk­um fótbólti, og eis­ ini hevur ljósabláa felags­ liðið vunnið løgmans­ steypið heili fýra ferðir á rað - og í ár kann steypið blíva vunnið fyri fimtu ferð á rað! Tó hevur tað ongantíð eydnast Víkingi at vunnið føroyameistaraheitið, men tað er væl hugsandi, at tað kann henda seg í ár. Í løtuni er Víkingur odda­lið í Effodeildini, og á teim­um komandi regl­ unum verður mett um tríggj­ar orsøkir til, at Víkingur verður føroya­ meist­ari 2016 í føroyskum mans­fót­bólti. 1: Venjarin Um tað er nakar venjari í Føroyum, sum dugir at skapa úrslit, so man tað vera Sámal Erik Hentze. Hin 44 ára gamli venjarin hevur staðið seg væl hjá millum annað AB, har hann bæði í 2013 og 2015 megn­aði at hóra undan hótt­andi niðurflytingum, hóast tað stundum sá heilt svart út. Bagge er tó eisini ein venjari, sum áður er bliv­ in føroyameistari. Í 2014 var hann venjari hjá B36, ið heldur óvæntað streykt avstað við føroya­ meistara­heitinum hetta árið. 2: Breiddin Víkingur hevur ein sera breiðan hóp at taka av. Í gjár manglaðu tríggir, vanligir byrjunarleikarar í verjuketuni hjá Víkingi, harav tveir eru lands­liðs­ spæl­arar, men kortini hevði Sámal Erik Hentze góð­ar mans at seta inn, ið eis­ini kundu gera neyðuga ar­beið­ið lýtaleyst. Fleiri góðir spælarar sita á bonkinum, tá ið Víking­ur hevur fullan hóp, og harafturat hevur fel­agið ein royndan mann at seta á vøllin, um bráð­ feingis­tørvur er á tí: hjálpar­venjarin Sorin Anghel, sum spældi við í dysti ímóti Skála her­ fyri. Hetta er ein garv­ aður leikari, ið áður hev­ ur vunnið FM við EB/ Streymi.  3: Royndirnar Nógvir royndir leikarar eru í hópinum hjá Víkingi, sum eru í sera góðum fót­ bóltsaldri. Nevnast kunnu 31 ára gamli Hans Pauli Samuelsen, 30 ára gamli Sølvi Vatnhamar, 28 ára gamli Andreas Lava Olsen og 26 ára gamli Erling Jacobsen. Harafturat eru eisini eldri leikarar sum til dømis 33 ára gamli Atli Gregersen og 37 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus, ið hava verið í felagnum í nógv ár. Talan er um royndar leikarar, sum hava spælt nógvar landsdystir og vunnið nógvar steypakappingar. Í 2016 er teirra evsta mál tó óivað at vinna fyrsta føroya­ meistaheiti nakrantíð síðani stovnan felagsins í 2008. neli@sosialurin.fo TRÍGGJAR ORSØKIR, TIL AT VÍKINGUR VINNUR FM