mánadagur 30. mai 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Jóhan og ikki minst til
lukku við DM. Hvussu er at
vakna sum ein DM vinnari?
Tað er heilt fantastiskt. Í fleiri ár
havi eg sæð og droymt at spæla í eini
DM finalu. Tí er tað eisini deiligt at
verða ein partur av tí. Tað er besta
er tó fylgirnar, Champions League
komandi ár, gullheiðursmerki og
eitt steyp. Hetta er størri enn at fáa
debut á danska landsliðnum
Hvussu hava tit feirað tað?
Nú var seinni dysturin á útivølli,
so vit komu í høllina hjá okkum á
midnátt, har 300 fólk bíðaðu eftir
okkum. Vit endaðu í býnum og
feiraðu tað. Í gjár vóru vit so hjá
kommununi og høvðusstuðlinum,
Jyske Bank.
Tú spældi ein kanón
dyst í seinnu finaluni,
hvussu kendist at spæla
í eini DM finalu?
Heilt fantastikt. Tað eru teir stóru
dystirnir tú minnist. Hesi fimm
málini málini kemur tú at minnast
leingi. Tað var deiligt at verða ein so
stórur partur av eini finalu.
Hvat er nú á skránni
ítróttarliga?
Gjøgnum eitt langt kappingarár við
nógvum dystum er ikki altíð tíð at
venja kroppin, so nú gleði eg meg at
fáa kropsligu venjingina í rættlag
aftur. Tað er týdningarmikið at
hvíla mentalt og fáa yvirskot aftur,
so tú ert til reiðar komandi ár.
Hvat gleðir tú teg
til í summar?
Eg fari við damuni og familju
til Teiland. Tað verður deilgt at
líka sleppa at slappa av. Havi ikki
planlagt tað enn, men vónandi
komi eg til Føroyar í eina viku
eisini.
Vikan ið fór
Føroyska flogbóltslandsliðið hjá
kvinnum endar á øðrum plássi
í EM/HM undankapping, sum
verður fyriskipað í Føroyum.
Føroyar eru víðari til EM
endaspælið fyri smátjóðir.
ÍSF nevndin skipar seg. Jón
Hestoy verður varaforseti, meðan
John Kjær, Sigurd Rasmusssen
og Schandorff Vang eru
nevndarlimir. Elin Heðinsdóttir
Joensen beliv vald til forseta.
Jóhan á Plógv Hansen vinnur
DM við Bjerringbo-Silkeborg.
Føroyski vongurin á danska
landsliðnum spælir væl í seinnu
finaluni og skorar fimm mál.
Sverri Nielsen er 0,26 sekund
frá at vinna seg til OL í Rio,
men rógvarin kann framvegis
sleppa við, tí Belgia sleppur
bara at tilmelda í einum
av teimum greinum. Hitt
plássið fær Danamrk.
KÍ og Víkingur vinna fyrru
hálvfinalurnar í kappingini
um Løgmanssteypið, og
eru favorittar at koma
í steypafinaluna.
Winni Kuchel úr Holeby
dart vinnur Tórshavn Open.
Í finaluni vinnur hann 5-0
á Hans Eivind Olsen.
Umstríddi José Mourinho
verður settur sum venjari
hjá Manchester United.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Í stríðum streymi floymir penga
streymurin inn yvir fótbóltin,
sum einaferð var eitt spæl, ið
arbeiðarastættin
uppfann
og
flokkaðist um, men sum í dag er
vorðin til eina vinnu, har russisk
ir
oljumilliardingar,
asiatiskir
vinnulívsmenn og ovurrík íløgu
feløg dusa sær og hava ávirkan út
í hvørja odd og egg í feløgunum.
Arbeiðarastættin ger nú upp
reistur. Tey finna seg ikki í, at
fremmandir menn fara so langt
sum at skifta navn á felagnum
og at broyta litin á búnanum.
Veruligi viðhaldsfólkini, sum ikki
bara eru áhugað í hvør vinnur
dystin og hvør skjýtur málini,
vilja hava sítt felag aftur.
Soleiðis kundi inngangurin
verið til hendan dokumentarin, ið
varpar ljós á teir mongu pengar
nar í fótbólti sæð frá sjónar
horninum hjá teimum, ið veruliga
brenna fyri felagnum og eru ímóti
at áralangar søgur og siðvenjur í
feløgum teirra verða broyttar av
ríkmonnum.
Umramt inniligar søgur og
meiningar hjá viðhaldsfólkum hjá
eitt nú FC United of Manchester
og Coventry, so verður penga
spurningurin greinaður til fulnar
av felagsformonnum og ser
frøðingum á økinum.
HYGG UM: Hevur áhuga í stóra
pengaspurninginum í fótbólti
IKKI HYGGJA UM: Ikki leggur í
hvør eigur fótbóltsfeløgini
HVUSSU ER AT HYGGJA:
Nemandi og læruríkt, tó eisini
skakandi. Hetta fær hyggjaran at
hugsa seg um einaferð enn
HVAT SIGUR TÚ? Eingin við
virðing og kærleika fyri fótbólti
fer at angra, at hann hugdi
albinus@sosialurin.fo
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
FAKTA Tað er VPRO International, ið hevur gjørt hendan 48 minuttir langa dokumentarin, sum á enskum ber heitið »Who owns football«.
José Mourinho, nýggjur venjari hjá Manchester United
Diego Simeone, venjari hjá Atletico Madrid,
eftir at hava tapt Champions League finaluna
– At blíva venjari hjá Manchester United
er ein serligur heiður í fótbólti
– Ongin minnist tapararnar
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Jóhan á Plógv Hansen
Aldur: 22
Ítróttur: Hondbóltur (BSV)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvat nummar hevur Wayne Rooney hjá Manchester
United?
2 Hvørjum felagið spælir Gunnar Nielsen við í Íslandi?
3 Hvar verður EM í fótbólti í summar?
4 Hvørjum skal U21 landsliðið í fótbólti spæla móti
hósdagin?
5 Hvat nummar spældi Michael Jordan við í Chicago Bulls?
6 Hvat ár skoraði Zinedine Zidane dreymamálið, sum
avgjørdi Champions League finaluna fyri Real Madrid?
7 Hvør er venjari hjá Hull City, sum er aftur í Premier
League?
8 Hvar er viðkomandi á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: 10 2: FH 3: Fraklandi
4: Finnlandi 5: 23 6: 2002
7: Steve Bruce 8: Bogi Reinert-Petersen
Dokumentarur:
Hvør eigur fótbóltin?
ÍTRÓTTAR UMMÆLI