Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Kappingarleisturin í føroyskum fótbólti hevur í ár verið fyri stórum atfinningum. Tað eru ov nógvir dystir og spælararnir koma ikki fyri seg og fáa ikki neyðugu hvíldina. Tað úrslitar í skaðum, sum aftur úrslitar í at fleiri av okkara bestu spælarum ikki eru á vøllinum. Dominoeffektin rakar nú eisini landsliðið, sum skal spæla móti Kosovo fríggjadagin. Avboðini hópa seg upp og tú situr við eini kenslu, at í summum førum hevði tað verið ein lætti fyri feløgini ikki at havt landsliðspælarar. Tá tað kemur hartil, so er okkurt galið. Feløgini peika eftir Fótbóltssambandinum, sum í prinsippinum er feløgini, meðan FSF svarar aftur, at tað eru so nógvir dystir, at tað er eingin annar møguleiki. Mest ilt fái eg, tá Magni Mohr, ið er virdur fysiskurvenjari og hevur arbeitt í feløgunum sum Juventus og Chelsea og saman við eitt nú Jens Bangsbo, sigur at allar kanning vísa, at tað er skaðan fyri spælarar ikki at fáa neyðugu hvíldina. Tað vil siga, at serfrøðin kundi fortalt okkum hetta áðrenn kappingin bleiv løgd. Tí er mín spurningur hvør hevur skyldina av hesum? Tað eru feløg, sum gera niður 9 mánaðar sáttmálar við sínar spælarar. Tá kanst tú ikki ráða yvir spælarunum ein part av árinum, og tá er tað upp til teir sjálvar at venja. Hevur felagið so ikki skyldina av, at teir blíva skaddir, tá teir ikki venja alt árið runt? Hvat við feløgunum, sum ikki hava breiðan hóp. Feløg sum Víkingur, B36, HB og NSÍ vita at tey hava landsliðsspælarar og skulu Evropa. Skulu tey so ikki leggja meiri í fyri at fáa ein hóp, sum maktar allar dystirnar. Serliga harmligt er tað, tá liðini ikki síggja Europa League og Champions League sum eina gularót, men ein órógvandi element. Hetta er eitt rák, sum til eitt vist er vekk og vónandi aldrin kemur aftur. Hinvegin, so er tað fantastisk at fleiri ungir spælarar fáa møguleikan í eisini stóru feløgunum, men sæst aftur í eitt nú 1.deild, ið er á lægri stigi enn væntað og helst eisini ætlað. Hvat við FSF og kappingarnevndini? Hvussu verður kappingarárið lagt til rættis og kunnu vit liva við tí? Og gevur kappingarleisturin feløgunum møguleikar at menna spælarar, sum kunnu klára seg uttanlands, ið er aðalmálið hjá landsliðnum við Íslandi sum fyrimynd. Vónandi klárar landsliðið seg væl, og vónandi spælir landskappingini 2016 eisini væl av. Og vónandi koma vit ikki í eina líknandi støðu aftur, sum hesar seinastu vikurnar, har so nógvir spælarar eru skaddir. trondur@sosialurin.fo Lættast at peika eftir hinum KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... ■ Dysturin í Gundadali í dag er júst sum allir heimadystir hjá HB. Eingir fjepparar í HB skýlinum (Um B36-Skála) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: Tróndur Arge Lars Olsen hevur í seinastuni verið í Íslandi, har hann millum annað hevur hugt nærri at brøðrunum Bjarni og Davíð Þór Viðarsson, sum báðir spæla á liði saman við Gunnari Nielsen og Sonna Ragnar Nattestad í FH. Teir hava føroyska familju, ið ger at teir lúka treytir­nar fyri at umboða føroyska lands­liðið. Tað er sæð fyrr verið spælar­ um sum Johan B. Hansen, Claus Bech Jørgensen, Daniel Udsen og Christian L. Holst, sum allir hava spælt á føroyska landsliðnum, tí teir hava føroyska familju. Enn hava boð ikki verið eftir Bjarni og Davíð Þór Viðarsson, hóast fleiri av­boð eru til dystin móti Kosovo, men fót­bólts­sambandið sigur, ayt lúka spælararnir treytirnar og ynskja at spæla á føroyska lands­liðnum, so er tað frítt fyri lands­liðs­ venjaran at velja teir. Upp til landsliðsvenjaran Virgar Hvidbro, aðalskrivari í fótbóltssambandinum, sigur at tað er upp til lands­liðs­ venjan at velja millum teir spælararnar, ið eru tøkir at velja millum. Føroyar hava fyrr notið gott av spælarum, ið hava valt føroyska landsliðið til. – Vit hava havt nakar spælarar, sum hava verið búðsitandi niðri. Vit hava tann hugburð, at tann dagin spælararnir lúka tær treytir teir skulu fyri at spæla á landsliðnum, so stendur Lars Olsen frítt at taka teir út, sigur Virgar Hvidbro. Hann sigur eisini, at í slíkum førum er tað týdningarmikið at spælarin er eins góður – um ikki betri – enn teir sum longu eru her. – Tað stendur sjálvndi lands­liðs­venjararn­um frítt at velja millum allar spæl­ ararnar, sum eru tøkir, sigur Virgar Hvidbro, ið tó leggur afturat, at tað ikki verður so, at FSF fer í holt við at beinleiðis innflyta spælarar til landsliðið. Eru áhugaðir at spæla fyri Føroyar – Teir hava givið til kenn­ar, at teir eru áhugaðir at spæla á føroyska lands­lið­num, um tað er áhugi frá okk­um, sigur Virgar Hvid­bro, aðalskrivari í fót­bólts­sam­band­in­um. – Teir hava fingið at vita, at tað fyrsta teir skulu gera, er at fáa føroyskt ella danskt pass. Tað merkir ikki, at teir koma á landsliðið, tí hevur Lars Olsen verið og hugt nærri at teimum, fyri at vita um tað er áhugavert at arbeiða við málinum við málinum, sigur Virgar Hvidbro. Lukasz Cieslewicz verið upplagdur Ein spælari, sum í løtuni arbeiðir við at fáa føroyskt pass er ársins fótbóltspælari farna kappingarár, Lukasz Cieslewicz. – Hevur verið ein teimum bestu spælarunum í føroysku kappigini í fleiri ár og hevði óiva verið úttikin. Tá spælarar koma til Føroyar og blíva ”føroyingar”, so dugi eg ikki at síggja nakað til hindurs fyri, at teir spæla á føroyska landsliðnum, sigur Virgar Hvidbro. Eitt nú kann nevnast, at ÍF spælarin Alex José dos Santos, ið hevur brasilskan uppruna, hevur føroyskt pass, meðan Finnur Hansson og Simona Petersen bæði hava spælt á føroyska hondbóltslandsliðnum. trondur@sosialurin.fo FSF HYGGUR AT ÍSLEND­ ING­UM TIL LANDSLIÐIÐ Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur fyri kortum verið í Íslandi og hugt nærri at tveimum íslendskum spælarum, sum hava føroyska familju og hava víst áhuga fyri at umboða Føroyar