fríggjadagur 3. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 167 - 3. september 2004
Nr. 167 - 3. september 2004
3
Fríggjakvøldið skuldi
Elton John Jam verða
á skránni á Platform,
men bólkurin fær ikki
spælt vegna sjúku
Ætlanin var, at nýggi før-
oyski kopibólkurin Elton
John Jam skuldi spæla á
Platform
fríggjakvøldið.
Men hetta verður av ong-
um, tí ein av tónleikarunum
í bólkinum er sjúkur, og so
fá teir ikki spælt.
Elton John Jam hevur
havt tvær framførslu áður,
og tær eydnaðust báðar sera
væl.
Sangarin Kim Hansen
hevur Elton John sum eina
av sínum stóru fyrimynd-
um, og hann er eisini ein
framúr tulkari av sangum
hjá Elton John. Nú hava
hann og restin av manning-
ini í Showmenn vant sangir
hjá Elton John, sum teir
kunnu spæla, sum vóru tað
teirra egnu sangir.
Talan er um góðar og
kendar sangir hjá tí frálíka
bretska
tónasmiðinum,
men fólk mugu bíða eitt
sindur fyri at hoyra teir
spæla aftur.
Av tí at Elton John Jam
ikki kann spæla verður
diskotek á Platform fríggja-
kvøldið.
Leygarkvøldið verður tó
møguleiki at hoyra live
tónleik, tí tá fer ein bólkur
við Kim Hansen á odda at
spæla til dans.
Elton John Jam avlýst
Kim Hansen verður at hoyra á Platform leygarkvøldið
Á tingsins røðarapalli
mikudagin segði
Annita á Fríðriks-
mørk, løgtings-
kvinna, at hon ikki
ivast í, at Fólkaflokk-
urin, við at leggja
loftmiðlarnar saman,
hevur gjørt álvara av
sínum hóttanum um,
at bókin Skjót jour-
nalistin skuldi fáa av-
leiðingar fyri Sjón-
varp Føroya
SAMANLEGGING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Eg ivist ikki í, at fólka-
flokkurin bert hevur bíðað
eftir tí røttu løtuni at gera
tað, sum teir ynsktu at gera,
sigur løgtingskvinnan hjá
Tjóðveldisflokkinum. Hon
vísir á, at Óli Breckman
undir seinasta valstríði
segði, at bókin, Skót jour-
nalistin, skuldi fáa av-
leiðingar fyri sjónvarpið.
Annita er heldur ikki í
iva um, at samanleggingin
av stovnunum er íkomin
beint nú, tí at Sjónvarp
Føroya ikki hevur verið so
vælumtókt, orsakað av
ætlanunum
um
at
samsenda við TV2.
Løgtingskvinnan heldur
tað somuleiðis vera undar-
ligt, at sjónvarpsstjórin ikki
slapp upp í part til nakað
sum
helst
viðvíkjandi
samanleggingini.
– Eisini er tað løgið, at
landsstýrismaðurin mest
sum yvir nátt kom við hesi
ætlanini, uttan at nakar
hevði hoyrt orð um tað
áðrenn, heldur hon.
Samstundis vísir hon á,
at landsstýrismaðurin enn
ongar veruligar grundgev-
ingar hevur givið fyri
samanleggingini – ei held-
ur fyri hví sjónvarpsstjórin
ikki fekk nakran sum helst
leiklut í hesi ætlan.
Tískil ivast løgtings-
kvinnan hjá Tjóðveldis-
flokkinum onga løtu í, at
Fólkaflokkurin harvið hev-
ur framt sína hóttan fyrr í
ár í verki.
Fylgissveinagrindin
heldur beina kós
norðureysturyvir.
Hon er farin lagt út
um føroyska
sjómarkið
GRINDIN
Fylgisveinagrindin, sum
var ein túr á sandinum í
Sandavági tann 25 august,
hevur hesa góðu vikuna,
síðan sendara vórðu settir
á nakrar av hvalunum, lagt
nógvar fjórðingar afturum.
Rættiliga nógvar.
Tað eru longu nakrir
dagar síðan, hon fór úr
føroyskum sjóøki, og er nú
á veg norðureystur yvir og
tykist ætla sær nærkast
norsku strondini.
Fylgisveinamyndirnar
vísa, at hon er farin eystur
um stóra dýpið í Norska
Havinum og er á veg inn
aftur móti grynri vatni
norsku megin.
ej
Grind for østen
Samanlegging av loftmiðlum:
Fólkaflokk-
urin fremur
hóttan í verki
Nútímans útbúgving
TÍÐINDASKRIV FRÁ
SKEIÐSDEPLINUM
Eftir- og viðariútbúgving á
Føroya Handilsskúla og
Tekniska skúla í Torshavn
Nú ber aftur til at tekna seg
til vælumtóktu GLÚ út-
búgvingina, sum Skeið-
sdepilin bjóðar fram. GLÚ,
sum stendur fyri Grund-
leggjandi Leiðaraútbúgving
er ein eftirútbúgving í
leiðslu. Útbúgvingin vendir
sær til allar verandi og kom-
andi leiðarar, sum ynskja
sær eina holla leiðslufakliga
grundútbúgving. Høvuðs-
denturin í útbúgvingini ligg-
ur á tí, sum kann kallast
millumleiðaraøkið.
Grundleggjandi Leiðara-
útbúgvingin er eitt svar
uppá tær ovurstóru avbjóð-
ingar, sum ein broyttur ar-
beiðsmarknaður hevur sett
til leiðsluyrki. Tað at leiða
eina fyritøku setir í dag
heilt øðrvísi krøv til leiðsl-
una enn fyri bert fáum
árum síðani.
Fleiri orsøkir eru til, at
arbeiðsmarknaðurin
er
broyttur. Eitt nú er útbúgv-
ingarmynstrið broytt, so-
leiðis at fólk í dag leggja
størri dent á støðugt at
menna seg fakliga, enn tey
áður hava gjørt. Eisini fram-
leiðslumynstrið er broytt
almikið seinastu árini, fyrst
og fremst orsaka av KT og
alheimsgerð. Vanlig vøru-
framleiðsla minkar støðugt í
okkara parti av heiminum. Í
staðin fyri at framleiða
vørur fara fyritøkur á
okkara leiðum meira og
meira yvir til at framleiða
og selja vitan. Hendan
broyting
ávirkar
allan
arbeiðsmarknaðin,
eisini
tann partin, sum framvegis
fæst við vøruframleiðslu.
Broytti arbeiðsmarknað-
urin hevur við sær, at ein
heilt øðrvísi kapping hevur
tikið seg upp um tey dugna-
ligastu starvsfólkini. Sum
nevnt krevja alt fleiri fólk í
dag møguleika til støðugt at
menna seg fakliga. Hetta er
neyðugt hjá tí einstaka, skal
hann ikki siglast afturút í
skjótu tøkniligu menning-
ini, sum vit uppliva í dag.
Kappingin um dugnaligastu
starvsfólkini kann tískil ikki
vinnast bert við at bjóða
eina høga løn.
Tær
fyritøkur,
sum
standa seg væl í kappingini
um dugnalig starvsfólk, eru
hinvegin tær, sum megna at
sameina menningartørvin
hjá tí einstaka starvsfólkin-
um við menningartørvin
hjá fyritøkuni. Einstaka
starvsfólki verður soleiðis
ein íløga hjá fyritøkuni,
sum støðugt má røkjast fyri
at løna seg. Hetta er tað,
sum nútímans leiðsla snýr
seg um.
Við GLÚ bjóðar Skeiðs-
depilin fram eina útbúgv-
ing, sum er gjørd við tí fyri
eyga at geva luttakarunum
ein grundleggjandi førleika
í nútímans leiðslu. Út-
búgvingin byggir á ta
leiðslufilosofiina,
sum
nevnist Human Ressource
Management ella HRM.
Hetta er ein filosofi, sum
leggur dent á, at fyritøkan
fær fulla nyttu burturúr
teimum førleikum, sum
einstaka starvsfólki hevur.
Hetta skal koma bæði
starvsfólki og fyritøku til
góða. Avgerandi fyri at
hetta skal eydnast, er ein
dygdargóð og málrætta
leiðsla. Ein slík leiðsla fæst
best um leiðarar á øllum
stigum í fyritøkuni fáa í
minsta lagi eina grundút-
búgving í leiðslu. Og tað er
hesa grundútbúgving, sum
Skeiðsdepilin nú, fyri triðju
ferð, bjóðar fram.
GLÚ byrjar aftur í okto-
ber og til ber at tekna seg til
útbúgvingina longu nú á
Skeiðsdeplinum. Undirvís-
ingin er skipað sum dag-
skeið, tilsamans 12 dagar í
eitt hálvt ár. Fyritøkur og
stovnar, sum ynskja nærri
kunning um útbúgvingina,
kunnu venda sær til Skeiðs-
depilin, sum bjóðar sær til
at skipa fyri kunnandi til-
tøkum úti hjá fyritøkunum
og stovnunum sjálvum.
Einstaklingar eru sjálvandi
eisini vælkomnir at venda
sær til Skeiðsdepilin, um
teir ynskja at vit meira um
GLÚ.
Á
heimasíðuni
www.skeidsdepilin.fo
er
innihaldslýsing og tíðar-
skeið, sama fæst eisini við
at ringja tel. 318813.
Nýggi
faldarin
hjá
Skeiðsdeplinum við út-
búgving og skeiðum fyri
2004/2005 kann bíleggjast
á heimasíðuni www.skeids-
depilin.fo ella við at ringja
tel. 318813.
STUÐULSFELAGIÐ
"DRAGIN"
Um viðrar, verður árliga
fiskikappingin
í
Norð-
oyggjum leygardagin 11.
september.
Næsta vikuskiftið verður
ein rættiliga góð streym-
loysa, og tí hevur Stuðuls-
felagið fyri skúlaskipið
M/S Dragin avgjørt at skipa
fyri tí árligu fiskikapping-
ini, sum eer fyri allar
Norðoyggjar. so er bert at
vóna at veðrið verður til
vildar.
Vinnarar seinasta ár:
Í fjør var tað báturin "Saga"
við Eskild Hansen og Jó-
annes Joensen, sum vóru
bestir, og fingu teir steyp til
ognar eins og ferðasteyp.
Næstbestur bátur var
"Fliðan" við Elmar og Palla
Simonsen í Hvannasundi,
og triðbestur var "Jenny"
við Per Jensen og Richard
Johannesen.
Luttøkutreytir
Frá kl. 7.30 fáa allir bátar,
sum fara av Vánni í
Klaksvík, luttøkuskjøl um-
borð á "Draganum". Lut-
takarar á Borðoyavík og
Árnafirði fáa eisini lut-
tøkuskjal umborð á "Drag-
anum", men í Hvannasundi
og Norðdepli fæst luttøku-
skjalið við Frostvirkið, og á
viðareiði fæst tað niðri á
Eiðsvík. Luttøkugjaldið er
20 kr. pr. mann.
Ikki loyvt at fara
einsamallur
Av trygdarávum er ikki
loyvt at fara einsamallur,
tað skulu minst tveir mans
við hvørjum báti. Bátarnir
kunnu fara frá landi kl. 8,
og tað eer bert loyvt at nýta
snøri, snellu ella tráðu sum
veiðureiðskap. Tað er ikki
loyvt at fiska við aliring-
arnar. Seiður telur ikki við í
vektini. allir bátar skulu
verða aftur á landi í sein-
asta lagi kl. 17.
Fiskauppboðssøla
Kl. 18 verður fiskaupp-
boðssøla, har fólk kunnu
keypa sær at kóka. Fiskurin
verður lagdur upp og vig-
aður við bátabrúgvarnar við
Nólsoyar Pálls gøtu. Frá kl.
18-19 verður fiskaupp-
boðssøla við bátabrúgvar-
nar, so har verða góðir
møguleikar hjá fólki at
keypa sær nakrar greipur av
smáfiski til at hanga upp.
Teir, sum hava luttikið í
fiskikappingini, fáa kaffi
og pannikøkur umborð á
"Draganum".
Besti báturin
Tann bátur, sum hevur
stórstu veiðu pr. mann,
veerður vinnari og fáa teir
ferðasteyp. Manningarnar á
trimum teimum bestu bát-
unum fáa steyp til ognar.
Eisini verður steyp latið til
tann, sum hevur fingið tann
stórsta fiskin.
Steypini til fiskikapping-
ina hevur Norðoya Spari-
kassi givið.
Nú er at rigga til
Fyrireikararnir vóna, at
nógvir mans nú fara at rigga
til, so vit fáa eina spennandi
fiskikapping. Í Klaksvík
liggja nógvir bátar við
bátabrúgvarnar, og her er
ein góður kjansur hjá
monnum at fara á flot og fáa
ein hugnaligan dag saman -
og spennandi verður hvørjir
verða fiskikongar í ár.
Fiskikappingardansur
í Skálanum kl. 11'
Til fiskikappingardansin í
ár spæla "Julianne-boys",
sum eru kendir um alt
landið fyri teirra frálíka
góða dansitónleik. Fyri-
reikararnir heita á fólk um
at koma í dans áðrenn mið-
nátt, tí so fáa tey meira
burturúr, og dansistemning-
urin verður betri.
Tekning til dansin á tlf.
456661 og 456282.
Peningurin frá fiskikapp-
ingini og dansinum fer
óskerdur til skúlaskipið
Dragin.
Hvør fjøl á flot leygardagin
C
M
Y
K
3
2
team85
Tel 340340
www.televarp.fo
Her fæst vitan og undirhald ...
Mánaðargjald fyri
Canal+ pakkan,
við 4 rásum
219,-
Canal+ pakkin er ein ískoytispakki
Mánaðargjald
fyri reyða
pakkan,
við 13 rásum
209,-
REYÐI
Mánaðargjald fyri
gula pakkan,
við 9 rásum
129,-
GULI
ÆLABOGIN
Mánaðargjald fyri
Ælabogan, við 24 rásum269,-
BLÁI
Mánaðargjald
fyri bláa
pakkan,
við 18 rásum
169,-
Kortleigugjald:
Haldarakort kostar kr. 150,- um
hálvárið.
Gjaldið verður kravt fyrstu ferð,
goldið verður fyri ráspakkan,
og síðan hvønn 6. mánaða.
* Hesar rásir skiftast um
at senda (Timeshare)
* Hesar rásir
skiftast um
at senda
(Timeshare)
* Hesar rásir
skiftast um
at senda
(Timeshare)
Áhugaverdar sendingar
fyri kvinnur
SAS LIGAN
Hoyr góðan føroyskan
tónleik á Rás 1
hjá Televarpinum!