fríggjadagur 3. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 167 - 3. september 2004
Nr. 167 - 3. september 2004
5
Spennandi vísukonsert
í Atlantis
Fríggjakvøldið verður skipað fyri vísukon-
sert í Atlantis. Tað verða danin Per Warm-
ing og lapplendingurin Johan Piribauer,
sum fara at spæla. Í stóran mun verður tal-
an um egið tilfar
TÍÐINDASKRIV
Atlantis
Klaksvík: Vísukonsertin fríggjakvøldið er eitt sam-
starv við norðurlandahúsið. Sama konsert verður eis-
ini hildin í Stóra Pakkhúsið í Vági.
Per Warming er 60 ára gamal og búsitandi í keyp-
mannahavn. Til dagliga er hann rithøvundur, men eis-
ini fæst hann við at syngja. Best kendur er hann fyri
sangin, Du kom med alt det, der er dig, sum stendur í
donsku háskúla sangbókini. Eisini vann hann kapping-
ina Syng Dansk, sum varð hildin í 2003. Hann hevur
útgivið egnar sangir á útgávuni Blues Barok, umframt
at hann eisini spælur tilfar hjá Vysotskij, sum verður
roknaður, sum tann russiski Bob Dylan.
Johan Pirbauer, er úr Lapplandi. Tónleikurin hjá
honum verður ofta sammettur við vísukenda tónleikin,
hjá Hoolanbandoola Band, har Bjørn Afzelius og Mik-
ael Wiehe vóru høvuðsmenn., Eins og hjá Afzelius og
Wiehe, viðgera tekstirnir hjá Piribauer samfelagslig
viðurskifti. Johan Piribauer hevur útgvið fýra fløgur,
og tann fimta er á veg. Hann er fjøruti ára gamal, og
fæst burturav við mentan í Lapplandi
Konsertin í Atlantis byrjar fríggjakvøldið klokkan
21 og atgongumerkir til tiltakið á 100 kr. fáast í húsi-
num ein tíma frammanundan.
Birte Rasmussen í
Norðoya Kunningarstovu
TÍÐINDASKRIV
Norðoya Kunningarstova
Birte Rasmussen, sum er av danskari ætt, hevur nomið
sær kunnleika í málningalist líka síðani miðskeiðis í
seksti árunum.
Hon hevur luttikið á nógvum framsýningum bæði í
Danmark og Føroyum, hon hevur luttikið á Norðoya-
stevnu framsýningum nakrar ferðir, og eisini luttók
hon á framsýningini "Fram í ljósið" hjá Norðoya
Sparikassa. Hon hevur millum annað teknað skreyt-
merkið sum M.B.F. gav út í 1998. Hon vann eisini 1.
virðisløn í eini plakatkapping hjá Fyens Sygehuse í
1989.
Birte og maðurin Regin, fluttu til Føroyar í 1994, og
búgva nú í Klakksvík.
Framsýningin letur upp leygarmorgunum 4. septem-
bur klokkan 10:00 og er opin allan septembur mánað í
vanligari upp og afturlatingartíð hjá Norðoya Kunn-
ingarstovu.
Komandi fríggjakvøld verður vísukonsert við Per
Warming og Johan Piribauer í Atlantis í Klaksvík
Í dag og í morgin
verður ein ráðstevna
hildin á hotel Tórs-
havn um vælferðar-
gransking í útnorð-
uri. Umboð fyri Ís-
land, Grønland og
Føroyar fara at halda
fyrilestrar og kjakast
verður eisini um
hetta evnið. Fríggja-
dagin verður so ein
almennur pallborðs-
fundur, eftir at tikið
er saman um ráð-
stevnuna
RÁÐSTEVNA
Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo
Petra Johnsdóttir Joensen,
stjóri á Almannastovuni,
greiðir frá, at endamálið vð
ráðstevnuni er at fáa varpað
ljós vælferðargransking.
Granskingin er býtt upp í
tríggjar bólkar, sosialu,
heilsu og arbeiðsmarkn-
aðarviðurskiftini í ávíkavist
Grønlandi, Íslandi og Før-
oyum.
– Tað er sera týdningar-
mikið, at vit kunnu granska
hesi øki í Føroyum, sigur
Petra Johnsdóttir Joensen.
Hon leggur tó afturat, at
hetta ikki er grundað á
nakra ítøkiliga sak, sum er
komin undan kavi í sam-
bandi við vælferðarsamfel-
agið.
– Vit hava eitt vælferðar-
samfelag í dag, men tað
ræður um at fáa lýst tað,
sigur hon. Her hugsar hon
serliga um, at hyggjast skal
at, hvussu vælferðarsamfel-
agið sær út í dag, hvussu
tað mennist og ikki minst,
hvar er neyðugt at seta inn.
Petra Johnsdóttir Joensen
er púra avgjørd, tá hon
verður spurd, um tørvur er
á eini slíkari ráðstevnu í
Føroyum.
– Ikki minst fyri at
síggja, hvussu vit standa
okkum í mun til granna-
samfeløgini, sigur hon.
Pallborð
Skráin fyri ráðstevnuni
býður upp á mangt áhuga-
vert, har viðkomandi per-
sónar fara at tosa um hesi
trý samfelagsviðurskiftini,
sum hava so stóran týdning
í einum vælferðarsamfelag-
ið.
Ráðstevnan byrjar í dag,
hósdagin, við at Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður,
setur hana.
Síðani verða upplegg frá
bæði føroyskum og út-
lendskum fyrilestrarhaldar-
um. Umleið 50 luttakarar
verða við á ráðstevnuni,
sum endar í morgin við ein-
um almennum pallborðs-
fundi, har kjakast verður
um tað, sum í høvuðsheit-
um kemur burtur úr ráð-
stevnuni sjálvari.
Ráðstevna um
vælferðargransking
Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, heldur, at tað er stórur tørvur á einari ráðstevnu um vælferðargransking í
Føroyum
Savnsmynd
Skal blíva til egg ella unga í Vági
Landstýrið er við at
missa tolið við Fiska-
virking. Letur Fiska-
virking vikið í agi
uppaftur nú, má tað
takast úr Fiskavirk-
ing, so at onnur
kunnu fáa møguleik-
an, sigur løgmaður
FLAKAVIRKIÐ Í VÁGI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú skal tað blíva til egg
ella unga við flakavirkinum
í Vági.
Tað sigur Jòannes Eides-
gaard løgmaður.
Mikudagin fekk løgmað-
ur ein fyrispurning frá Tór-
bjørn Jacobsen løgmanni
um vánaligu støðuna hjá
vinnulivinum í syðru helvt í
Suðuroy.
Tá ið samgongan varð
skipað, var ein bólkur av
tingmonnum settur at ar-
beiða við ætlanum um at
menna syðru helvt í Suð-
uroy.
Síðani hoyrdist lítið og
onki aftur til hendan bólkin
og
løgtingsmaðurin
úr
Eysturoy vildi hava at vita,
hvussu landið liggur við
syðru helvt í Suðuroy.
Skulu hava greitt svar
Jóannes Eidesgaard sigur,
at trupulleikarnir í syðru
helvt í Suðuroy, og í Suð-
uroy sum heild, eru so stórir
og samansettir, at tað finst
onki einfalt svar uppá,
hvussu teir kunnu loysast.
Tað ber heldur ikki til hjá
einum bólki av tingmonn-
um at loysa trupulleikarnar.
Tingbólkurin hevur kortini
ikki gingið heilt fyri onki, tí
hann hevði havt fleiri
fundir við Fiskavirking um
flakavirkið í Vági.
– Tíðliga í vág lovaði
Fiskavirking, at flakavirkið
í Vági skuldi latast upp aft-
ur til at arbeiða saltfisk í,
sigur løgmaður við Sosial-
in.
Fiskavirking upplýsti eis-
ini, at tað fóru at vera gott
40 arbeiðspláss á virkinum.
Men síðani er onki hent
sigur løgmaður, og nú er
tað ein spurningur um,
hvussu leingi afturat, vit
skulu trúgva tí, sum Fiska-
virking sigur.
– Hesari støðuni kunnu
vit als ikki liva við longur
Hann sigur, at møguleik-
ar mugu nú skapast fyri, at
flakavirkið í Vági letur
uppaftur ongantíð ov skjótt.
Landsstýrið fer nú biðja
fiskavirking um eitt greitt
svar uppá, hvør ætlanin er
við virkinum í Vági.
– Vit vilja hava greitt at
vita frá Fiskavirking um
ætlanin er at lata virkið upp
aftur ella ikki
Hann sigur, at kann
fiskavirking ikki vátta at
virkið verður latið uppaftur
nú, mugu onnur fáa møgu-
leikan.
– Letur virkið í Vági ikki
uppaftur nú, má tað takast
burturúr fiskavirking, so at
onnur kunnu fáa møgu-
leikan at lata tað uppaftur.
Hann sigur, at so fer
landsstýrið at gera sína
ávirkan galdandi so langt
sum tilber fyri at fáa Fiska-
virking at loysa virkið í
Vági burturúr samtakinum
so at onnur kunnu fáa høvi
at lata tað upp.
– Ein stórur trupulleiki
er, at samstundis sum
Fiskavirking
ikki
letur
virkið í Vági upp, liggur
fyritøkan omaná virkinum,
so at heldur ongin annar
fær møguleikan.
Jóannes Eidesgaard veit,
at tað er avmarkað, hvussu
stóra ávirkan landsstýrið
kann fáa á avgerðirnar hjá
Fiskavirking.
– Men eg vildi hildið, at
Fiskavirking og Framtaks-
grunnurin átti at tikið eitt
politiskt ynski til eftirtekt-
ar, sigur hann.
– Serliga tá ið vinnuliga
støðan verður havd í hugað,
átti tað at havt týdning, at
landsstýrið hevði eina ávísa
meining um viðurskiftini,
sigur løgmaður.
Er tað væntandi, at Fiska-
virking fer at lata øðrum
virkið í Vági til vanliga
fiskaframleiðslu, tí so fer
tað at liggja í beinleiðis
kapping við Fiskavirking.
– Tolir Fiskavirking ikki
kapping frá einum einstøk-
um virki, hevur tað ein
veldugan trupulleika, sigur
løgmaður stutt.
– Tað verður neyðugt
at flyta almenn ar-
beiðspláss til Suður-
oyar og tað er ein
spurningur, sum sam-
gongan hevur í hug-
anum, sigur løgmaður
FRÁFLYTING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað verður neyðugt at
seta fleiri almenn arbeiðs-
pláss á stovn í Suðuroy.
Tað er Jóannes Eides-
gaard,
løgmaður,
púra
sannførdur um.
Hann sigur, at skal stóra
fráflytingin úr Suðuroynni
steðgast, verður tað neyð-
ugt at seta arbeiðspláss til
fólk við útbúgving á stovn
í oynni.
– Eitt er, at arbeiðsloysið
hjá ólærdum er stórt. Men
tað skal ein bygnaðar-
broyting til at steðga frá-
flytingini í oynni, tí heilt
nógv av teimum, sum flyta,
eru fólk við útbúgving, sum
noyðast at flyta, tí onki
arbeiði er til tey í oynni.
– Tað er at fegnast um, at
eisini fleiri og fleiri ungfólk
í Suðuroy nema sær út-
búgving. Tann stóri trupul-
leikin er tann, at tað er onki
starv til tey í oynni, tá ið tey
eru liðug.
– Sostatt minkar talið á
ungfólkið alsamt og tað er
ein stórur trupulleiki.
– Hevði tað eydnast at
fingið nakað av tí útbúnað
fólkinum suður aftur, heðvi
tað loyst nógvar trupulleik-
ar, tí umframt at skapa ar-
beiði og útvega skatta-
krónur, hevði tað fingið lív
í aftur oynna.Tað vísir seg
nevniliga mangan ,at út-
búgvin fólk eru góðir
ígongdsetarar í nógvum
ymsum viurskiftum, bæði í
ítrótti, mentan og frítíðar-
lívi annars og í vinnulívi.
Løgmaður heldur tí, at
tað er neyðugt at seta fleiri
almenn størv á stovn í
Suðuroy.
Tað kann gerast við at
flyta almennar stovnar úr
Havnini til Suðuroyar.
Hann sigur, at hesin
spurningurin er við í við-
gerðini, nú samgongan
hevur støðuna í Suður-
oynna til viðgerðar.
– Støðan í Suðuroy er
hættislig og samgongan
arbeiðir við málinum og
roynir at finna útav, hvat
tað almenna kann gera, fyri
at venda gongdini.
Sum tað sæst á hinari
greinini, er ein partur av
hevum royndunum at fáa
virkið í Vági ígongd aftur.
– Men ein týðandi partur
í hesi viðgerðini er eisini at
fáa flyta almennar stovnar
til Suðuroyar.
Mugu skera ígjøgnum
Hetta hevur verið tosað um
í nógv ár, men tað er ikki
nógv komið burturúr.
Løgmaður ásannar eisini,
at tað er ikki ein løtt upp-
gáva.
Men hann ásannar eisini,
at samgongan viðgerð mál-
ið við stórari vælvild, tó at
tað verður trupult politiskt.
– At málið er trupult,
eigur kortini ikki at forða
okkum at taka tað upp.
Hann torir heldur ikki at
siga nakað um, nær nakað
fer at henda.
Umframt at loysa málið
politiskt, verður tað uttan
iva eisini ein kampur við teir
stovnar, sum kunnu koma
upp á tal at flyta suður, tí tað
er lítið sannlíkt, at stovnar
gleðiliga flyta suður.
Løgmaður ásannar eisini,
at tað verður neyðugt hjá
landsstýrinum
at
skera
ígjøgnum.
Hann veit ikki, hvørjir
stovnar kunnu koma upp á
tal.
Hann nevnir tó Strand-
ferðsluna sum eitt dømi.
– Uppskot hevur verið á
tingi um tað fyrr, men tað
fall. Møguliga var tað bara
tíð, at tíðin var ikki búgvin
at viðgera tað tá.
– Men um nøkur ár,
verður Strandferðslan bara
Smyril og onkrar smáar
ferjur norðanfjørðs, so hon
er ein møguleiki at flyta úr
Havnini.
Fiskivieiðieftirlitið hevur
eisini verið nevnt. Og nú
tosað verður um at byggja
nýggjan sjúkrasystraskúla,
kundi tað eisini verið ein
møguleiki at lagt hann í
Suðuroy í sambandi við
heilsuskúlan á Tvøroyri og
Suðuroyar Sjúkrahús.
Nú skal fiskavirking lata
flakavirkið í Vági uppaftur,
ella má Fiskavirking verða til
reiðar at lata øðrum virkið,
sigur løgmaður
Mugu flyta almennar stovnar til Suðuroyar
Tað hevur rættiliga stóran týdning at fleiri almenn arbeiðspláss verða flutt til Suðuroynna, sigur
løgmaður.Tað er ein spurningur, sum samgongan viðgerð
C
M
Y
K
5
4