fríggjadagur 3. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 167 - 3. september 2004
Nr. 167 - 3. september 2004
7
Mánakvøldið 1. sep-
tember vóru skúla-
stýrini í Tórshavnar
kommunu bjóðað til
ein kunnandi fund
um eina verkætlan, ið
hevur heitið »Á veg
ímóti grønum skúl-
um«
GRØNIR SKÚLAR
Tórshavnar kommuna hev-
ur nú tikið avgerð um at
taka annað skinn um bak,
hvat ið orku- og umhvørv-
isøkinum viðvíkur. Í hesum
skúlaárinum skulu skúlar-
nir í kommunini nevnniliga
arbeiða við eini verkætlan,
nevnd »Á veg ímóti grøn-
um skúlum«.
Endamálið við verkætl-
anini er at fáa øll við til-
knýti at skúlunum at vísa
størri skynsemi og um-
hugsni, tá tað kemur til
orkunýtslu. Bæði lærarar,
næmingar, skúlaleiðslur,
skúlatænarar
og
onnur
starvsfólk, skulu nú leggja
seg eftir at nýta orku við
skili.
El- og oljunýtsla
Í fyrsta umfari fer verkætl-
anin serliga at snúgva seg
um el- og oljunýtsluna, har
ymisk átøk skulu tálma ella
minka um orkunýtsluna.
Samstundis er verkætlan-
in byrjanin til eina størri
umhvørvisætlan, har enda-
málið er at fáa skúlarnar í
Tórshavnar kommunu at
verða góðkendir sum so-
nevndir Grønir skúlar.
Ein stýrisbólkur skal
orða eina umhvørvisætlan
fyri hvønn skúla sær. Hesir
bólkarnir verða mannaðir
við lærarum, næmingum og
skúlatænarum úr øllum
skúlunum. Saman við ráð-
gevanum skal ætlanin so
leggjast.
Stýrisbólkarnir fara at
verða
høvuðsamboði
í
verkætlanini, men ætlanin
er, at øll, sum hava dagliga
gongd í skúlunum skulu
taka lut í ætlanini. Skipað
verður
nevniliga
fyri
ymiskum
tiltøkum
t.d.
evnisdøgum, kappingum,
spølum, umframt at undir-
vísingartilfar verður útveg-
að skúlunum.
Egna heimasíðu
Verkætlanin fer at hava sína
egnu heimasíðu. Tað fer at
vera møguligt hjá øllum at
fara inn á heimasíðuna, at
fylgja við dagligu orku-
nýtsluni í skúlunum. Hetta
letur seg gera, við elektron-
iskum orkumálarum, ið
SEV setur upp í skúlunum,
sum eitt royndarprojekt í
sambandi við verkætlanina.
Heimasíðan fer eisini at
hava fleiri aðrar teigar, ið
eru ætlaðir skúlunum, og
har umhvørvisarbeiði í
skúlunum allatíðina verður
dagført.
Á heimasíðuni verður
eisini møguleiki hjá lærar-
um, næmingum, skúlatæn-
arum og øðrum at koma við
nýggjum hugskotum um
orkufremjandi tiltøk, broyt-
ingar ella minni verkætlan-
ir.
Tað er ráðgevandi verk-
frøðingafyritøkan Veri-Con
PF, ið samskipar verkætlan-
ina. Fyritøkan hevur eisini
gjørt uppskotið um um-
hvørvisætlanina.
Nógvar
fyritøkur
og
handlar í býnum eru stuðlar
hjá verkætlanini. Talan er
um
veitingarfeløg
hjá
kommununi og skúlunum,
ið hava víst ætlanini áhuga.
Hesi koma eisini at vera við
í arbeiðnum á orku- og um-
hvørvismálum í kommu-
nalu skúlunum.
eys
Familjudagur í Hvalvík
Leygardagin 4. september skipar bygdafelagið Brúgv-
in fyri familjudegi í Hvalvíkar skúla. Hetta er aðru
ferð at Familjudagur verður hildin. Fyrru ferð vitjaðu
Angela og Hannibal, og hesu ferð vitja Búktalari og
Gandakallur.
Eisini er tiltikna køkuvakurleika kappingin á skránni.
Vinnarin fær virðisløn, og aftaná verða køkurnar burt-
urlutaðar.
Nógv annað hugtakandi verður á skránni, sosum
súkklubani, bommtombola, bóltkast og sølubúð við
heimagjørdum lutum. Tiltakið byrjar kl. 15 og verður
væntandi liðugt kl. 18.
Nýggj bók
»Urbscriptum.
Fimtan
tekstir« eitur nýggj bók
eftir Firouz Gaini.
Teir
fimtan
tekstirnir
snúgva seg um sjey býir í
Evropa. Napoli, paris,
Moskva, St. Pætursborg,
Barcelona, Keypmanna-
havn og Tórshavn.
Tekstirnir hava allir staðið
í føroyskum bløðum í ár-
unum 1999-2004.
Tekstirnir snúgva seg um
mentan og list, søgu og
samleika, longsul og ferð-
ing.
Bókin er 105 síður og
kostar 120 kr.
Hon fæst ´í bókhandlunum og á www.underskoven.dk.
eys
Leygardagin 4. september
hava allir føroyingar í
Keypmannahavnsumráð-
num, møguleika til at
síggja HM undandystin
ímillum Føroyar og Sveits.
Dansifelagið Fótatraðk
skipar nevniliga fyri einum
rimmar fótbólts og dansi-
kvøldið, nú nýggja lestrar-
árið júst er byrjað.
Bæði dysturin ímillum
Føroyar og Sveits og dyst-
urin ímillum Danmark og
Ukraine verða vístir á stór-
skýggja.
Møguleiki
verður
at
keypa heimagjørda pizza
og eitthvørt leskandi aftur-
við.
Eftir fótbóltin, frá kl 22-
04, spæla Hans Petur í
Brekkunum, Stamen Stan-
chev, Agnar Lamhauge,
Hans Pauli Tórgarð og
Trúgvi í Brekkunum til
dans.
Portrið letur aftur kl 01,
so fólk verða biðin um at
vera við dyrnar áðrenn kl
01. Atgonugmerkini kosta
80 kr.
eys
Grønir skúlar í
Tórshavnar kommunu
Fótbóltur og dansur
í Føroyahúsinum
Á Familjudegnum, sum verður í Hvalvíkar skúla, verður
m.a. ein køkuvakurleikakapping á skránni. Tá vinnarin
er funnin, verða køkurnar burturlutaðar
Allir skúlarnir í Tórshavnar kommunu verða við í nýggju umhvørvisverkætlanini. Øll, ið hava dagliga gongd í skúlanum, skulu
nú hugsa um orkusparing.
Firouz Gaini hevur
skrivað bókina, nevnd
»Urbscriptum. Fimtan
tekstir«
Álop á
kirkj-
una
Vit mugu standa á
varðhaldi og verja
kirkjuna. Tað er
Guds orð, ið eigur
at vera grundarlag-
ið undir kirkjuni og
ikki, hvat ein meir-
luti av politikar-
unum ella fólkin-
um heldur, stendur
í oddagrein í
Trúboðanum
KIRKJULIG VÍGSLA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Oddagreinskrivarin
á
blaðnum hjá Heima-
missiónini í Føroyum,
Frants Jensen, kallar
ætlanirnar hjá donum at
víga samkynd í fólka-
kirkjuni fyri eitt bein-
leiðis álop á kirkjuna.
Hann vísir á, at tey sam-
kyndu tykjast hesaferð
ikki at standa so einsa-
møll, sum tey áður hava
gjørt.
-Nú eru tað eisini fleiri
politikarar, ið beinleiðis
vilja stuðla teimum at
fáa kirkjuliga vígslu
ígjøgnum politiskt. Eis-
ini millum prestarnar
tykist sum um, at fleiri
hava broytt støðu, stend-
ur í oddagreinini.
Guds orð
Frants Jensen heldur
ikki, at ein meirluti av
politikarunum
ella
meirilutin av fólkinum
skal sleppa at gera av,
hvat er rætt og skeivt í
kirkjuni. Tað er einans
Guds orð, sum er kirkj-
unnar grundarlag, og
verður hetta grundarlag
tikið burtur, so rapar
restin og tá er kirkjan
endaliga fokin, heldur
oddagreinsskrivarin.
Hann heldur tað er av
stórum týdningi, at vit
standa á varðhaldi og
verja kirkjuna, nú røddir
eru í Danmark um at
loyva vígslu av sam-
kyndum í kirkjuni.
– Vit hava tíbetur ein
biskup, sum áður hevur
sagt, at hann gongur
ikki inn fyri vígslu av
tveimum av sama kyni.
Tað sama hava fleiri
prestar í Føroyum eisini
sagt. Vónandi vilja teir
halda fast við sína støðu
og ikki víkja frá henni,
nú tað tykist sum rákið
er við at venda, stendur í
oddagreinini.
Løgtingið er á einum
máli um, at politikar-
ar ikki eiga at áleggja
kirkjuni at víga sam-
kynd í Føroyum.
Kirkjan ger sjálv av,
hvat innihaldið skal
vera, og ikki politiski
myndugleikin
KIRKJULIG VÍGSLA
Pàll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í løgtinginum mikudagin
var støðan hjá teimum sam-
kyndu aftur á skránni.
Seinastu tíðina hevur ikki
trotið við málum í løgting-
inum, sum umrøða støðuna
hjá teimum samkyndu í
føroyska samfelagnum, og
tað tykist sum um kjakið
um tey samkyndu er við at
fáa størri og størri rúmd í
føroyska
samfelagskjak-
inum.
– Tað vísir seg nærum
verða líkamikið, hvat vit
viðgera í tinginum, so
skulu tey samkyndu dragast
inn.
Tjóðveldistingmaðurin,
Tórbjørn Jacobsen, tóktist
verða eitt sindur órógvaður
av kjakinum um tey sam-
kyndu í Føroyum.
Hvussu er og ikki, setti
løgtingslimurin hjá Mið-
flokkinum, Bill Justinus-
sen, landsstýrismanninum í
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni ein munnligan
spurning um tey samkyndu
mikudagin í tinginum.
Miðflokkamaðurin vildi
vita, hvørja støðu lands-
stýrismaðurin hevur til
ætlanirnar hjá donum um at
víga samkynd í fólkakirkj-
uni, og hvørjar avleiðingar
ein slík lógarbroyting kann
fáa fyri føroysku fólka-
kirkjuni, ið er danskt máls-
øki.
Kirkjan ger av
Landsstýrismaðurin svaraði
Bill Justinussen, at tað er
fyrst og fremst kirkjan sjálv,
ið ger av, hvat innihaldið og
boðskapurin í kirkjuni skal
verða-og
ikki
politiski
myndugleikin. Jógvan á
Lakjuni slerdi fast, at hann
ynskti, at henda manna-
gongd helt fram.
Flestu løgtingsmenn tóku
undir við sjónarmiðjunum
hjá landsstýrismanninum
um at hava greiðan skilna
millum átrúna og politik.
Semja var um, at politikarar
einans eiga at seta ytru
karmarnar fyri kirkjuni,
meðan kirkjan sjálv ger av,
hvat innihaldið skal vera.
Javnaðartingmaðurin,
Gerhard Lognberg, hevði
hinvegin
eina
øðrvísi
áskoðan. Hann segði bart
út, at verður tað veruleiki,
at samkynd kunnu vígast í
kirkjuni, eiga politikararnir
at
blanda
seg
upp
í
viðurskiftini og í kirkjuni
og tað sum tað stendur eftir
á, sum hann málbar á
tingsins røðarapalli.
Friðarbogin:
Ongan áhuga í kirkjuligum
vígslum
- Tað er als ikki neyð-
ugt við kirkjuligum
vígslum, og tað er
heldur ikki eitt mál
hjá okkum. Tað er
fyrst og fremst skrá-
setta parlagið, ið vit
vilja arbeiða fyri,
sigur forkvinnan í
Friðarboganum, Tina
Jakobsen
KIRKJULIG VÍGSLA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Hóast kjakið hevur gingið
lívliga um vígslu av sam-
kyndum í Føroyum, hevur
áhugafelagið hjá samkynd-
um í Føroyum, Friðarbogin,
ikki ynski um kirkjuligur
vígslur av samkyndum í
Føroyum. Forkvinnan í
Friðarboganum, Tina Jak-
obsen, sigur, at felagið
hevur onnur meir átrokandi
mál á skránni.
– Tað er als ikki neyðugt
við kirkjuligum vígslum,
og tað er heldur ikki eitt
mál hjá okkum. Tað er fyrst
og fremst skrásetta parlag-
ið, ið vit vilja arbeiða fyri.
Tað er av nógv størri áhuga
hjá okkum at tryggja arva-
rættin og vinna onnur løg-
frøðilig rættindini enn, at
vit fáa kirkjuligur vígslur.
Skrásetta parlagið er eitt
ófrávíkiligt krav frá okkara
síðu, sigur Tina Jakobsen.
Hon leggur afturat, at
felagið hjá samkyndum ar-
beiðir
miðvíst
fyri
at
tryggja samkyndum somu
sosialu og búskaparlig rætt-
indini, sum aðrir borgarar í
føroyska
samfelagnum
hava.
Verður skrásetta parlagið
samtykt á løgtingi, kann tað
so hugsast, at tit fara at
berjast fyri kirkjuligum
vígslum?
– Vit hava viðgjørt spurn-
ingin um kirkjuligar vígslur
í felagnum, og har tykist
breið semja vera um, at
hatta skal ikki vera nakað
mál hjá okkum. Eg dugi tí
ikki at síggja, at hatta kem-
ur á dagsskrá, men tað er
bara mín persónliga mein-
ing, sigur forkvinnan í
Friðarboganum
Samstarv
Í Danmark tykist nærum
kapping verða um, hvør er
fyrsti politikarin at stuðla
teimum samkyndu í spurn-
inginum um kirkjuligar
vígslur. Herfyri varð for-
sætisráðharrin,
Anders
Fogh Rasmussen, heiðraður
fyri, at hann persónliga
segði seg stuðla teimum
samkyndu í stríðnum um at
blíva vígd í kirkjuni.
Tina Jakobsen er fyri
stuttum flutt til Danmarkar
í lestrarørindum, og hon
fylgir við í kjakinum í
Danmark.
– Jú eg royni at fylgja
við, hóast hatta ikki er eitt
mál, ið vit stríðast fyri. Vit
arbeiða við at fáa samband
við LBL(áhugafelagið fyri
samkyndum í Danmark,
blðm). Eitt samstarv kundi
verið mennandi fyri bæði
feløgini, og eg ivist ikki í,
at LBL kundi verið ein
hjálp hjá okkum at komið
víðari í Føroyum, heldur
Tina Jakobsen.
Nýggjan formann
Tað er um 30 limir í Friðar-
boganum í dag, meðan góð
120 fólk hava meldað seg
sum stuðulslim í felagnum.
Tina Jakobsen hevur verið
forkvinna síðan felagið fór
undir sítt virksemi fyrr í ár.
Tina er flutt av landinum og
tí fer Friðarbogin at finna
nýggjan formann. Nýggi
formaðurin skuldi finnast
hóskvøldið.
Skiljið politikk og átrúnað
Áhugafelagið hjá teimum
samkyndu, Friðarboðin,
sýnir ongan áhuga í
kirkjuligum vígslum í
Føroyum. Forkvinnan í
Friðarboganum, Tina
Jakobsen, sigur, at felagið
hevur onnur meir átrokandi
mál á skránni.
Modellmynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6