Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 167 - 3. september 2004 Nr. 167 - 3. september 2004 9 Ein dramatiskur vøkstur í nøgdini av kynsliga yvirførdum smittum órógvar heilsumyndugleikar víða um; í Føroyum konstaterar lands- læknin eitt vaksandi tal av Klamydia tilburðum [FÓLKAHEILSA] Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Í nógvum londum órógvast nú heilsumyndugleikar av einum explosivum vøkstri í kynsliga yvirførdum smitt- um herundir Syfilis, Kla- mydia, Gonorré og HIV. Sum gongdin hevur verið nógvastaðni tey seinnu árini, eru tær kynsligu smittusjúkurnar av álvara við at sláa til móti stórum fjøldum sum tykjast tiknar við brókunum niðri. »Raturnar av HIV smittu hevur verið fallandi í nógvum londum tey seinastu tíggju árini,« skrivar altjóða tíðarritið ‘Newsweek’ í einari stórt uppsettari grein um al- armerandi útbreiðslu av kynsliga yvirførdum smitt- um. »Men tey góðu tíðindini eru yvirskuggað av teimum sera skjótt reis- andi ratunum av øðrum sexuelt transmitteraðum sjúkum.« Okkara landslækni, Høgni Debes Joensen, fylg- ir sum vera man væl við gongdini á hesum leiðum, og hann hevur eisini noter- að ein stóran vøkstur av Syfilis, Klamydia og Gonorré í kongaríkinum Danmark. Meðan hann varisliga fegnast um at í Føroyum tykist støðan nakað øðrvísi hvat teimum vandamiklaru sjúkunum viðvíkur, so ávarar hann um at Klamydia eisini er um at breiða seg her. »Tíverri er í Norðurlond- um staðfestur nógvur vøkstur av Syfilis, Kla- mydia og Gonorré,« segði landslæknin. »Hvat viðvík- ur Klamydia so sæst trend- urin aftur her eisini, tó í minni mun enn í Danmark; og tíbetur hava vit ikki staðfest nakra øking í til- burðum av Syfilis og Gon- orré. Hvat HIV viðvíkur er ein tilbuður staðfestur í 2000 og ein í 2003. AIDS er ikki staðfest í Føroyum síðani 1995.« Hvat Klamydia viðvíkur liggja Føroyar, í mun til fólkatalið, umleið á hálvum stigi í mun til Danmark. Á Flatlondum liggur tað árliga talið av Klamydia tilburðum um 1600 sam- bært almenn hagtøl. Hagtølini fyri positivar prøvar av Klamydia í Før- oyum vísa ein javnan vøkstur tey seinastu trý árini: 74 tilburðir í 2001, 80 tilburðir í 2002, 87 tilburðir í 2003. Seinasta fráboðan av Syfilis liggur 11 ár afturi í tíðini, og Gonorré, ið eisini skal fráboðast lands- læknanum, var seinast frá- boðað fyri fýra árum síðani. 340 mió nýggir tilburðir »Í hesum døgum er óvitan um sexuelt transmitteraðar infektiónir, ella STI, felags fyri mangar tanáringar og ung vaksin kring heimin,« skrivar Newsweek, »og hetta er í ferð við at føra til eina nýggja globala heilsu kreppu. Á hvørjum ári verður boðað frá 340 milli- ónum nýggjum tilburðum av STIum — ein 40 prosent vøkstur síðani 1990, sam- bært World Health Org- anization. Tað mest órógv- andi er at meira enn helvtin av øllum nýggjum tilburð- um av STIum fyrikoma millum ungar menn og kvinnur undir 25 ár, og av hesum siga 41 prosent seg hava havt óvart sex undir tí seinasta árinum. Fyri tíggju árum síðani mettu serfrøð- ingar innan heilsurøkt at prostituerað, homosexuellir menn og intravenøsir rús- evna misnýtarar útgjørdu high-risk bólkin. Ídag er størsti vandabólkur, sam- bært nýggjum World Bank frágreiðingum, fólk undir 25 ár.« »Tann manglandi til- vitskan um kynsliga heilsu líkist einum bakkasti aftur til tíðliga í 1980unum, áðr- enn hóttanin frá AIDS kast- aði ein deyðans skugga yvir tilvildarligt sex,« skrivar Newsweek víðari. Ein tørvur á kynsligari útbúgving er ikki øll søgan, meinar tíðarritið, og vísir til eina mentan av gáloysnum kynslívi sum hevur vunnið fram millum tað yngra ættarliðið. Í USA hava miðlafrásagnir nýliga pro- filerað framvøksturin av ‘vinum við fyrimunum’ — tað er tanáringar ið deila kynsligar tænastur á óbundnum stigi. Traditi- onell málgøgn sum MTV, internet porno og sendingar sum ‘Sex and the City’ verða, saman við nýtslu av alkoholi og øðrum rús- evnum, útpeikað sum við- virkandi orsøkir til vaks- andi promiskuitet. Hava føroyingar sum heild higartil tikið væl undir við Tele- varpinum, so sær stjórin tó fyri sær eina stóra tilgongd í vetur. [SJÓNVARP] Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Alt bendir á at Televarpið hevur fingið ein ferman fót á tí føroyska marknaðinum fyri fylgisveina sjónvarp. Meðan leiðslan frøist um øktan sendikapasitet og betraða tænastu, setir hon samstundis nøsina fram ímóti einum uppsvingi í vetur. »Vit eru væl nøgd við gongdina,« segði stjóri Televarpsins, Laila Hentze. »Fólk eru vorðin meira von við Televarpið samstundis sum tøkniligar ábøtur hava verið gjørdar og úrvalið av rásum er víðkað, umframt at sendinetið er útbygt… Skjótt síggja Hósvík og Vestmanna, og seinni vón- andi meginparturin av Vág- unum eisini, signalið frá okkum. Tá røkkur sendi- netið út til umleið 80 pro- sent av landinum, hvat ið fyribils má metast sum handilsliga optimalt í sam- anhanginum.« »Sølutølini vísa ein fínan vøkstur í undirtøku millum fólk, men eg vænti at nú í vetur fara vit at síggja eina enn størri tilgongd. Á vetri sita fólk vanliga meira inni enn tey gera á sumri, og júst komandi vetur verður okkara fyrsti á hesum menningarstigi.« Sambært leysligum met- ingum situr Televarpið ídag á umleið helvtini av markn- aðinum fyri fylgisveina sjónvarp í Føroyum, í harð- ari kapping við fyrst og fremst nakrar av pakkunum frá Canal Digital. »Vit samstarva bæði við Canal Digital, Viasat og Sjónvarp Føroya, og eg haldi vit hava fingið nakrar passaliga samansettar pakkar,« segði Laila Hentze. »Og so hava vit eisini Rás 1.« Men Televarpið er bund- ið av føroyskari lóg, hvat veitarar í útlandinum ikki eru. Er hetta ein trupul- leiki? »Nøkur meina at vit missa viðskiftafólk gjøgn- um at sløkkja fyri onkrum av teimum sendingum ið annars verða vístar á ávísum rásum. Talan er um ein kappingar avlagandi tátt sum liggur í at vit mugu fylgja lógum sum út- lendskir veitarar sleppa undan. Men har kann tað øvugta eisini vera galdandi, nevniliga at barnafamiljur og onnur heldur vilja sleppa undan at fáa tilfar av tí slagnum inn um stovugátt; tá kann ein skerj- ing gerast ein fyrimunur fyri okkum í kappingini. Úrvalið er kortini so ótrúliga stórt!« Altjóða kynslig kreppa ávegis Televarpi væntar vøkstur í vetur Mikukvøldið byrjaði Pensjónistafelagið í Havn aftur hugna- løturnar, sum verða hildnar í Losjuni hvørt mikukvøld vetrarmánaðarnar PENSJÓNISTAHUGNI Myndir: Jens K. Vang Orð:Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Tað nýtist als ikki at verða keðiligt at gerast pensjón- istur - og tað var eisini alt annað enn keðiligt í Losj- uni mikukvøldið, tá pensjónistarnir savnaðust aftur aftaná summarsteðg- in. Borðreitt var við heima- bakaðum breyði og við- skera, dúgliga varð sungið og søgurnar vóru nógvar. Erling Poulsen var ein av teimum umleið 40 fólk- unum, ið høvdu leitað sær í Losjuna hetta kvøldið. Hann hevur verið lærari í mong ár, og veit nógvar góðar at fortelja frá skúla- tíðini. Ein av teimum er um dreingin, sum hvønn ein- asta morgun var ov seinur í skúla og hvørja ferð hevði eina nýggja umbering. Ein kaldan vetrarmorgun við frosti og kava, er drongurin, sum ikki einaferð, ov sein- ur. Lærarin spyr, hvat nú er á vási og hví hann aftur er ov seinur. Jú, sigur drong- urin, eftir at hava hugsað seg um lítla løtu - vekjara- klokkan var fryst... Erling sigur, at hann gloymir ongnatíð rópini og láturin frá hinum næming- unum, tá drongurin kom við hesi heldur ivasomu frágreiðing. Og láturin skortaði held- ur ikki millum pensjónist- arnar hesar frálíka hugna- ligu tímarnar, hugnaløtan vardi. Skráin á hugnaløtunum mikukvøldini er ymisk og fjølbroytt. Við hvørt verða fyrilestrar hildnir, ella hugt verður at filmi. Onnur kvøld verður farið upp á gólv, og komandi miku- kvøld er ætlnanin at hava bingo. Tá bingo er á skránni, kunnu limirnir hava gest við sær. Pensjónistafelagið hevur um 110 limir. Ása Dam er forkvinna, men er burtur- stødd í løtuni, so tey, sum ynskja at gerast limir, kunnu venda sær til næst- formannin, Suna Joensen á telefon, 313409. Tað man hava verið, tá Pensjónistafelagið helt til í Ydun í Reynagøtu, at Hanna Lindenskov yrkti henda skemtiliga sangin Lag: Den er fin med kompasset Ert tú gránað í erva og møðin man nerva stutt sagt, er tú nú vorðin gomul og grá. :,:So miss ikki mótið, men lyft bara høvdið, tí oman í Ydun kanst tú altíð gá, Tralala lalala....:,: Tú stúrir og skrukkar, tað andlitið rukkar, so minst til, at tú tekur smílið uppá :,: Ver glað nú í sinni, goym bara ljós minni. Tú verður til sins sum til dansin at gá. Tralala lalala....:,: Aleina at sita, ja, tað skalt tú vita, tað er ikki gott fyri gomul og grá. :,: Kom út millum manna, og tú fært at sanna, at betur tað er sær ein sjavsin at fá. Tralala lalala....:,: Um tú kennir teg troyttan og móðan, upproyttan, ja, hóast tú tekur dagligt med’sin :,: Tú skalt mær trúgva - eg vil ikki lúgva - Tað besta jú er eitt hjartaligt grin. Tralala lalala....:,: Og túrar at ganga - um ei av tí langa - er kondi so gott fyri gomul og tung. :,: Ei bara at sita, men gumpin at flyta, um ikki so nógv, sum tá vit vóru ung. Tralala lalala....:,: Um líktorn tú hevur, og um tað teg gremur, so vil eg tær geva her ráðini góð: :,: Eitt fat tú tær tekur, og grýn í tað letur, av vatni so mikið, um øklarnar stóð. Tralala lalala....:,: O sum tú nú situr, Og føturnar flytir Og filosoferar um mangt og um hvat: :,: Um Gággan enn spældi, heilt sikkurt eg haldi, eg hevði mær svingað. Nei, Halt nú uppat! Tralala lalala....:,: So grá og so gomul vit verða øll somul, sum unnast at liva í hesari verð. :,:Men sinnið tað unga uppvigar tað tunga so aldurin als einki okkum hann ger. Tralala lalala....:,: Skemtilig løta hjá pensjónistunum Dúgliga varð sungið og søgurnar vóru nógvar í Losjuni mikukvøldið, tá pensjónistarnir savnaðust aftur aftaná summarsteðgin Tá spælimaðurin, sum skuldi koma at spæla, fekk forfall, var Johannes Simonsen skjótur at kasta arbeiði frá sær og koma í Losjuna við harmoniku sínari Tey gomlu duga sanniliga at skemta sær. Tað er Hanna Lindenskov til vinstru, ið hevur yrkt skemtiliga sangin, vit prenta her á síðuni Borðreitt var við heimabakaðum breyði og viðskera. Ein fulgur sang, at Suni Joensen hevði bakað bæði rugbreyð og hvítt breyð - í hvussu er og ikki, smakkaði alt avbera væl C M Y K 9 8