fríggjadagur 3. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 167 - 3. september 2004
Nr. 167 - 3. september 2004
11
Eitt nýtt tíðarrák eyðkennir støðuna í føroyska
vinnulívinum. Hetta rák merkir, at stórar og
týðandi føroyskar fyritøkur fara á útlendskar
hendur. Hetta rák er vælkent uttanlands, har
fyritøkur og virki støðugt skifta ánara. Seinastu
árini hava eitt nú amerikanskar fyritøkur keypt
upp stórar partar av danska vinnulívinum.
Eitt tílíkt rák er í sjálvum sær hvørki gott ella
ringt. Kapitalurin hevur einki føðiland, segði
gamli Marx, sum vit ikki hoyra so nógv til fyri
tíðina. Hetta nýtist ikki at merkja, at hann er úti.
Hann kemur heilt vist inn aftur á politiska
leikpallin, áðrenn nakar varir. At kapitalurin
einki føðiland hevur merkir sjalvsagt, at privat-
ur íløgupeningur fer har, sum hann gevur mest
av sær til eigaran. Her eru vit við nakað áhuga-
vert og kanska við nakað, sum er sermerkt og
øðrvísið við Føroyum. Føroyar eru helst eitt
sindur øðrvísið við tað, at nógvar av teimum
gomlu og sera vælkonsolideraðu fyritøkunum
altíð hava sýnt eina serstaka ábyrgd mótvegis
arbeiðsfólki, sjófólki og medarbeiðarum sum
heild. Hetta hevur verið mestsum eitt serfør-
oyskt fyribrigdi. Óneyðugt er at nevna nøvn í
hesum sambandi. Sum dømi um hetta kunnu vit
nevna, at vanligt var, at fólk, ið sum ung komu
at starvast hjá hesum fyritøkum, ofta vóru ver-
andi fyri alt arbeiðslívið.
Vit uppliva nú nakað annað. Stórar og vælskip-
aðar gamlar fyritøkur fara á útlendskar hendur.
Hetta vil oftast siga tað sama sum íslendskar
hendur. Vit uppliva sostatt, umframt mentanar-
imperialismu úr Danmark, eitt slag av
friðaligari búskaparimperialismu úr útnorði.
Hetta kunnu vit einki gera við. Okkum kann
dáma hetta rák ella ikki dáma tað. Vit fáa einki
gjørt við tað! Kapitalur, vørur og arbeiðsmegi
hava nú frítt at fara um at kalla alt Europa og
harvið eisini í útnorði. Spurningurin er bert,
hvussu hetta rákið fer at ávirka samfelagið sum
frálíður. Fer alt at vera sum fyrr? Fer hetta at
gagna føroyskum vinnulívi ella fer hetta rák at
drena føroyskt vinnulív fyri penng, orku, áræði
og trivnað? Svarið blæsir í vindinum, og bert
framtíðin kann geva svarið. Tó eru longu nú
tekin í sól og mána til, at broytingar eru á veg
og at brátt er einki, sum tað var, tá tær stóru og
gomlu familjufyritøkurnar vóru á føroyskum
hondum. Hvør, ið vinnur og hvør, ið tapir í hesi
gongd, vil tíðin vísa.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Á útlendskar hendur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Til Páll á Reynatúgvu og Høgna Hoydal
Edvard Joensen
baðmaður á Sosialinum
Kunnu Páll á Reynatúgvu
og Høgni Hoydal, løgtings-
menn, vera so vinaligir at
vísa á, nær og hvar Sosi-
alurin hevur niðurgjørt ella
skrivað negativt um húsini í
Sandavági,
sum
keypt
vórðu til sambýli fyri
sinnisveik?
Hetta løgdu teir í orða-
skifti á Løgtingi mikudagin
1. september 2004 Sosialin
undir.
Sum blaðmaður á Sosial-
inum við redaktión í Vág-
um hevur undirritaði skriv-
að um húsini tann 23. janu-
ar 2003, stutt eftir, at tey
vóru keypt, og aftur 1. juli
2004, tá starvsfólkini møttu
til arbeiðis. Aftur var ein
grein við frásøgn frá mót-
tøku tann 27. august 2004.
Ongastaðni í greinunum
dugi eg at síggja, at skrivað
er nakað um, hvørt húsini
eru egnað til ætlaða enda-
málið ella ikki. Av teirri
einføldu orsøk, at tað meti
eg meg ikki hava fakligan
førleika til at døma um.
Kortini leggur Páll á
Reynatúgvu í spurningi til
landsstýrismannin undir-
ritaða
beinleiðis
undir
hetta, og Høgni Hoydal
loypur sum kenda trøllið úr
eskjuni upp á tingsins røð-
arapall og staðfestir pá-
standin
hjá
Pálli
á
Reynatúgvu.
Hinvegin er í Sosialinum
víst á tann søgulig veru-
leika, at húsini stóðu tóm í
umleið hálvtannað ár eftir
at tey vórðu keypt. Fyrr-
verandi samgongan við
tveimum landsstýrismonn-
um á økinum sýndi ikki
nóg mikið av førleika til at
taka húsini í nýtslu. Tað er
staðfest. Eisini er staðfest,
at tað gekk umleið eitt hálvt
ár frá tí, at tveir landsstýris-
menn vórðu skiftir út við
ein, til lív kom í húsið.
Hvørjar negativu glósur-
nar um bygningin eru, sum
Páll á Reynatúgvu í fyri-
spurningi sínum beinleiðis
leggur undirritaða undir,
fer hann væntandi at út-
greina.
Sjálvur havi eg allar
greinarnar, ið skrivaðar eru
um málið, tøkar, og hóast
eg havi lisið tær umaftur,
finni eg ikki hatta, teir
báðir tjóðveldistingmenn-
inir tosa um.
Hóast tað er ikki sørt
smikrandi at verða bein-
leiðis partur av fyrispurn-
ingi á Løgtingi, hevði tað
verið stuttligari, um tað,
sum sagt varð, var sannheit.
Derick Herning
Lerwick
Shetland ZE1 0AN
Í Hetlandi hava vit eina ta
vakrastu sandstrondina í
Skotlandi, - nevniliga St.
Ninian´s
Ayre.
Henda
strondin
bindur
saman
oynna
St.
Ninian
og
høvuðsoynna "Mainland".
Her bróta aldurnar frá
Atlantshavinum upp á land
frá báðum síðum, og stund-
um kunnu bylgjur norðan-
ífrá og sunnanífrá koma
saman mitt á strondini, tá ið
illveður er. Fyri 25 árum
síðani høvdu fólk enn loyvi
at taka sand og grót haðani
ið varð brúkt til húsa-
bygging osf. Men so nógv
tilfar varð tikið at enda, at
tað kundi gera eitt varandi
skarð á strondina. Myndug-
leikin í Hetlandi skilti, at
nú var ein náttúruvakur
staður í stórum vanda og so
varð kunngjørt at tað var
bannað í framtíðini at taka
sand og grót.
Hví skrivi eg um
hetta?
Í Rituvík havi eg verið
einar fimm ferðir, síðani eg
kom fyrstu ferð til Føroya í
1973. Á sumri tá, var nátt-
úran í og rundan um Rítu-
vík
rík
og
blómandi.
Sjógvurin kundi vera bláur,
grønur, gyltur ella silvur-
littur alt eftir tíðarskeiði og
veðri.
Á
víkini
fleyg
sjófuglur í hundraðtali og
lát og skríggj hansara
hoyrdist frá morgni til
myrkurs.
Nú er víkin næstan
ljóðleys og sjógvurin hevur
ein tungan gráan lit. Hvat
er hent her? Eg havi hoyrt
at skip regluliga koma til
Rituvíkar fyri at pumpa
sand og grót, ið skal brúk-
ast til húsa-, vega- og klo-
akkbygging. Hetta virk-
semið verður framt, at
síggja til, uttan loyvi ella
umsjón.
Hví
kemur
myndugleikin ikki upp í
leikin? Hetta virksemið
oyðileggur sjóvarumhvør-
við í Rituvík: uttan sand
gýtur smáfiskur ikki, seiður
og nebbasild eru longu
horvin, og sjófuglur finnur
onga føði og fer av víkini.
Soleiðis doyr umhvørvið.
Føroyingar eru í nógvum
førum undan Hetlending-
um, men viðvíkjandi nátt-
úruvernd kunnu teir enn
læra eitt sindur av okkum.
Eitt hjartasuff
VIÐMERKINGAR
Folkets kirke er evangelisk forpligtet over
for folket!
Mogens Tilsted
Christensen
Sognepræst
Præstegården FO-
430 Hvalvík
Færøerne
I debatten om spørgsmålet
om, hvorvidt vielser skal
ud af kirkerne er der
følgende at bemærke:
Juridisk set er ægteskabet
en borgerlig institution.
Men der er noget mere i
ægteskabet. Det er her,
kirken
kommer
ind
i
billedet.
Kirken er bygget på
grundlag troen på Gud, der
elskede verden så højt, at
han sendte sin søn Jesus
Kristus i menneskeskikk-
else til denne jord (in-
karnationen).
Den kristne kirke og altså
også den danske folkekirke
bør selvfølgelig vedblive at
foretage vielser af mand og
kvinde, idet vielsen er en
guddommelig velsignelse
af skaberværket vedrør-
ende mand og kvinde, der
skal være frugtsommelige.
Vielserne
af
mand-
kvinde sammenføringerne
skal kirken selvfølgelig
gøre af de grunde, som den
selv står for.
Kirkens grundlag er Gud.
Og i skabelsesberetningen,
som kan læses om i
allerførste kapitel i bibelen
ses, at Gud skabte menn-
esket i sit billede ˆ som
mand og som kvinde skabte
han dem for at de skulle
være frugtsommelige (avle
børn).
De to skal blive ét kød.
Derfor skal vielser af
mand og kvinde selvfølge-
lig vedblive at være en
kirkelig handling.
Men hvis verden og dens
befolkning
som
sådan
ønsker vielser af 2 af
samme køn eller for den
sags ønsker at føre folk
eller noget sammen af
andre perverse grunde og
gøre deres samvær juridisk
gyldige, så hører disse
ganske enkelt ikke hjemme
i kirken.
Selvfølgelig skal folke-
kirken ikke skilles ud fra
staten på dette grundlag
eller af andre grunde.
Den verdslige øvrighed
kan ikke undvære kirken,
og kirken kan heller ikke
undvære
den
politiske
verden, så længe den er
folkets kirke.
Men at den er folkets
kirke forhindrer ikke, at
den skal forkynde evangeli-
et og handler derefter for
folket.
Jón Ellendersen
Tá eg læs námsfrøði á uni-
versitetinum á Amager,
undraðist eg mangan á, at
hvørja ferð vit tosaðu um
elituskúlarnar í Fraklandi
og Onglandi, kom øði í
danir. Teir brúktu meiri tíð
uppá at rakka elituskúlar-
nar niður, enn teir nýttu
uppá at kanna tað, vit veru-
liga skuldu: Hvørja úrtøku
høvdu næmingarnir á elitu-
skúlunum í mun til vanliga
danska fólkaskúlan. "Nej, i
den danske skole er alle
lige; ingen bliver fremhæv-
et. De svage nyder godt af
den synergi, som opstår i
den danske folkeskole og
de dygtige elever har kun
godt af at lære at færdes i
forskellige miljøer!"
Jú, gamaní. Men sig mær,
eru dugnaligir næmingar
eitt slag av børnum, sum
liva sum holubúgvar ella
eremittar, verða teir ikki
frelstir av fólkaskúlanum?
Eg minnist eisini tá eg gekk
í Sankta Frants Skúla í
Havn, ein privatur katólsk-
ur skúli, har flestallir næm-
ingar lærdu meiri enn teir
gjørdu í grannaskúlanum,
Kommunuskúlanum. Hetta
sást best tá vit komu í
Hoydalar. Men, næmingar-
nir úr fleiri bygdaskúlum
lógu á hædd við næmingar-
nar úr Nonnuskúlanum.
Hvat var munurin? Dis-
ciplin var eitt, at tiga í
tímunum var eitt annað og
vitanin um, at dugdi tú væl
og var nærlagdur, bíðaði
ein "gularót" í hinum end-
anum.
Kommunuskúla-
børnini vóru meiri áhugaði
í at gera seg upp, fjasa,
larma og brúka seg. Og tað
sæst fyri stóran part aftur í
samfelagnum í dag. Tey,
við teimum bestu eksami-
unum eru nærum altíð
næmingar úr Nonnuskúlan-
um ella einum bygdaskúla.
Súrt kanska, serliga fyri teir
næmingar, sum hava brúkt
so nógv ár í einum skúla,
sum bert hevur lært tey 2/3
av tí, næmingarnir úr
Nonnu- og bygdaskúlunum
hava lært.
Nú eru sjálvandi undan-
tøk, góðir næmingar úr
Kommunuskúlanum
og
vánaligir úr Nonnu- og
bygdaskúlunum, og soleið-
is er tað altíð. Tað eru eisini
vánaligir næmingar í elitu-
skúlunum.
Men tá samanlíknast
skal, so hava alt ov mong
hug at javnmeta ensku og
fronsku elituskúlarnar við
japonsku skúlarnar, og á
tann hátt rættvísgera tey
tað, vit sóu í sendingini týs-
kvøldið um tveir danskar
skúlaflokkar. Men hetta er
ein fullkomiliga vónleys
samanbering. Ensku og
fronsku
skúlarnir
hava
einki at gera við teir jap-
onsku, líka so lítið sum teir
donsku hava at gera við
elituskúlarnar í Onglandi
og Fraklandi.
Úrslitið síggja vit! Alko-
holiseraðar
tannáringar,
stórsøla av narkotiskum
evnum í fólkaskúlanum,
børn, sum einki annað vita
sær til undirhald enn teld-
una og videospælaran. Tey
eta skeivt, sova tilvildar-
liga, eru ofta deprimeraði,
sættast illa við foreldur og
systkin og eru mangan sera
einsamøll. Fleiri teirra hava
bert tjattarar á alnótini sum
"vinir" - tey hava mist sam-
bandið við veruleikan, og tá
tey koma í skúlan, duga tey
ikki at tilpassa seg, tí skúlin
er fullur av livandi, nær-
verandi børnum.
Hetta er ikki bert gald-
andi fyri teir vánaligu
næmingarnar, nei, teir góðu
eru væl við. Vit hava fingið
tað, sum annar lærarin í
sendingini segði: Øll eru
vorðin líka býtt! Eingin
hevur notið ágóðan av hes-
um hasarderaða, politiska
vágaverki - hvørki næm-
ingar ella lærarar.
Og tíanverri er tað sama
við at henda í føroysku
skúlunum. Fyrr vóru tað
teir donsku skúlarnir, sum
skoraðu
botnplossini
í
kanningunum, men nú eru
teir føroysku væl á veg.
Skúlin er ikki longur fyri
børnini. Skúlin hevur einki
at geva teimum. Og lærar-
arnir eru frustreraðir. Og
fyri at leggja stein oman á
byrði, krevja foreldur at
skúlin skal uppala børnini.
Hvat foreldrini so skulu,
hava tey enn ikki greitt frá.
Hvussu í Himmalsins navni
vanta tey, at ein lærari skal
uppala 30 næmingum, 2-6
tímar um vikuna. Nær skal
hann so vera lærari.
Fá tað inn í heysin: Vit
vera aldri líka, enn minni
eins av at skúlin verður
gjørdur til eitt slag av
búrhøsnaframleiðara. Teir
góðu næmingarnir eru góð-
ir av mongum orsøkum, teir
vánaligu eru vánaligir av
líka mongum orsøkum - og
í miðjuni liggja teir næm-
ingar, sum bøta mest av
øllum, tí teir detta full-
komiliga niður í millum.
Tá sjálvur Sosialurin,
talirørið fyri "at øll skulu
vera so líka so líka" er farin
at tala at, tá er helst uppá
tíðina, at vit vakna. Ella
skulu vit ikki longur hava
føroyskar læknar, verkfrøð-
ingar, økonomar og hinu-
megin, føroyskar skiparar,
bilsmiðir og timburmenn?
Skulu vit bara hava ein
gráan hóp av ungdómi, sum
ongan møguleika hevur at
klára seg í universitetunum
ella á teimum teknisku og
maritimu útbúgvingunum?
Skulu vit hava ein gráan
hóp, sum livir av Valium og
válar inn og út á psykiatr-
iskum deildum tí tey hava
mist sín virðismikla id-
entitet?
Eg veit ikki, men kanska
vit bara skulu bíða til vit
hava oyðilagt framtíðina
hjá fleiri hundrað næming-
um avtrat og prógva, at
"survival of the fittest"
hóast alt ikki var nøkur
høpisleys teori. Skulu vit
vera leverandørar av 5% av
yvirlivarum, 30% av teimu-
m, ið klára seg so dánt og
65% av taparum, sum ong-
antíð upplivdu, at dreym-
arnir gjørdust veruleiki tí
teir brustu í skúlanum?
Fara politikararnir og
"øll-skulu-vera-líka-lærar-
arnir" at kappast um at taka
ábyrgdina tá sáið, teir sáa í
dag er følnað og kvalt av
ókrúti? Og skulu skúlarnir
at enda vera ein leikvøllur
hjá einum frustreraðum
hópi av lærarum, sum hava
gloymt hví teir lósu til
lærara og næmingum, sum
ikki longur vita, at í skúl-
anum kanst tú búnast til
framtíðina?
Tað verður helst, sum
abbi mín plagdi at siga:
"Ganga í skúla í hundrað ár
og so koma heim við einum
idiotsprógvi!"
Javni bjóðar limum sínum
møguleikan fyri at fáa
ráð-og
vegleiðing
frá
sosialráðgeva
Javni, sum er felagið
hjá fólki við menningar-
tarni og familjum teirra,
fer nú at bjóða limum
sínum møguleika at tosa
við sosialráðgeva.
Endamálið hjá Javna er
at stuðla fólki við menn-
ingartarni og avvarðandi
teirra og virka fyri áhuga-
málum teirra.
Tí hevur tað longi verið
eitt ynski í Javna at kunna
bjóða limum sínum hetta.
Nú verður tað ein veru-
leiki. Vit vita ikki hvussu
stórur tørvurin á hesi
ráðgeving er, men ivast
ikki í at tørvur er.
Frá 1. septembur kemur
Karin á Heygum, sosial-
ráðgevi, at arbeiða á
skrivstovuni á Javna, har
hon eisini nakrar tímar
um vikuna kemur at virka
sum sosialráðgevi hjá
limumun í Javna.
Hevur tú brúk fyri
hesum, er tú vælkomin at
støkka inn á skrivstovuna
á
Hoydalsvegi
40
í
Tórshavn.
Tú
kanst
ringja
á
telefon 314827, ella tú
skrivar teldupost adressan
er: javni@javni.fo
Tíðindaskriv
frá Javni
Fólkaskúlin: Skal hann vera staðið, har dreymarnir bresta?
C
M
Y
K
11
10