Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 167 - 3. september 2004 Nr. 167 - 3. september 2004 13 Aðrir bollar á suppuna Eg eri sannførd um, at tað er ein bági fyri Føroyar, at so fáar kvinnur eru við at taka tær avgerðir, ið verða tiknar í polit- ikki VIÐMERKING Rúna Sivertsen Okkara samfelag hevur ongatíð fyrr verið so lógarásett, sum tað er í dag, Nærum alt lívið, frá vøggu í grøv, er skipað við lógum og reglugerðum. Men av eini ella aðrari orsøk, eru fáar kvinnur, sum ynskja at verða við í tí politiska liðn- um, har avgerðirnar verða tiknar. Í hvussu er, er lutfalli millum menn og kvinnur á vallistunum ógvuliga misjavnt. Tá munurin millum menn og kvinnur á listun- um er so stórur, er heldur ikki undarligt, at kynja- býtið á tingi verður mis- javnt. Tí er neyðugt, at fleiri kvinnur vilja stilla upp til løgtingsvalini! Og rekruttering var júst eitt eitt av evnunum, sum varð tikið upp á kvinnu- seminarinum, sum varð hildið á Hotel Føroyum í seinastu viku undir heitin- um, "At økja um kvinn- urnar lut í politisku av- gerðarprosessini". Tað eru londini í útnorði, Føroyar, Ísland og Grøn- land, sum hava tikið seg saman um hetta slagi av seminari, sum er ætlað kvinnuligum tinglimum í øllum trimum londunum. Men av tí, at bert tveir av politisku flokkunum á Føroya Løgtingi hava kvinnuliga umboðan, vóru flokkarnir noyddir at fara útum tingi eftir luttakarum. Fert tú á gátt á Føroya Løg- tingi, sært tú eina "prim- itiva forsamling", skilt á tann hátt, at har eru næstan bara tingmenn og lands- stýrismenn. Bert tríggjar kvinnur eru við at lóggeva fyri og stýra teimum viður- skiftum, sum tú, eg og okkara børn liva undir. Tær kvinnur, ið hava áhuga og kundu hugsað sær at luttikið í politikki, gera skeivt í ikki at lata seg stilla upp til val. Vit hava øll fingið ymisk evni í gávu frá skaparans hond - og evnini at luttaka har avgerðirnar verða tiknar eru givnar summum av okkum, bæði kvinnum og monnum. Tað var ongantíð ætlanin, at mennirnir einsamallir skuldu sita við allari ábyrgdini. Men tað er lættari at lata mennirnar um tær tungu avgerðirnar - og so kunnu kvinnurnar sita á síðulinjuni og grenja um, hvussu illa mennirnir duga at stýra samfelagnum. Í øllum lívsins viðurskift- um gongur best, tá maður og kvinna arbeiða saman, og tað sigur seg sjálvt, at skulu vit fáa best møgulig úrslit, er neyðugt at kvinn- urnar eisini eru við at taka avgerðirnar. Vit, sum fingu høvi at luttaka á seminarinum fingu nógv burturúr, og ætla okkum ikki at liggja á løtu síðuni, men at gera okkara til, at kvinnur í øllum Føroyum gerast til- vitagar um, hvussu neyðugt tað er, at kvinnur eru við í politisku støðutakanini. Hetta var fyrsta semin- arið av sínum slagi í út- norði. Framyvir verða sem- inar hildin fyri kvinnuligar tinglimir í útnorðurlondum annaðhvørt ár, næstu ferð í Grønlandi í 2006. Í seinastu viku var seminar í Hotel Føroyum undir heitinum, "At økja um kvinnurnar lut í politisku avgerðarprosessini". Tað eru londini í útnorði, Føroyar, Ísland og Grønland, sum hava tikið seg saman um hetta slagi av seminari, sum er ætlað kvinnuligum tinglimum í øllum trimum londunum. Men av tí, at bert tveir av politisku flokkunum á Føroya Løgtingi hava kvinnuliga umboðan, vóru flokkarnir noyddir at fara útum tingi eftir luttakarum Misskiljing ella manipulatión Kári Mortensen, lærari í studentaskúl- anum í Hoydølum Útvarpið bar mikukvøld- ið tey tíðindi, at Lands- stýrið hevur givið Menta- málaráðnum boð um at fyrireika umfatandi broyt- ingar í miðnámsútbúgv- ingunum. Nú veit eg ikki, um út- varpið hevur gjørt sær ómak at bera tíðindini rætt - tað vil siga, um tað passar, at Landsstýrið grundað á danska gym- nasiereformin heldur tíðina vera búna til ta heilt stóru fusiónina av mið- námsútbúgvingunum í skúladepil í Marknagili. Fryktandi er tó fyri, at tíðindini eru røtt. Vit vita jú, at sterkar kreftir í pol- itisku skipanini arbeiða fyri einum skúladepli í Marknagili. Og pínligt er tað, um politikkarar og embætisfólk í síni ivrig- heit eftir at fáa gongd á aftur hálvavegna steðgaða projektið í Marknagili við vilja ella óvitandi mis- brúka danska gymnasi- ereformin í eini "hen- sigten helliger midlet" herferð. Niðanfyri standa nøkur brot um danska reformin, sum eru tikin úr Uddan- nelsesguiden.dk " Reform af de gymnasiale ud- dannelser" Í Danmark er altso framvegis talan um 4 ymiskar útbúgvingar við 4 ymiskum hálvárs inn- leiðsluskeiðum. Eitt skifti millum útbúgvingarnar er bara ætlað teimum, sum eftir eitt hálvt ár halda seg hava valt skeivt og ynskja at skifta útbúgving. Har- aftrat hevur næmingur, sum skiftir útbúgving sjálv/ur ábyrgd av at innheinta tað írestandi í nýggju útbúgvingini. Eg vil við hesum staði- liga vísa á, at nýggja danska skipanin als ikki leggur upp til fusiónir av miðnámsútbúgvingum, sum summi við nógvum valdi kundu hugsað sær. Pláss er ikki her at fara longur inn í tjakið um broytingar í miðnámsút- búgvingunum. Stutt kann sigast, at vit vita øll, at okkara miðnámsútbúgv- ingar (og ikki minst stud- entaskúlin) eru tætt knýtt- ar at donsku útbúgving- unum. Tað er skilagott framvegis at hava hetta tilknýti, eisini at gera broytingar samsvarandi donskum broytingum og samstundis at gera broyt- ingar á teimum økjunum, sum serliga viðvíkja okk- ara egnu viðurskiftum. Kanska hava vit sum fakfólk ikki verið nóg góð at greiða frá okkara sjón- armiðum. Men boðskap- urin hesuferð er: Verið varðin við bygnaðarbroyt- ingum, blandið ikki orðini bygningur og bygnaður saman. Hyggið væl at verðandi miðnámsút- búgvingum og serliga teimum kvalitetum, tær hava hvør sær. VIÐMERKINGAR NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 3. september. Seraphia. Kristin trælkvinna úr Sýriulandi, sum varð hálshøgd fyri trúar sakir. Hósdagin 2. septem- ber kl. 14.00 læt Kirsten Mørup Jeppe- sen upp framsýning- ina »Spor« í Smiðjuni í Lítluvík í Havn Kirsten, ið er 60 ára gomul, hevur málað seinastu 10 árini, fyrst vóru tað mest alvarellir, men seinnu árini hevur hon bert málað olju- málningar. Fyri einum ári síðan hevði hon eisini eina fram- sýning í Smiðjuni, tá vóru myndaevnini føroysk, men hesaferð er talan um eina heilt annarleiðis framsýn- ing, sum hevur fingið heit- ið »Spor«. Kirsten er hálvføroysk, mamman er føroysk, Alma, dóttir Hans Nielsen, úr Kvívík, sum arbeiddi sum timburmaður. 51 oljumálningar eru á framsýningini sum verður opin til og við týsdagin 7. september, allar dagar frá kl. 14.00 – 20.00. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá pápi, verpápi og abbi okkara Jacob Peter Petersen Porkeri andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, ið á ymsan hátt vóru um hann bæði heima og á sjúkrahúsinum. Tøkk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum, kirkjuni og ervinum. Tøkk til kirkjutænarar og øllum tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Føroya Felag ímóti Krabbameini og til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Fyri tey avvarðandi Olga, Jónbjørg og Petur Martin Tøkk Vit vilja hervið hjartaliga takka øllum fyri sýnda samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði sonur, beiggi, systirsonur, ommu- og abbasonur okkara Eywind Dalsgaard Henriksen f. 4.11.83 – d. 13.8.04 doyði og varð jarðaður. Stóra tøkk fyri pening, sum kom inn ístaðin fyri blómur og kransar, ið allur verður latin til Rådet for større færdselssikkerhed i Ribe Amt. Jenny, Hallur, Amanda Maria,Winnie, Eystein, Aðalstein við familju og Tórhild við familju Kirsten Mørup Jeppesen: Spor í Smiðjuni Kirsten Mørup Jeppesen hevur framýningina »Spor« í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12 Internet -tað loysir seg! Lesið Sosialin veitst tú ikki tað?