Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 • fríggjadagur • 3. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo GÍ hevur gjørt av at leingja sáttmálan við pólverjan Popczynski, sum skal standa á odda fyri GÍ-liðnum komandi tvey árini FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Feløgini eru so smátt farin at fyrireika seg til komandi kappingarár. Síðsta viku- skiftið frættist, at HB og Heine Fernandez høvdu longt sáttmálan við einum ári, og Ove Flindt Bjerg hevur eisini boðað frá, at hann møguliga er áhugaður at halda fram í KÍ. Nú hevur GÍ so boðað frá, at Krzysztof Popczyns- ki framhaldandi fer at vera leikandi venjari hjá besta GÍ-liðnum. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála. Hetta er triðja árið, at Popczynski er í GÍ. Hann byrjaði í 2002 sum spælari, og seinastu tvey árini hevur hann verið leikandi venjari hjá Gí. Áður hevur Krzys- zof Popczynski spælt í VB, har hann gjørdist Føroya- meistari við vágbingum í 2000. Kennir seg sum Sysifos Krzysztof Popczynski er sjálvur fegin um, at sam- starvið við GÍ kann halda fram. – Málið er, at menningin av liðnum kann halda fram komandi kappingarár. Eg royni at menna ungar leik- arar við at geva teimum royndir í 1. deild, og soleið- is kunnu vit spakuliga menna liðið og røkka betri úrslitum, sigur venjarin úr Póllandi. GÍ hevur seinastu árini havt trupulleikar við, at stór frágongd hevur verið eftir hvørt kappingarár, og hetta hevur gjørt arbeiði hjá venjaranum torført. – Eg kenni meg onkuntíð eins og Sysifos, sum roynir at rulla ein stein niðan eftir fjallasíðuni, sigur Pop- czynszki og sipar til kongin Sysifos í grisku mytologi- ini, sum varð dømdur at rulla ein stein úr eini gjónni Tartaros í deyðaríkinum til ævigar tíðir. Hvørja ferð hann hevði rullað steinin niðan, rullaði steinurin omanaftur í gjónna. Men í ár verður frá- gongdin neyvan eins stór, og hon var í fjør, tá Bartal Eliasen, Bárður á Lakjuni, Janik og Símun Samuelsen fóru úr felagnum eftir kappingarlok. GÍ hevur tó mist tríggjar leikarar í summarsteðginum. Magn- us Skoralíð og Høgni Mad- sen eru farnir til ávikavist LÍF og ÍF, og Leivur Han- sen er farin til Danmarkar at nema sær útbúgving. Nevndin er nøgd – Krzysztof fekk uppgáv- una at byggja eitt nýtt lið upp, eftir at leikararnir frá teimum gyltu nítiárunum hava lagt skógvarnar á hill- ina. Nú er tað bara Pól Ennigarð eftir frá liðnum, sum vann fýra meistaraheiti á rað frá 1993 til og við 1996, greiðir formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen, frá. GÍ liðið er í dag mest mannað við ungum leik- arum, sum eru uppvaksnir í felagnum, og tað hevur verið uppgávan hjá Krzys- ztof at menna hesar leikar- arn-ar til 1. deildarspælarar. – Framgongdin hevur verið eyðsýnd í hesum tíð- arskeiði, og 1. lið liggur í dag á einum 4. plássi, og møguleikarnir fyri heiðurs- merki eru framvegis til staðar. Felagið er nøgt við framgongdina og sær góðar møguleikar við hesum unga liði og metir tískil, at tað er natúrligt at leingja sam- starvið við Krzysztof Pop- czynski, sigur Jógvan Gre- gersen Nevndin fegnast um at hava longt sáttmálan við Krzysztof Popczynski, tí tað skerst ikki burtur, at hann er ein tann fremsti leikarin og venjarin her á landi. Eisini er venjaraspur- ningurin loystur í góðari tíð, so at arbeiðsfriðurin er tryggjaður, og leikarar og nevnd kunnu konsentrera seg um komandi kapping- arár. Seinastu nógvu árini hevur Maria á Lofti verið fastur ferðaleiðari, tá landsliðið hevur roynt seg í altjóða kapping LANDSLIðÐSFERÐ Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Basel, Sveis: Umframt landsliðsleikarar við til- hoyrandi hjálparfólki og fjølmiðlum, so er tað van- liga soleiðis, at restin av sessunum í flogfarinum hjá Atlantic Airways verður fylt upp við ferðafólki. Soleiðis er eisini hesa- ferð, og umframt vanliga fasta hópin av trúføstum stuðlum, so er Maria á Lofti – hon er ferðaleiðari – eisini partur av hesum ferðalagnum. Eftirhondini má eisini sigast, at hon er vorðin fast- ur partur av hesum ferða- lagnum, og sjálv dylir hon ikki fyri, at hetta er ein partur av starvinum, sum henni dámar væl. Eisini hóast hon sigur, at hjá sær er tað meira arbeiði enn frítíð á eini slíkari ferð. – Hevði eg bara duga at slappað av á eini slíkari ferð, men tað dugi eg ikki. Eg má alla tíðina ansa eftir, at øll onnur hava tað gott, og at tey eru komin á rætta pláss og soleiðis. – Men tú kanst gott siga, at tað við tíðini er vorðið til ein serstakan livimáta, at man soleiðis ferðast við liðnum. Fyrsta ferðin hjá mær var í Spania, og síðani havi eg so verið við á øllum ferðunum. Og tað er kanska ein ser- ligur háttur at ferðast uppá? – Tað má mann siga. Tú fert jú beinleiðis úr Føroy- um, og bæði umstøður og veðurlag eru jú heilt øðr- vísi, tá tú kemur úr flogfar- inum, so bara tað í sjálvum sær er øðrvísi, enn um ferð- in gongur til Danmarkar. – Og so er tað bara so, at tá flogfarið hevur sett seg, so fari eg at hugsa. Er alt nú, sum tað eigur at vera. Er bussurin klárur at taka ímóti okkum? Er hotellið soleiðis, sum tað eigur at vera, ella skulu vit klaga um, at tað ikki er í lagi? Tað eru ting, sum vit alla tíðina mugu ansa eftir, men tí- betur plagar tað vanliga at ganga hampuliga gott kort- ini. Og at enda settu vit sjálv- andi Mariu spurningin, hvørt hon við tíðini er vorð- in meira áhugað í fótbólti, enn hon var, áðrenn hon fekk hesa uppgávuna á starvsplássinum. – Ja, landsliðsfótbólti eri eg vorðin øgiliga áhugað í, men heimliga kappingin sigur mær ikki tað stóra. Maðurin plagar eisini at skelda um, at eg ongan tíð eri við vøllin í Sandavági, men soleiðis er tað bara. Tað er bara landsliðið, sum sigur mær nakað í so máta, sigur trúgvi ferðaleiðarin hjá Atlantsflogi at enda. RÆTTING Stefan í Skorini Í blaðnum í gjár høvdu vit eina grein um U-19 landsliðið hjá monnum, sum júst er úttikið. Av misgáum hevur grein- skrivarin ikki fingið øll nøvnini á leikarunum við í blaðið. Tríggir leikarar vant- aðu í yvirlitinum í grein- ini, og teir eru Símun Louis Jacobsen úr GÍ, og Jóhan V. Gunnarsson og Ásbjørn Gunnarsson úr B36, sum also eisini eru við á U-19 landsliðnum. Rætting til U-19 landsliðið Maria er altíð við – Hevði eg bara duga at slappað av á eini slíkari ferð, men tað dugi eg ikki, heldur Maria, sum tó ikki dylir fyri, at tað er ein serstakur hugni við hesum landsliðsferðunum GÍ og Popczynski longt sáttmálan Krzysztof Popczynski heldur fram sum leikandi venjari í Gøtu. Hann hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við GÍ. Her er hann evropeiskum dysti fyri GÍ Savnsmynd 15 14 Nr. 167 - 3. september 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mikudagin 1. septem- ber var móttøka á Gjáargarði við Gjógv í sambandi við at húsið hevur fingið nýggjar eigarar. Atlantic Airways, Greengate Incoming, Framtaksgrunnurin, og Eirik Suni Dani- elsen eru stovnarar av P/F Gjáargarði Myndir: Jens Kristian Vang Tað var hugnaligt hjá teim- um, sum komu til móttøk- una, ið byrjaði á Gjáargarði mikudagin kl. 16.00. Tey vórðu m.a. møtt við horn- tónleiki frá leikarum í GHM, ið spældu á altanuni. Stjórin á P/F Gjáargarði, Eirik Suni Danielsen, beyð øllum at vera vælkomin og segði frá ætlanunum við húsinum. Í síni røðu fegnaðist bygdaráðsformaður við Gjógv, Sofus Johannesen, um at Gjáargarður nú verð- ur brúktur til nógv ymisk endamál, og beyð hann nýggju eigarunum væl- komnum til bygdina. Vegna Eysturoyar Ferða- vinnufelag og skótadepl- arnar í Kambsdali og á Selatrað, helt Kjartan Dals- gaard eisini røðu. Hann sá fyri sær nógvar møguleikar við samstarvi millum skótadeplarnar og Gjáar- garð. Eisini spældu Andrea Heindriksdóttir og Kári Bæk nøkur stykkir fyri obo og floytu, og Bjarni Lisberg spældi klavertónleik undir allari móttøkuni. Seinni var felagssangur, og farið varð uppá gólv, tá gjáarmaðurin Jógvan Sofus Ferjá skipaði eina vísu. Millum 250 og 300 fólk vóru til móttøkuna hendan dagin. Stjórin í P/F Gjárargarði, Eirki Suni Danielsen, er 42 ára gamal og havnarmaður. Hann er útbúgvin húsa- smiður og byggifrøðingur. Hann hevur undirvíst á timburdeildini á Tekniska Skúla í Havn og er sam- skipari av skeiðum hjá Skeiðsdepliunum við Marknagilsvegin. Hann spælir eisini tuba í GHM og hevur verið virkin í skóta- arbeiði í Føroyum. Saman við Atlantsflog, Greengate Incoming og Framtaksgrunnurin hevur Eirik Suni nú keypt Gjáar- garð. P/F Gjáargarður, Gjógv: Nýggju eigararnir ynsktir vælkomnir til Gjáar Eirik Suni Danielsen, stjóri og ein av eigarunum av Gjáargarði. Hallgerð Sivertsen kom eisini inn á gólvið hendan dagin. Tað vóru hon og maðurin, John Sivertsen, sáli, sum bygdu Gjáargarð fyri umleið 20 árum síðan. Hallgerð var kend fyri sínar væl umtóktu pannikøkur Hornleikarar frá GHM spældu á móttøkuni F.v.: Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, Egon Øregaard, stjóri á Tekniska Skúla, og Poul Danielsen, ið er pápi til Eirik Suna Danielsen, stjóran á P/F Gjáargarði Eirik Suni Danielsen og Sofus Johannesen, bygdaráðsformaður við Gjógv Stjórin á Sjómannsheiminum í Havn, Jeffri Johannesen (h.m.), prátar við umboð fyri nevndina í P/F Gjáargarði C M Y K 14