fríggjadagur 3. september 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2004
17
Vinnarin av stóru
kappingini, sum
Sosialurin skipaði
fyri í samstarvi við
MB Tours og Atlantic
Airways er nú funnin
KAPPING
Stefan í Skorini
Sera stórur áhugi hevur
verið fyri kappingini, og
Sosialurin hevur fingið
brøv frá nógvum vónríkum
føroyingum, ið droymdu
um eina ferð, har høvi var
at síggja enskan fótbólt live
á leikvøllinum.
Vinnarin gjørdist Heini
Mikal Mortensen av Tvør-
oyri. Heini varð trektur úr
rúgvuni, og hann hevði eis-
ini svarað øllum tríati
spurningunum rætt. Tí var
tað Heini, ið fekk høvi at
fara til Old Trafford at
hyggja eftir Manchester
United og Liverpool. Heini
hevur tó valt at fara til
onkran
annan
Premier
League dyst við MB Tours
seinni í ár.
Ferðin avlýst
Ferðin til dystin millum
Manchester
United
og
Liverpool tann 20. septem-
ber er avlýst vegna vant-
andi undirtøkur. Trupul-
leikin er, at dysturin verður
leiktur mánadag, og tí ligg-
ur ikki so væl fyri hjá fólki
at fara.
MB Tours ætlar tó at
skipa fyri ferðum til aðrar
Premier League dystir í
hesum kappingarárinum.
Hesir dystirnir skulu tó
liggja antin leygardag ella
sunnudag, so at tað verður
høgligari hjá fólki at vera
við.
MB Tours skipar annars
fyri nógvum fótbóltsferð-
um á hvørjum ári. Fleiri
enn 100 fólk fara til Kypros
við landsliðnum, og MB
Tours hevur nú fylt eitt
flogfar, sum fer til lands-
dystin í Írlandi í oktober.
Tað hoyrir tó við til søguna,
at tilsamans fýra leiguflog-
før fara úr Vágunum til
tann dystin. MB Tours
skipar eisini á hvørjum ári
fyri ferðum til dystir ímill-
um FCK og Brøndby.
Vinnarin funnin
Niðanfyri prentað vit
teir 30 spurningarnar,
sum svarast skuldu í
kappingini saman við
tilhoyrandi
svørunum
1-leikvøllir
Bæði Manchester og Liver-
pool finna vit nakrar av
kendastu
leikvøllunum
í
heiminum. Men:
1) Hvussu eitur heimavøll-
urin hjá Manchester United?
Old Trafford
2) Hvussu eitur heimavøll-
urin hjá Liverpool?
Anfield Road
3)Hvussu eitur parturin av
heimavøllinum hjá Liver-
pool, har mest trúføstu
áskoðararnir vanliga standa?
The Kop
2-skotar
Skotar hava átt sín stóra lut í
góðu úrslitunum hjá Man-
chester United og Liverpool.
Í dag skulu vit hava nøvnini á
trimum teirra:
1) Hvør var skotin, sum í
seksti-árunum reisti Liver-
pool FC, og fram um aðrar
legði lunnar undir stórtíðina?
Bill Shankley
2) Ein annar skoti var eisini
tann, sum í fimti- og seksti
árunum gjørdi Manchester til
kanska kendasta felagið í
heiminum. Hvør var hesin
venjarin, sum eftir vanlukk-
una í 1958 mátti byggja eitt
mest sum nýtt lið upp?
Matt Busby
3) Verandi venjarin hjá Man-
chester United er ein av teim-
um mest vinnandi nakrantíð í
enskum fótbólti. Eisini hann
er skoti, men hvat er navnið?
Alex Ferguson
3-venjarar
Hesaferð snúgva spurning-
arnir seg um venjarar, sum
hava ella hava havt sína
gongd í teimum báðum stór-
feløgunum.
1) Ein fyrrverandi tekniskur
stjóri hjá franska lands-
liðnum fekk í summar sekkin
í Liverpool. Hvussu eitur
fraklendingurin?
Gerard Houllier
2) Fyri fyrstu ferð nakran tíð
hevur Liverpool í ár ein
spanskan venjara: Hvør er
hesin?
Rafael Benitez
3) Ein væl lýddur portugis-
iskur venjari er í aftur hjálp-
arvenjari hjá Manchester
United, eftir at hann í fjør
stóð á odda fyri sjálvum Real
Madrid. Hvør er hesin?
Carlos Quiroz
4-7’arar í Manchester
Troyggjan við 7-talinum hjá
Manchester United verður í
dag borin av unga Christiano
Ronaldo. Og hann er væl
vitandi um trýstið, sum fylgir
við hesari, tí júst 7-talið
plagar í Manchester at fylgja
teimum stóru stjørnunum.
1) Hvør er fraklendingurin,
sum í 1992 kom til Manches-
ter United, og sum har gjør-
dist heilt stóra hetjan á
liðnum, sum førdi felagið inn
í eina nýggja gulløld?
Eric Cantona
2) Í síni tíð varð hann dýrasti
leikarin í bretskum fótbólti,
og í fleiri ár var hann lið-
skapari fyri bæði Manchester
United og Ongland. Hvør er
miðvallarstríðsmaðurin, sum
í 1981 kom til Manchester
United úr West Bromwich
Albion í 1980.
Bryan Robson
3) Kanska størsta fótbólts-
idolið í heiminum í dag, hev-
ur eisini borið reyðu troyggj-
una við 7-talinum. Hvør er
leikarin, sum í dag hevur
nummar 23 í Real Madrid?
David Beckham
5-danir
Danir hava í nógv ár verið
partur av stríðnum millum
Manchester og Liverpool.
Hesaferð skulu nøvnini á
trimum teirra finnast
1) Hvat er navnið á danska
málverjanum hjá Manchester
United, sum í 90’unum varð
mettur sum ein av heimsins
bestu málverjum?
Peter Schmeichel
2) Ein fyrrverandi miðvalla-
rkempa hjá Liverpool var fyri
tveimum árum síðani venjari
hjá Julian Johnsson í Hull.
Hvussu æt stóri danin?
Jan Mølby
3) Fyrsti danin í Manchester
United var ein lítil vinstra-
beintur driblari, sum varð
keyptur stutt eftir, at hann í
1981 hevði javnað til 2-2, tá
Danmark
leikti
móti
Onglandi í HM-undankapp-
ingini. Hvør var hesin?
Jesper Olsen
6-Málskjúttar í Liverpool
Liverpool hevur í mong,
mong ár átt nakrar av vanda-
mestu álopsleikarunum í
enskum fótbólti, og í dag
skulu vit hava nøvnini á
trimum teirra.
1) Við ikki færri enn 346
málum fyri besta liðið, er
hesin walisin tann mest
skorandi
nakrantíð
fyri
Liverpool. Hvør er maðurin,
sum eisini hevur roynt at
skora móti Føroyum?
Ian Rush
2) Størsta álopsstjørnan hjá
Liverpool seinnu árini er eis-
ini yngsti málskjúttin í søg-
uni hjá felagnum. Hvør er
leiakrin, sum um viku-skiftið
skrivaði undir sáttmála við
sáttmála við Real Madrid, har
hann fer at hava nummar 11 á
bakinum?
Michael Owen
3) Ein av størstu hetjunum í
Liverpool nakrantíð, var hes-
in skotski álopsleikarin. Um-
framt at vera leikari, var hann
í 1985-91 venjari í felagnum.
Hvør er leikarin, sum í 511
dystum skeyt 172 mál fyri
Liverpool?
Kenny Dalglish
7-Verjukempur
Ofta eru tað málskjúttarnir,
sum eru stóru hetjurnar, men
verjuleikararnir hava ofta ein
minst líka týdningarmiklan
leiklut. Hesa ferð eru tað
tríggir av teimum heilst stóru
verjukempunum, sum vit
vilja hava nøvnini á.
1) Hóast hann ofta varð út-
skeldaður, er hesin leikarin
helst ein av stinnastu verju-
leikarunum í søguni hjá
Liverpool. Í alt gjørdist talan
um 648 dystir í Liverpool og
50 landsdystir fyri Ongland.
Hvør var leikarin, sum varð
eyknevndur »concorde«, og
sum eisini slapp at royna seg
sum hjálparvenjari hjá enska
landsliðnum.
Phil Neal
(Her skylda vit lesarunum –
og serliga Liverpool-fjeppar-
um – eina umbering. Dyst-
artalið og tað at verða
útskeldaður, svarar til Phil
Neal, men »the Concorde« á
Liverpool liðnum var Phil
Thompson. Vit biðja lesar-
arnar halda okkum til góðar)
2)
Á Manchester United
liðnum var hesin stóri bretin
ein sannur risi í verjuni
seinna partin av 80’unum og
fyrrapartin
av
90’unum.
Hvør var bretski landsliðs-
leikarin, sum saman við
Steve Bruce var álitið í
verjuni framman fyri Peter
Schmeichel.
Gary Pallister
3) Á verandi liðnum hjá
Liverpool er ein av horna-
steinunum
liðskiparin
á
finska landsliðnum. Hvussu
eitur hesin sterki verju-
spælarin, sum fá kendu, tá
hann fyri trimum árum síðani
kom til Liverpool?
Sami Hyypia
8-driblingar á kantinum
Teir eru leikararnir, sum
fólkið elskar at síggja. Klass-
isku
bretsku
vongspæl-
ararnir, sum við driblingum
og fintum lyfta fótbóltin upp
á listarligt støði. Tríggjar av
teimum skulu vit finna fram
til í dag.
1) Norðurírski driblikongur-
in, sum av mongum verður
mettur sum størsta talentið í
alheims fótbóltssøguni. Tí-
verri fyri fótbóltin dugdi
hann sær ikki nóg væl hógv
uttan fyri fótbóltsvøllin, og
seinastu mongu árini hevur
tað mest verið fyri rús-
drekkatrupulleikar sínar, at
hann hevur prýtt forsíðurnar.
George Best
2) Hóast hann ofta leikti mitt
fyri, so megnaði hesin myrki
vongspælarin sum fáur at
senda mótstøðumenn til viks,
tá farast skuldi fram eftir
vøllinum. Sparkiteknikkurin
var framúr, og ofta sendi
hann
eisini
fríspørk
beinleiðis í kassan. Hvør er
leikarin, sum kom til Liver-
pool úr Watford, og sum
seinni royndi seg sum leikari
í Newcastle saman við t.d.
Ian Rush?
John Barnes
3) Á Manchester-liðnum í
dag er tað hesin leikarin, sum
hevur dystarmetið. Hóast
hann framvegis bara er 30 ára
gamal, hevur hann í eini 12-
13 ár verið roknaður sum ein
av bestu vongspælarunum í
Stórabretlandi. Bert spell, at
tað ikki hevur eydnast honum
og walisisku landsmonnun-
um at spæla seg fram til nak-
að endaspæl fyri landslið.
Ryan Giggs
9-Sigrar
Manchester United og Liver-
pool eru mest vinnandi
feløgini í enskum fótbólti
1) Liverpool er felagið, sum
oftast hevur verið enskur
meistari. Men hvussu ofta?
18 ferðir
2) Manchester United er hin-
vegin felagið við flestu FA-
Cup sigrunum. Hvussu ofta
hevur Manchester United
vunnið ensku steypakapping-
ina?
11 ferðir
3) Og eisini í Europa-Cup
fyri meistaralið hava bæði
feløgini gjørt um seg. Her
hevur Liverpool verið eitt
sindur drúgvari, men hvussu
ofta er stóra europeiska
steypið endað á Anfield
Road?
4 ferðir
10-vanlukkur
Umframt glæsisligu sigrarn-
ar, so hava bæði Manchester
United og Liverpool havt sín-
ar vanlukkur.
1) Á hvørjum leikvølli var
vanlukkan, sum kravdi 89
mannalív, tá Liverpool og
Nottingham Forest leiktu
hálvfinalu í ensku steypa-
kappingini?
Hillsborough
2) Nærum eitt heilt lið av
framúr evnaríkum leikarum
lat lív, tá flogfarið við Man-
chester United liðnum skuldi
fara á flog í München. Men
hvat ár hendi hetta?
1958
3) Ein dystur millum Liver-
pool og Juventus var í 1985
bein-leiðis atvoldin til, at
ensk feløg fingu drúgt bann
frá europeiskum fótbólti.
Men á hvørjum leikvølli fór
Europa-Cup finalan fram tað
árið?
1985
Spurningar og svør
17
16
Nr. 167 - 3. september 2004
Skjótt kann tað venda
í talvi. Martin
Poulsen, sum aftaná
fýra umfør lá fremst-
ur í 3rd Klaksvík
International, er nú
aftastur saman við
hinum báðum
føroyingunum. Tað
merkir somuleiðis, at
vit ongan føroyskan
IM-norm fáa á hesum
sinni
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Hóast Heini Olsen, Martin
Poulsen og Ólavur Simon-
sen ikki hava hildið fast í
góða stimanum seinastu trý
umførini, hava teir sanni-
liga verið við at mynda
kappingina við frískari
telving. Eisini hevur trio´in
tikið mangt stigið frá odda-
monnunum.
Sjey umfør eru leikt og
trý resta í. Støðan er hend-
an:
1.IM Jens O. F. Nielsen
4,5
2.IM Emil Hermansson
4,0
3.IM Sævar Bjarnason
3,5
4-6. Heini Olsen
3,0
4-6. Ólavur Simonsen 3,0
4-6. Martin Poulsen
3,0
Okkara menn dvøljast í
løtuni í botninum, men
kappingin er jøvn og tað
tykist sum hvørt talvið er
púra opið. Serliga fimta og
sætta umfar kostaðu føroy-
ingunum nógv stig. Einans
eitt stig av seks møgulig-
um. Hetta eina stigið vann
Ólavur í spennandi talvi
móti Hermansson.
Í sjeynda umfari ognaði
Heini Olsen sær eitt kær-
komið stig, tá hann heldur
lættliga vann á Ólavi. Heini
lá framanundan einsa-mall-
ur aftastur. Martin offraði
heilar tveir menn og aftur-
fyri fekk hann ævigt skák
og harvið javnleik móti
Hermansson í somuleiðis
sjeynda umfari.
Felags fyri allar er, at teir
hava telvað nakað óstøðugt
og kanska eitt sindur undir
vanligt støði. Tó hevur
Ólavur - um vit meta út frá
hansara ratingtali, sum er
lægst í kappingini - telvað
eitt vet yvir væntaðu skor-
una. Kenna vit hann rætt, er
hann tó neyvan nøgdur við
úrtøkuna higartil.
Ongan norm
Kravið at vinna sær ein IM-
norm var 6,5 stig. Tá
heimamennirnir nú hava trý
stig aftaná sjey umfør, er
hetta mál tíverri ógjørligt.
Spell, men vit eiga at hugsa
um, at serliga sviin Her-
mansson og danin Fries
Nielsen eru tveir royndir og
sterkir altjóða meistarar.
Sævar er vanliga sera
svingandi, men í Klaksvík
tykist hann at telva væl í
løtuni. Íslendarin hevur
nevnliga vunnið sær hálvt-
triðja stig seinastu trý talv-
ini.
Ikki nyttar tað stóra at
gráta yvir spilta mjólk.
Fegnast kunnu vit um, at
umstøðurnar at telva í
Klaksvík eru enn einaferð á
høgum altjóða støði. Úr
Klaksvík
verður
eisini
frætt, at telvararnir hugna
sær óført saman. Millum
annað eta teir hvønn dag
saman og hóast kríggið á
64 puntunum gongur hart
fyri seg, ber væl til at sam-
ansjóðast millum talvini.
Í gjár, hósdagin, hittust
Ólavur og Martin. Heini
hevði svarta fólkið móti
Sævari. Fylgið við á frálíku
heimasíðuni hjá Klaksvíkar
T a l v f e l a g :
www.ktfchess.com.
Har
ber til at lesa frásagnir frá
kappingini, eins og talvini
hvønn dag verða víst bein-
leiðis á telduskíggjanum.
Landsliðið skuldi
hava sínar fyrstu
venjingar á Sveis-
ferðini hósdagin, men
roknað verður ikki
við teimum heilt
stóru broytingunum í
mun til Malta-dystin
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Basel, Sveis: Íslendsku úti-
setarnir komu longu týs-
kvøldið til Føroya, og sam-
an við leikarunum í heim-
ligu kappingini sessaðust
teir mikudagin í flogfarin-
um hjá Atlantic Airways,
sum so fleyg føroyska hóp-
in beinleiðis til Basel, har
dysturin
verður
leiktur
leygardagin.
Donsku útisetarnir, Hjal-
grím Elttør, Jann Ingi Pet-
ersen, Andrew av Fløtum
og Jón Rói Jacobsen komu
saman við Claus Bech Jør-
gensen til Sveis longu
mikumorgunin.
Hósdagin um døgurða-
leitið skuldi hópurin hava
fyrstu venjingarnar, og
verður hetta á Rahnhoff
Stadion, sum liggur mið-
skeiðis í býnum. Ikki fyrr
enn fríggjakvøldið sleppa
leikararnir at royna á vøllin
á sjálvum leikvøllinum, har
dysturin fer fram, men
soleiðis siga altjóða áset-
ingarnar, at tað eigur at
vera.
Og sum støðan er í løt-
uni, so er einki, sum bendir
á, at føroyski hópurin ikki
verður fullmannaður. Eing-
in av leikarunum hevur
nakran álvarsligan skaða at
dragast við, og treytað av, at
venjingarnar ikki ganga so
hart fyri seg, at menn gerast
skaddir, so kann Henrik
Larsen seta liðið saman,
júst soleiðis sum hann vil
hava tað.
Tað vil helst eisini siga,
at talan ikki verður um tær
stóru broytingarnar í mun
til Malta-dystin. Eitt ivamál
er kanska, hvørt Jákup
Mikkelsen aftur skal vinna
sær pláss í málinum, ella
um venjarin heldur fast við
Jens Martin Knudsen í
hesum sessinum, og so er
spurningurin, hvør fer at
manna føroyska álopið.
Her var John Petersen
seinast, og tað er lítið at
ivast í, at venjarin velur at
halda fast um hetta. Og so
er spurningurin, hvør skal
verða makkari hjá skála-
manninum. Her var Hjal-
grím Elttør valdur seinast,
men avrik hansara var ikki
heilt sannførandi, og tí
kann roknast við, at Claus
Bech
Jørgensen
kemur
beinleiðis inn á álopspláss-
ið. Vanliga spælir hann
annars á øðrum kantinum í
eini 4-4-2 skipan, men tað
kann neyvan roknast við, at
venjarin fer at ofra Jákup á
Borg ella Rógva Jacobsen,
sum báðir hava átt plássini í
borðunum seinastu tíðina.
Fáar broytingar
Donsku útisetarnir komu
longu til Sveis
mikumorgunin, og um
kvøldið kom so restin av
leikarahópinum
Føroyingar uppsteðgaðir
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Avboðini eru mong í tali,
nú franska landsliðið
kemur til Føroya at
spæla. Seinasti leikarin,
sum hevur givið avboð,
er málverjin Fabien Bart-
hez úr felagnum Mar-
seille. Hann fekk ein
skaða í fótin undir venj-
ing mánadagin og verður
tí ikki førur fyri at verja
málið á landsliðnum í
dystunum ímóti Ísrael og
Føroyum.
Fyri Barthez er Mic-
kael Landreau úr Nantes
innkallaður, men tað
verður væntandi Lyon
málverjin Gregory Cou-
pet, sum fer at verja mál-
ið ímóti Ísrael. Áður hava
David
Trezeguet
úr
Juventus og Alou Diarra
eisini tikið seg aftur
vegna skaða, og fyri teir
eru úttiknir ávikavist
Louis Saha úr Manches-
ter United og Vikash
Dhorasoo úr AC Milan.
Fyrsti dysturin í triðja
umfarinum
í
donsku
s t e y p a k a p p i n g i n i ,
DONG CUP, varð spæld-
ur í fyrrakvøldið. Frem,
sum er felagið hjá Jón
Róa Jacobsen og Gunn-
ari Nielsen, spældi á úti-
vølli ímóti Brønshøj. Úr-
slitið var 4-2 til Frem,
sum harvið er fyrsta fel-
agið, ið er komið í fjórða
umfarið í kappingini.
Hinir dystirnir í triðja
umfarinum verða spældir
mitt í næstu viku.
Jón Rói Jacobsen var
ikki á Frem liðnum.
Mikumorgunin fór hann
saman við hinum fót-
bóltsútisetunum í Dan-
mark til Sveis, har lands-
liðið skal spæla leygar-
kvøldið.
Fjórða umfar verður
spælt mikudagin 29. sep-
tember.
jh
Barthez ikki við í
Føroyum
Frem framvegis við
C
M
Y
K
16