fríggjadagur 3. september 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 167 - 3. september 2004
Nr. 167 - 3. september 2004
19
Danir fleiri vindmyllur
Danir hava gjørt av at fara undir heimsins størstu
vindmylluverkætlan, sum verður á Horns Rev úti fyri
vesturjútsku strondini. Myllurnar skulu framleiða
200 MW, og verkætlanin er mett at kosta einar tvær
milliardir krónur.
Orkustýrið hevði boðið fleiri feløgum at seta vind-
myllurnar upp, men tá freistin var úti mikudagin,
høvdu bara fýra feløg gjørt vart við seg. Nú fer stýrið
so at kanna, um feløgini eru før fyri at fara undir upp-
gávuna, og tá tað arbeiðið er liðugt, verða feløgini
biðin um at geva eitt boð upp á arbeiðið. Tann enda-
liga avgerðin verður ætlandi tikin fyri jól.
Vindmylluverkætlanin við Horns Rev verður 25
prosent størri enn tær báðar størstu, sum eru í rakstri.
Ætlanin er at nýta stórar vindmyllur, sum kunnu
framleiða 5 MW hvør, og tí skulu einar 40 myllur set-
ast upp. Tær skulu so byrja at veita streym í 2007 ella
í 2008.
Onga fosturtøku á sjónum
Myndugleikarnir í Portugal hótta nú við at brúka
makt ímóti einum niðurlendskum skipi, sum er
komið til Portugals at bjóða kvinnum har fosturtøku.
Portugal er einasta landið í ES, sum hevur forboð
ímóti fosturtøku, og tað hevur fingið ein niðurlendsk-
an kvinnufelagsskap at senda skipið »Aurora« til
Portugals at bjóða kvinnum fosturtøku umborð. Tað
kann ikki gerast, meðan skipið liggur í havn, og tí
siglir skipið út í altjóða sjógv, har fosturtøkurnar so
verða framdar. Men teir portugisisku myndugleikarn-
ir vilja ikki hoyra talan um tað niðurlendska tilboðið,
og teir hava tí sett skipinum forboð fyri at koma í
havn. Skipið liggur tí tólv fjórðingar úr landi, og tvey
skip hjá portugisisku sjóverjuni halda eygað við tí.
Í Portugal hava kvinnufelagsskapir roynt at fáa
politikararnar at loyva fosturtøku, men higartil til fá-
nýtis. Herfyri víst ein meiningakanning, at tær flestu
kvinnurnar í Portugal vilja hava politikararnar at
broyta ta strongu lógina.
Tók milliardir frá egnum
felag
Conrad Black, sum fyrr átti bretsku Telegraph-blað-
fyritøkuna, er nú skuldsettur fyri at hava tikið 2,5
milliardir krónur frá fyritøkuni.
Grannskoðarar, sum hava kannað fíggjarviðurskift-
ini hjá fyritøkuni og Conrad Black, eru komnir eftir,
at fyrrverandi eigarin brúkti nógvar pengar hjá fyri-
tøkuni til egin áhugamál, og at hann var ikki smátøk-
in. Eitt nú rindaði rindaði fyritøkan 600.000 krónur,
sum tað kostaði at umvæla Rolls Royce-bilin hjá eig-
aranum. Tá hann fleyg tvørtur um Atlantshavið, fleyg
hann altíð við Concorde-flogførunum, har ferðaseði-
lin kostaði meiri enn 50.000 krónur, sum blaðfyritøk-
an rindaði. Føðingardagurin hjá konuni kostaði
300.000 krónur, sum fyritøkan eisini rindaði. Í einum
øðrum føri fekk konan átta milliónir krónur. Í rokn-
skapinum stóð, at tað var fyri eina teldu, pennar,
blýantar og annað.
Grannskoðararnir siga í frágreiðingini, at Conrad
Black gjørdi ikki mun á sínum egnu pengum og
pengunum hjá Telegraph-fyritøkuni.
Ákærd fyri gamalt morð
Amerikonsku myndugleikarnir hava ákært eina
kvinnu og ein fyrrverandi sambúgva hennara fyri eitt
35 ára gamalt morð.
Málið hevur sín uppruna í 1969, tá tann trý ára
gamla gentan Michelle Pulsifer brádliga hvarv. Eing-
in visti, hvat var vorðið av henni, men nú hevur løg-
reglan funnið líkið av gentuni í Silverado Canyon utt-
an fyri Los Angeles. Sambært løgregluni var tað
mamman, sum myrdi gentuna, og at sambúgvi henn-
ara jarðaði tað í Silverado Canyon.
Bróður gentuna, tann nú 41 ára gamli Richard
Pulsifer, hevur greitt løgregluni frá, at systirin hevði
fjalt seg undir einari dýnu, tí hon ræddist mammuna,
men at mamman kortini fann hana. Tá tey stutt eftir
fóru í bilin, var Michelle ikki við. Mamman hevði tá
sagt honum, at tað var ikki pláss fyri systrini í bil-
inum.
Vladimir Putin lovaði
at gera enda á krígn-
um í Kekenia, men
gíslatøkan í Beslan
vísir, at enn er langt á
mál
GÍSLATØKA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tá Vladimir Putin tók við
sum russiskur forseti, lov-
aði hann, at hann skuldi fá
enda á krígnum í Kekenia
innan fýra mánaðir. Nú
fimm ár seinni er eingin
loysn í eygsjón. Stríðið er
at kalla tað sama sum tá.
Tann einasti munurin er, at
fleiri fólk hava latið lív
síðani.
At stríðið fór at harðna
nú kemur ikki óvart á russ-
ar. Tíðliga í summar segði
tann hóvligi kekenski loys-
ingarmaðurin
Aslan
Maskhadov, at loysingar-
menninir fóru at herða bar-
dagan, og teir hava eisini
víst, at teir eru førir fyri at
gera vart við seg. Í juni
vórðu russar tiknir full-
komiliga á bóli, tá loysing-
armenninir skipaðu fyri
fleiri samskipaðum atsókn-
um í grannalýðveldinum
Ingusjetia. Næstan 100 fólk
lógu eftirá, og fyri hálvari
aðru viku síðani doyðu um-
leið 120 fólk, tá loysingar-
menninir lupu á fleiri mál í
kekenska høvuðsstaðnum
Groznyj.
Maskhadov hevur sagt, at
hann og hansara menn hava
einki við gíslatøkuna í Bes-
lan at gera, og hann for-
dømdi álopið á skúlan.
Men eygleiðarar siga, at
loysingarrørslan gongur í
bólkum, og at Maskhadov
hevur ikki ræðið á øllum
bólkunum. Harafturat halda
eygleiðararnir, at tað unga
ættarliðið í Kekenia, sum er
uppvaksið við kríggi, er
munandi meiri víðgongt og
aftrar seg ikki við at nýta
skúlabørn fyri at røkka
sínum málum.
Vilja hava russar
burtur
Men hvat er so málið hjá
teimum kekensku upp-
reistramonnunum?
Hjá
teimum flestu er málið at
fáa enda á tí russiska
áganginum í Kekenia, tí í
veruleikanum er tað bara
ein minniluti av kekenska
fólkinum, sum vil hava eitt
sjálvsstøðugt islamskt ríki.
Nógvir kekenar vóna sam-
stundis, at russar fara at
taka seg aftur av teirri ein-
føldu orsøk, at kríggið er ov
dýrt fyri russiska ríkiskass-
an, tí landið hevur brúk fyri
pengunum
til
onnur
endamál.
Fleiri
eygleiðarar
í
Moskva halda, at Putin er
longu komin til hesa nið-
urstøðuna. Hann hevur júst
skipað fyri forsetavali í
Kekenia, og ætlan hansara
sigst vera at lata kekenar
sjálvar greiða innanhýsis
viðurskiftini.
So
kann
Russland taka hermenn sín-
ar heimaftur stig fyri stig,
og so kann Putin sita í
Moskva og halda eygað við
tí, sum fyriferst í Kauka-
sus-fjøllunum, siga eyg-
leiðararnir.
Men gíslatøkan í skúlan-
um í Beslan kann forða
hesari ætlanini. Tað veldst
um, hvussu hon endar.
Tað endaleysa og
náðileysa kríggið
UTTAN ÚR HEIMI
Tær hava sitið uttan fyri skúlan í Beslan og bíðað og biðja eftir at sleppa undan blóðbaði. Í gjár váttaðu myndugleikarnir, at teir
17 gíslarænararnir hava meiri enn 320 gíslar í skúlanum, teirra millum 132 børn
G+@+ Ps^_lºpd∞q^ 3-
qbi /..33. * /..33/ * 0/.330
_^p^iq=mlpq+lifs^kq+cl
Do^spqbfk^o
KŁdboº ld
rjs≠ifkd^o+
Gluggaglæma
PDF
86,5%
Tvingsilssøla
Fríggjadagin
24.
september 2004, kl.
10.00 verður á Dóm-
araskrivstovuni,
C.
Pløyensgøta 1,
100
Tórshavn, hildin tving-
silssøla yvir matr. nr.
328, Fuglafirði.
Ognin er eitt grundøki
til støddar 561 m2 við
ástandandi sethúsum.
Húsini eru í tveimum
hæddum:
Kjallari 91 m2, 30 m2
innrættað.
Miðhædd er 103 m2,91
m2 innrættað.
Húsini eru úr betong,
klødd við viði. Girðing
er um stykkið.
Sølan er umbiðin av
Fríðu
Patursson,
advokati, Fr. Peter-
sensgøtu 9, 100 Tórs-
havn,
tel.
311145,
(sak nr. 20040417),
sum kann geva nærri
upplýsingar, og sum
nærri avtala kann ger-
ast við, um ynskt verð-
ur at síggja ognina.
Føroya Fútarættur
FØROYA HANDILSSKÚLI
team85 358000
Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn
tel 318813, Fax 313374, info@skeidsdepilin.fo,
www.skeiðdsdepilin.fo
Grundleggjandi leiðaraútbúgving
Projektleiðaraútbúgving
Starvsfólkasamrøður og hin torføra samrøðan
96 tímar 12 dagar í 6 mðr., kl. 09.00-16.00, byrjar 4. okt. 2004
Innihald
Tilmelding: áðrenn 21. sept. 2004, kostnaður:
48 tímar, 6 dagar í 3 mðr. kl. 09.00-16.00, byrjar 29. sept. 2004
Innihald
Tilmelding: áðrenn 16. sept. 2004, kostnaður:
28., 29., 30 sept., kl. 09.00-16.00
Innihald
Tilmelding: áðrenn 16. sept. 2004.
,
• verð meira tilvitað/ur um leiðslu
lær tey grundleggjandi leiðsluamboð
rættur leiðarastílur og leiðsluháttir í ymiskum umstøðum?
hvussu megni eg at handfara samskifti og trupulleikar?
persónlig ráðlegging fá skil á egnari tíð
14.200,00 kr.
hvat er góð projektleiðsla? projektleiðaraleikluturin frá byrjan
til enda
hvussu velji eg rætta leistin? Amboð hjá einum projektleiðara
gerð av projektætlan við virksemisyvirliti, tilfeingisyvirliti og
tíðarætlan
fellur í teimum ymisku projektstigunum, hvussu sleppur tú
undan?
hvussu tú samansetir, mennir, motiverar ein projektbólk
8.200,00 kr.
Hvat er starvsfólkamenningarsamrøðan?
o Persónlig og faklig førleikaavdúking av starvsfólkunum
Hví brúka starvsfólkamenningarsamrøður?
o Skipað innsavnan av vitan um førleikar uppgradering av
starvsfólkunum
Hvussu verður ein starvsfólkamenningarsamrøða framd?
o ”Fakligi búnin” hjá leiðaranum (tað formliga)
o ”Persónligi búnin” hjá leiðaranum (tað óformliga)
Torføra samrøðan
o Venjing í ymiskum samrøðu umstøðum
o Virkin lurting og spurnarteknikkir
o Sannroyndir mótvegis kenslur
o Fellur í samrøðuni
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
Lesið meira um skeiðini á
ella
ringið 318813
www.skeidsdepilin.fo
FØROYA HANDILSSKÚLI
team85 358000
Marknagilsvegur 77, Postrúm 177, 110 Tórshavn
tel 318813, Fax 313374, info@skeidsdepilin.fo,
www.skeiðdsdepilin.fo
Skeið í sept./okt. - nøkur pláss eftir!
Skei
Dagar, tí
Kostna ur
ð
ð
ð
Føroyskt, mállæra, rættskr.
15 t., byrjar
14/9
2500
Access-gr.
16
2320
Føroyskt fyri útlendingar
36 t., byrjar
16/9
4700
Business English
24 t., byrjar
18/10
3300
Innleiðsla í roknskap, skatt, mvg
8 t., byrjar
13/9
1750
Word-gr.
16 t., byrjar
9/9
2320
Excel-gr.
16 t., byrjar
23/9
2320
t., byrjar
8/10
Lesið meira um skeiðini á
ella ringið 318813
www.skeidsdepilin.fo
Tilmelding skjótast!
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
C
M
Y
K
19
18
4. – 12. sept. 2004
Opið er:
Gerandisdagar kl. 10.00 – 20.00
Sunnudagar kl. 14.00 – 20.00
Mikudagin 8. sept. stongt!
Atgongd: vaksin 50 kr. / børn 20 kr.
Mótasýningar · Ballett · Tónleikur · Kafé
www.craft.fo
Føroya Heimavirkisfelag
Føroysk
handverkslist
Faroese Art & Craft
Søluframsýning í
Müllers pakkhúsi
Livandi verkstaðir