fríggjadagur 3. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 167 - 3. september 2004
Nr. 167 - 3. september 2004
21
Fuglafjarðar skúli
Eitt tíðaravmarkað lærarastarv fyri lærara í farloyvi
er leyst at søkja.
Tímatalva:
12 t. fø. í 1.a og 8.b fl.
3 t. heimst. í 1.a fl.
2 t. en. í 5. fl.
4 t. sø/samt. í 8.a og 8.c fl.
4 t. la í 8.a og 8.c fl.
Starvið er tíðaravmarkað frá umleið 20. september
og alt skúlaárið 2004/2005.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita frá skúlastjóranum á tlf. 444087
ella 214087.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi mánadagin 13. september kl. 10.00.
Leggið við ljósrit av prógvi og møguiligum við-
mælum!
Fuglafjarðar skúlastýri
v/ Una Næs
FO-530 Fuglafjørður
Snarskivan
Barnavognar
PDF
96%
Sjálvsognarstovnurin ALV
Søkt verður eftir
skúlaleiðara til
skúlan við Áir
Arbeiðsuppgávurnar hjá skúlaleiðaranum:
• At vera við til at endurskoða og skipa virksemið á
skúlanum, samsvarandi viðtøkunum fyri stovnin.
• At hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og virk-
seminum á skúlanum.
• At luttaka í undirvísingini eftir tørvi.
Í dag fevnir frálæran á skúlanum um 9. fl.
fólkaskúlans og ein FHS- flokk.
Førleikakrøv:
• Læraraútbúgving.
• Góð leiðslu- og samstarvsevnir.
• Áhuga at arbeiða teimum arbeiðstarnaðu at
frama.
• Førleika at útføra og menna ásett arbeiði.
Vit bjóða:
• Avbjóðandi uppbyggingararbeiði, har góðir
møguleikar eru fyri ávirkan.
• Tætt samstarv við ALV-stýrið.
• Fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði.
• Skeiðmøguleikar.
Løn og setanartreytir:
• Starvið verður at seta 1.oktober 2004 ella skjótast
tilber.
• Starvið hevur tilvísing til stýrið.
• Starvið er flokkað í lønarflokki 32.1/32.2, sam-
bært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálaráðið.
Áhugað kunna venda sær til Doris Hansen á tlf.
265266 ella Bartal Kass á tlf. 221310 fyri at fáa fleiri
upplýsningar.
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 20. september 2004 kl 12:00.
Umsókn saman við prógvið,royndarváttan v.m.skal
sendast til:
Sjálvsognarstovnin ALV
Boks 301
110 Tórshavn
brævbjálvin skal merkjast:
»umsókn skúlaleiðari«
Endamálið við skúlanum er:
c) at skipa fyri endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna
fara til arbeiðis,
d) at skipa fyri fakligari útbúgving handaliga ella bókliga av
arbeiðstarnaðum.
(Hetta er partur av endamálsorðing fyri ALV)
Barnaheimið
søkir eftir fólki til
Familjudeildina
Eitt fast starv á Familjudeildini er leyst til setan frá 1.
okt. 2004. Tann sum settur verður í starvið, skal
starvast í skiftandi vaktum á Familjuheiminum, har
9 fólk eru í starvi, øll við viðkomandi útbúgving.
Eitt avloysarastarv á Familjudeildini er leyst til set-
an frá 1. oktober 2004 vegna barnsburðarfarloyvi.
Tann sum settur verður í avloysarastarvið,skal eisini
starvast í skiftandi vaktum.
Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at
foreldrini verða styrkt og stuðlað í tí at vera foreldur,
soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild.
Eisini er endamálið at fáa greiði á, hvørjar styrkir og
hvørjir trupulleikar familjan hevur, og í hesum sam-
bandi meta um, hvat slag av stuðli er best og mest
viðkomandi at veita familjuni.
Hevur tú viðkomandi útbúgving, og hug at royna
teg í hesum størvum,so send umsókn sum skjótast
til
Føroya Barnaheim
Pedda við Steinsgøta 10
100 Tórshavn
Løn sambært avvarðandi yrkisfelag.
Er eitt hvørt tú ynskir at frætta nærri um,so ber til at
ringja í vanligari arbeiðstíð á tlf. 212320 og spyrja
eftir Hallbjørg Lamhauge, deildarleiðara á Familju-
deildini ella Beintu Jóhannesen, leiðara.
Umsóknir við prógvum o.ø. skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 17.september 2004.
Føroya Barnaheim
skrivstovufólk
til Dómaraskrivstovuna
Søkt verður eftir fólki til starv á Dómaraskrivstovuni
til setan skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 30 tímar
um vikuna.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
• Vanligt skrivstovuarbeiði
• Skráseting á teldu
• Telefonavgreiðslu
Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving
• Góð evni at samskifta á føroyskum og donskum
máli
• Telduførleiki á brúkarastøði
• Góð samstarvsevni
• Kunna arbeiða sjálvstøðugt
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir eru sambært felagssáttmála
millum Statsansattes kartel og Finansministeriet og
sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet.
Setanarøkið fevnir um allar deildir á Dómaraskriv-
stovuni.
Nærri fæst at vit um starvið við at ringja til Kathrinu
Magnussen, skrivstovuleiðara, tlf. 311003.
Umsóknir:
Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli skulu vera
Dómaraskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15.
september 2004.
Sorinskrivarin í Føroyum
tann 30. august 2004
Henrik Møller
adm. sorinskrivari
Hvør vil eiga meg?
Eg eri 11 vikur gamal.
Eg eri sera reinligur
Eg leiti eftir hundavinarligari familju, sum vil lova
mær at búgva hjá sær, tí nú er vorðið ov trongt at
búgva saman við mammu míni.
Vinarliga ring tlf. 443109 ella 212255
Sjálvsognarstovnurin ALV
ALV søkir eftir
einum skrivstovu-
fólki fulla tíð
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum at hava
um hendi stovnsins skrivstovuarbeiði.
Førleikakrøv
• Viðkomandi útbúgving og skrivstovuroyndir
• Duga at arbeiða fjølbroytt og sjálvstøðugt
• Hava góð samstarvsevnir
Bókhaldið verður ført í Lundanum.
Lønir- og fakturar yvir Com-Data skipanina og flyt-
ingar yvir heimagreiðslu.
Vit bjóða
• Spennandi avbjóðingar
• Møguleika fyri skiftandi arbeiðstíðum
• Skeið møguleikar
Løn og setanartreytir
• Starvið hevur tilvísing til fyristøðufólkið.
• Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið, lønarflokk 3.
• Starvið verður at seta 1. nov. 2004 ella skjótast
tilber.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Guðrun Guðjónsson, deildarleiðari, tlf. 350072.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 18. sept. 2004.
Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m skal
sendast til:
Sjálvsognarstovnin ALV
Smiðjugerð 6, kj.
Postboks 301
110 Tórshavn
Viðmerk á brævbjálvan:
»umsókn skrivstovufólk«
Sjúkrarøktar-
frøðingar til A3
Á A3 eru tvey avloysarastørv á starvsbrøki 1,0 sum
sjúkrarøktarfrøðingur í blandaðum vaktum leys at
søkja til setan skjótast gjørligt fram til 31.desember
2004.
Deildin er ein kirurgisk 5-dagadeild, ætlað sjúkling-
um innlagdir til styttri kanningar/viðgerðir.Vit hýsa
sjúklingum við almenn kirurgiskum,gynækologisk-
um, urologiskum, ortopædiskum, eygna-, oyrna-,
nøs- og hálsasjúkum.Deildin hevur 20 seingjarpláss
og er í tøttum samstarvi við ta støðugu seingjar-
deildina.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakliga vitan og royndir innan kirurgiskari
sjúkrarøkt
• góð samstarvsevni
• opin og positiv/ur
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag-
ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála-
ráðið.
Upplýsingar um starvið:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Nainu Helmsdal, deildarleiðara á telefon 30 45 00,
lokal 5003 ella til Ceciliu Vestureið, leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing á telefon 30 45 00 lokal 5102
ella e-post ceci@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 17. september 2004 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti
av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við
at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Søkt verður eftir
fólki
til fyrifallandi arbeiði í kommununi.
Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta
lagi 15. sept. 2004.
Skikkaður umsøkjari er til starvið.
Sjóvar kommuna
490 Strendur
Motorsúkkluskeið
byrjar mánadagin tann 6. september kl. 19.00.
Tvøroyrar Teori- og koyriskúli
tlf. 371180/221463
C
M
Y
K
21
20
Barnavognar ynskjast til keyps
Dagstovnurin við Landavegin ynskir brúktar barnavognar til
keyps. Um tygum hava ein ella fleiri barnavognar til sølu,
kunnu tygum seta tygum í samband við Kirstin Djurhuus,
stovnsleiðara á 30 23 80 / 27 29 29.