Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 22 • 30. MAI 2016 34 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sjóvinna Nógv virksemi á MEST Vit hava nógv virksemi í løtuni og útlitini fyri framtíðina eru góðar, sigur Mouritz Mohr, stjóri. Danjal av Rana Faroe Agency er eitt skipaumboð, sum avgreiðir og umboðar útlendsk skip í Føroyum. Í tí tænastuni hevur felagið ognað sær tveir sleipibátar, Anna og Maria. Maria kom til landið í 2014, meðan Anna kom fyrr í ár. Teir eru góðkendir sum loðs- og sleipibátar. – Skipini sum vit avgreiða eru fyri tað mesta russiskir trolarar og tey lastskip, sum teir umskipa við umframt grønlendskar trolarar. Vit avgreiða eisini onnur farmaskip, sum avskipa frá føroyskum virkjum, sum Pelagos í Fuglafirði, Faroe Pelagic í Kollafirði, Varðanum á Tvøroyri, North Pelagic í Klaksvík og øðrum virkjum, sigur Karl-Erik Reynheim. Faroe Agency er eisini Lloyd’s umboð í Føroyum eins og at felagið er umboð fyri P&I-tryggingar. – Tað vil siga, at felagið sýnir skaðar á skipum, eitt slag av ábyrgdartrygging fyri skip. Harundir kemur slíkt sum skaðar upp á góðs, manningar, sum koma til skaða, oljudálking og annað slíkt, sigur Karl- Erik Reynheim. Harumframt er Faroe Agency eisini russiskt konsulat. Høvuðsvirksemi er tó sum skipaavgreiðsla, fyrst og fremst av russiskum skipum. Higartil í ár hevur tó gingið so sum so. Orsøkin er nigerianski oljumarknaðurin. – Allur føroyski svartkjafturin er farin til mjøl í ár heldur enn heilfrystur. Tí eru eingi frystiskip komin eftir honum og útflutt hann, millum annað til Nigeria. Nigeria keypir ongan fisk longur, teir keyptu annars fleiri hundrað túsund tons og ein stóran part úr Føroyum. Lági oljuprísurin hevur tó sorað keypskraftina hjá nigerianska búskapinum, so tann parturin av marknaðinum er minkaður nógv, sigur Karl-Erik Reynheim. – Føroysku pelagisku virkini hava framleitt millum nakað og einki av svartkjaftinum í ár, tí tað loysir seg ikki og tað ávirkar bæði tey virkini og okkum, við tað at nógv minni verður útflutt, sigur hann. Uppgávurnar hjá Faroe Agency eru at leggja til rættis virksemi hjá skipunum, meðan tey eru í Føroyum. – Vit mugu leggja til rættis hvar skipini skulu, hvønn tað skal umskipa við. Tolleftirlit skal fyrireikast, skipini skulu bunkra her ella har, onkuntíð er manningarskifti, tað er nakað av arbeiðið knýtt at hvørjum skipið, sum vit avgreiða, sigur Karl-Erik Reynheim. 1. mars flutti Faroe Agency inn í nýggjan bygning Yviri við Strond, so umstøðurnar hjá felagnum eru góðar. Felagið keypti bygningin frá TF Ognir, og hevur síðani hampað um bygningin. – Keypið av bygninginum og av Onnu síggjast sjálvandi aftur í fíggjarligu støðuni, men vit lata sum heild væl at støðuni kortini, sigur Karl-Erik Reynheim. Seks fólk arbeiða á skrivstovuni hjá Faroe Agency, tríggir føroyingar og tríggir russar, umframt tey, sum eru knýtt at Onnu og Mariu. Nigerianska oljukreppan merkist tó eisini í nýggju skrivstovuhølunum yviri við Strond Avgreiða 250 skip um árið Danjal av Rana MEST-samtakið, sum fevnir um skipasmiðjurnar í Havn og á Skala, verksmiðjuna í Runavík og PAM Offshore Service, koyrir framvegis væl. Seinastu árini hevur gongdin verið góð og umsetningurin í 2015 hækkaði úr 314 milliónum krónur til 327 milliónir krónur. Árúrslitið hjá MEST var 17,8 milliónir krónur eftir skatt í 2015. Í 2016 hevur gongdin eisini verið góð og herfyri gjørdi MEST avtalu við Bakkafrost um at gera tvær tvíkiljur fyri alifyritøkuna. – Bakkafrost hevur bílagt tvær tvíkiljur, sum skulu handast næsta ár. Har skal alt gerast í Føroyum, eisini skrokkurin. Enn er ikki avgjørt, um tað verður á Skála ella í Havn, men alt verður so gjørt av MEST. Fyrsti báturin skal latast Bakkafrost í januar 2017. Mouritz Mohr sigur, at MEST ikki hevur merkt nakað beinleiðis til kreppuna í oljuvinnuni. – PAM er sjálvandi nakað merkt av fallandi virkseminum. Kortini hava vit 100 mans í arbeiði gjøgnum PAM. Í MEST hava vit merkt, at feløg hava útsett ætlaðar nýbyggingar og umvælingar. Vit hava ikki tapt nøkur útboð orsaka av hesum, men í onkrum førum hava vit verið í góðum samráðingum, áðrenn feløgini hava valt ikki at gera ætlaða arbeiðið kortini, sigur hann. – Vit hava nógv umvælingararbeiðið í løtuni. Ein íslendskur trolari liggur í Havn, á Skála liggur Finnur Fríði, meðan bæði Tróndur í Gøtu og Hans á Bakka koma seinni, sigur Mouritz Mohr. Í løtuni arbeiðir felagið við at inniloka dokkina á Skála. Hendan ætlanin er tó á tekniborðinum enn. – Tað fer fyrst og fremst at gera okkum óheftar av veðrinum hvat nógvum av virksemi okkara viðvíkur. Tað fer so at betra um møguleikan at halda tíðarfreistir og lættir um fyrireikingararbeiði okkara, sigur hann. Umframt skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, so hevur MEST ein verkstað í Runavík, sum fæst mest við rustfrítt. – Har gera vit í løtuni stórarbeiði, millum annað fyri Bakkafrost, nú teir byggja út, men eisini fyri aðrar alifyritøkur. So vit hava úr at gera bæði øll trý støðini. Tað koma sjálvandi tíðir, tá øll skipini liggja í senn ella øll skulu út í senn, men tað taka vit, sum tað kemur, sigur Mouritz Mohr. – Í MEST samtakinum starvast omanfyri 300 starvsfólk.