Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Av tí at tvey av okkara góðu starvsfólkum hava fingið nýggjar avbjóðingar, søkja vit tvey nýggj starvsfólk. Samskipari til køksbreytina Á køksbreytini matgera vit. Tað er umráðandi, at tú ert fakliga væl fyri og dugir væl at matgera. Tú hevur stóran áhuga fyri matgerð, royndir við at ganda í køkinum og megnar at halda skil á fleiri grýtum í senn. Tað er ikki vist, at tú er útbúgvin kokkur, men tað er eingin vansi, um so er. Tað er tó týdningarmikið, at tú brennir fyri yrkinum og dámar væl at hitta hópin av nýggjum fólki. Sum samskipari á køksbreytini verður arbeiðið hjá tær at leggja til rættis, fyrireika, seta í gongd og læra frá tær. Tú kemur í samband við nógv ymisk fólk, og tað er tí týdningarmikið, at tú hevur góð samstarvsevni. Samskipari til timburbreytina Á timburbreytini verður bygt, smíðað og umvælt. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú hevur yrkisliga útbúgving og royndir at arbeiða við timbri, hamara og tummastokki. Tú hevur eina kreativa tilgongd og dugir at finna upp á spennandi virksemi og leggja hetta til rættis. Sum samskipari á timburbreytini verður arbeiðið hjá tær at leggja til rættis, fyrireika, seta í gongd og læra frá tær. Tú kemur í samband við nógv ymisk fólk, og tað er tí týdningarmikið, at tú hevur góð samstarvsevni. Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo • www.als.fo sansir.fo Samskiparar til Fjølsmiðjuna Krøv til umsøkjararnar - Tú hevur áhuga fyri og dugir væl við fólki og ert rúmlig/ur - Tú ert sjálvstøðug/ur - Tú dugir og dámar væl at læra frá tær, og dugir at skapa eitt gott arbeiðs- og læriumhvørvi - Tær dámar væl at fyriskipa, og tú dugir at skapa ein skipaðan arbeiðsdag fyri onnur og samskipa virksemið á breytini, saman við nógvum ymiskum fólkum - Tú dugir at seta krøv og ert kveikjandi og stuðlandi í tínum arbeiði Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum við meira skal sendast til birita@als.fo í seinasta lagi mikudagin 15. juni 2016 kl. 12.00. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Sam Jakobsen, deildarleiðara, telefon 349550, ella við at senda ein teldupost til sam@als.fo Um Fjølsmiðjuna Fjølsmiðjan er eitt umhvørvi hjá ALS, har arbeiðstøk koma at vera saman við øðrum - at vera virkin saman við øðrum og hava møguleika at menna sínar førleikar - bæði teir sosialu, teir menniskjaligu og teir fakligu førleikarnar. Í Fjølsmiðjuni ber til at velja seg inn á eina av teimum fýra breytunum: timburbreytin, køksbreytin, miðla- og sølubreytin og kreativa breytin.