Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 62 10 Sosialurin AVTALA ER GJØRD UM HVØR SKAL GJALDA HVAT ELDRAØKIÐ Árni Gregersen 1. januar 2015 yvirtóku før­ oysku kommunurnar eldra­ økið frá landinum. Men tað er ikki fyrr enn í hesi vikuni, at sáttmáli um markamót er undirskrivaður millum kommunurnar, al­ manna­verkið og heilsu­verk- ið. Broytingarnar í viður­ skift­unum hjá teimum eldru borg­arunum gera, at tað mang­an eru umskaringar av við­urskiftum, har landið hevur nakað av ábyrgd og komm­unurnar nakað av ábyrgd. Fyri at sleppa undan tví­ støðum er tí undirskrivað eitt skjál, sum tryggjar at borg­arin sleppur undan at koma í klemmu millum ym­ isk økir. Kommunurnar, sjúkra­ hús­verkið og almannaverkið tæna sama borgara. Partarnir hava felags ynski um støðugt at betra um almennu tænasturnar til borgaran. Hetta krevur samstarv og samskipan millum mynd­ ug­leikarnar, verður sagt í marka­mótaskjalinum, sum Eyð­gunn Samuelsen, lands­ stýris­kvinna í almanna­ mál­um, Sirið Stenberg, lands­stýris­kvinna við heilsu- mál­um, Heðin Mortensen, for­maður í Føroya Komm­ unu­felag og Tórbjørn Ja­cob­ sen, næstformaður í Før­oya Kommunufelag hava undir­ skrivað. Síðani kommunurnar fyri hálvum øðrum ári síð­ani yvirtóku eldraøkið, fylgdu fleiri aðrar heima­tæn­ast­ur við og tað er fyri at sleppa undan mis­skilj­ing­um á hes­ um øki, at marka­móta­skjalið er undirskrivað. Talan er millum annað um heimatænastuna, stuðuls­ tæn­astu, økispsykiatri og endurvenjing. Nærri avtala Skjalið, sum tey fýra hava skrivað undir, er eitt skjal, sum sigur, hvat skal henda komandi mánaðirnar, tí enn eru fleiri ivamál, sum ikki er loyst. Millum annað stendur í lógini, sum leggur eldraøkið út til kommunurnar, at ein sonevnd »ivanevnd« skal set­ ast niður. Hendan nevndin hevur heim­ildina at avgera allar iva­spurningnar. Trupulleikin er bert, at hend­an nevndin ongantíð er sett. Á fundi millum lands­ stýris­kvinnurnar báðar og um­boðini fyri Føroya Komm­unu­felag var avgjørt, at iva­nevndin skal setast áðrenn 1.august í ár. Ivanevndin verður mann­ að við einum limi, umboðandi kommunulæknarnar, ein­ um, sum umboðar komm­un­ urnar og ein sum umboðar lands­stýrið. Millum partarnar var eisini avrátt at seta nevndir at viðgera teir spurningar, sum enn ikki eru greiddir og semja gjørd um. Hesar nevndirnar fáa eitt ár at gera arbeiðið liðugt. Síðani kommunurnar yvir­tóku eldraøkið er ikki so nógv hent á økinum millum kommunurnar og landið. Kommunurnar hava havt nóg mikið at gera við at fáa núverandi skipanina at virka eftir galdandi reglum. Alt sum kemur afturat tí dagliga, hevur higartil verið loyst so við og við, uttan at endaligar avtalur eru gjørdar um økini. Samstarvsøkir Tá ið eldrarøktin og heima­ tæn­astan var løgd út til kommunurnar, var hetta gjørt á tann hátt, at komm­ unurnar vóru lagdar í sam­ starvsøkir. Norðoyggjar eru eitt øki og í Eysturoynni eru Fugla­fjørður og Eystur­ komm­una saman, Skála­ fjarð­ar­samstarvið eru komm­unurnar kring Skála­ fjørð­in, Sandoyggin er fyri seg, Suðuroyggin fyri seg, Havnin fyri seg, Vágar fyri seg og Vestmanna, Kvívík, Sunda­lagið og Eiði fyri seg. Hetta var gjørt, so ein­ støku økini eru nóg stór til at loysa tær uppgávur, sum hesi ábyrgdarøkini hava við sær. Í flestu førum hevur sam­starvið gingið væl, men í VEKS-økinum hevur Vest­ manna kommuna boða frá, at hon fegin vil sleppa úr sam­starvinum, tí samstarvið er ov dýrt fyri kommununa. Hvat hetta endar við, er ikki endaliga avgjørt enn, so fyri­bils er talan um sjey økir. Nú er hálvtannað ár farið síðani kommunurnar yvikrtóku eldraøkið – nú er avtala gjørd um markamót Heðin Mortensen, Tórbjørn Jacobsen, Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen hava gjørt markamótaskjalið. Vestmanna kommuna sigur seg fegin vilja sleppa úr VEKS-samstarvinum.