Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 62 Sosialurin ELDRAØKIÐ Árni Gregersen – Tað er avgerandi neyðugt, at skil fæst á og vit vita greitt, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Hettsa snýr seg um so ómetaliga nógvar peng­ar. Tórbjørn Jacobsen, borg­ ar­stjóri í Runavíkar komm­ unu og næstformaður í Før­oya Kommunufelag, hev­ur verið við at gera ein marka­mótaskjal, so skil fæst á ábyrgdarbýtinum í eldra­ røktini og heima­tænastuni. Kommunurnar yviurtóku eldraøkið fyri hálvum øðrum ári síðani, men enn er hópur av ivaspurningum, sum enn ikki er komið greiða á. – Fyri kommunurnar er hetta mál, sum kosta nógv og sum belasta komm­unu­ kassarnar. Tí má skil fáast á hesum nú, sigur borg­ar­ stjórin í Runavík. Í teimum førum, har semja enn ikki er um ábyrgd­ ar­býtið og um hvør skal gjalda, verða nakrar nevnd­ ir settar at greina mál­ini og gera uppskot til ábyrgd­ arbýtið. Nevndirnar fáa eitt ár at arbeiða við málunum. Bíligari loysnir Sum aðrir borgarstjórar fyrr hava sagt, so er mát­ in føroyingar hava gjørt heima­røktina uppá, ómeta­ liga dýrur. Tað vís­ir segt, at føroyingar búgva mun­andi longri á ellis­heimi, sam­an­ borið við tey í okk­ara norð­ urlendsku granna­lond­um. Longst møguligt í egnum heimi er eitt slagorð, sum mangan verður brúkt, men skal hetta virka, so er neyð­ ugt við skipanum sum gera, at tað ber til hjá eldri fólki at klára seg heima. – Tað vísir seg, at vit sum føroyingar í meðal búgva fleiri ár longri á ellis­heimi enn í hinum Norðan­lond­ unum. Tað orka vit ikki at gjalda, tí røktarheimsplássini eru so ómetaliga dýr, sigur tórbjørn Jacobsen. Hann ásannar sam­stund­ is, at skulu eldri fólk búgva longri heima við hús, so krevst at tænastur verða veittar, so hetta ber til. – Bert tað, at vit kunnu tryggja, at hesi gomlu fáa heit­an mat einaferð um dag­ in ger, at tey kunnu vera mun­andi longri heima. Og hetta er als ikki nøkur dýr loysn, serliga ikki tá ið vit samanbera við, hvat eitt røkt­arheimspláss kostar, sig­ ur hann. At hava eitt fólk á ellis­ heimi kostar í minsta lagi 600.000 krónur um árið. Verður ein lítil partur av hesi upphædd brúktur til at veita teimum, sum búgva í egnum heimi, tænastur, so sleppa vit undan, at vit í meðal búgva so leingi á ellis­ heimi. Trýsta kommunurnar Borgarstjórin í Runavík ásannar, at alt sum nú er lagt út á kommunurnar, leggur eitt búskaparligt trýst á tær. – Kanska ikki so nógv á okkum her í Skála­fjarðar­ sam­starvinum, tí vit hava nóg mikið av stovnum, men í fleiri økjum er neyðug at byggja. Og tá ið ein veit, hvussu nógv tað kostar, so vita vit eisini, at tað er ikki orka til nógv annað enn júst tað, sigur hann. Eldraøkið umfatar eis­ini alla heimatænastu, stuðuls­ tæn­astu, psykiatriska hjálp og endurvenjing. Tað er markamótið á hes­ um økjum, sum nú skil skal fáast á. Í summum førum er semja um, hvør skal gera hvat og hvør skal gjalda, men í øðrum førum er ikki semja um ábyrgdina og gjaldingina. Tað er hetta, sum manglar, og sum nevndirnar skulu finna skil á í seinasta lagi um eitt ár. Ivanevndin er eisini vald. Hendan nevndin er ovasti myndugleikin í øllum iva­ spurn­ingum. Nú er avgjørt, at hon skal veljast áðrenn 1. au­ gust. Kommunurnar fáa eitt umboð í nevndina, lands­ stýrið eitt og komm­unu­ læknarnir tilnevna eitt um- boð. Kommunurnar yvir­tóku eldraøkið og heima­tæn­ast­ una 1. januar 2015. Hevur ligið ov leingi uttan at nakað er hent Avtalan um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur skal nú gerast Tórbjørn Jacobsen heldur, at vit noyðast at finna nýggjar mátar at taka okkum av eldru medborgarunum Skálafjarðarsamstarvið er væl fyri við stovnum, men tað verður dýrt hjá fleiri øðrum samstarvum at byggja stovnar av nýggjum