týsdagur 31. mai 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 61
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Í annaðkvøld skal føroyska
U21 landsliðið spæla EM
undankappingardyst
móti
Finnlandi á Tórsvølli. Í før
oyska álopinum verður óiva
18 ára gamli Jákup Thomsen.
Tá EM undankappingin
byrjaði fyri einum lítlum
ári síðani, var framherjin
við U19 aldri ikki upp á tal í
U21 landsliðshópinum. Í dag
er hann helst millum teirra,
ið er venjarin lýtur mest á í
álopspartinum.
Havnarmaðurin er upp
vaksin í HB, men valdi í 2013
at fara til Danmarkar á eftir
skúla hjá FC Midtjylland.
Hóast jydarnir ikki lógu
á knøunum fyri føroyska
framherjanum,
so
hevur
hann í dag arbeitta seg til
ein hálvan fulltíðarsáttmála
í FC Midtjylland, sum hevur
fostrað spælarar sum Simon
Kjær,
Winston
Reid
og
Erik Svitachenko, ið allari
eru seldir víðari fyri fleiri
milliónir krónur.
Snoddar til
Superliguna
Framherjin trívist væl í Dan
mark, har hann umframt at
spæla fótbólt eisini gongur í
skúla.
– Eg gangi triðja árið í
student og ætli mær at fáa
útbúgvingina upp á pláss,
sigur Jákup Thomsen, ið
hevur ein dreym um at liva
av at spæla fótbólt.
Hann er tó sannførdur
um, at tíðin á skúlabonkinum
ikki órógvar hansara menn
ingarmøguleikum
á
vøll
inum.
– Eg verið ikki ein verri
fótbóltsspælari, fyri tað um
eg gangi í skúla samstundis.
Her er skúlin ein partur
av felagnum og spælarar
undan mær hava prógvað, at
tað ikki er ein forðing, sigur
Jákup Thomsen.
Fyri trimum árum síðani
fór hann til Danmarkar á
eftirskúla.
Síðani
hevur
hann arbeitt seg upp til og
við Superligamarkið.
– Eg venji javnan við spæl
arunum, sum ikki sleppa við
á besta liðið til dyst. Tað havi
eg gjørt í eina tíð. Málið er at
vera millum teir, sum sleppa
á vøllin javnan um eini trý
ár, sigur framherjin, ið hevur
gjørt ein hálvan fulltíðar
sáttmála, ið eisini inniber at
ganga í skúla.
Hann leggur tó aftuat, at
um hann ikki slær ígjøgnum
fyri FC Midtjylland, so trýr
hann upp á, at hann hevur
evnini og viljan til at blíva
yrkisfótbóltsspælari. Jákup
Thomsen hevur roynt at
verið við til dyst í bestu
deildini, men hevur enn ikki
fingið sínar fyrstu minuttir
fyri besta liðið.
Tú fær einki ókeypis
Jákup Thomsen er partur av
FÓTBÓLTUR
Tað sigur Jákup Thomsen, sum
stríðist fyri at vinna seg millum
teir bestu í FC Midtjylland.
Framherjin hevur júst vunnið
DM fyri U19, og ætlar sær í
Superliga hópin komandi árini
TÚ FÆR
EINKI
ÓKEYPIS
U21 LANDSLIÐIÐ
Málmenn
Elias Rasmussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Karstin Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ
Verjuleikarar
Leivur Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF
Jákup Vatnhamar Olsen . . . . . . . . . . . . . Víkingur
Andrias H. Eriksen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Jákup F. Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Benjamin Heinesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Teitur J. Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . TB
Miðvallarar
Jonas Gejel Hansen . . . . . . . . . . . . . Helsingør FC
Jóannes Bjartalíð . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ
Hákun Edmundsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B68
Gestur B. Dam . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Petur Knudsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ
Teit Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
Bartal Wardum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB
David Langgaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ
Jákup B. Andreasen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍ
Áleyparar
Meinhard E. Olsen . . . . . . . . . . . . . Vendsyssel FF
Patrik Johannesen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . AB
Jákup Thomsen . . . . . . . . . . . . . . . FC Midtjylland
FØROYSKI U21 HÓPURIN
Navn: Jákup Ludvig Thomsen
Føddur/aldur: 23. november 1997/18
Felag: FC Midtjylland (Danmark)
U21 landsdystir/mál: 4/0