týsdagur 31. mai 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 61
97 árganginum hjá FC Midt
jylland, sum hevur vunnið
DM seinastu trý árini. Tað er
ikki ókeypis at blíva áleypari
hjá einum so góðum liði.
– Tú fær einki ókeypis í
einum stórum felagi sum
hesum. Tú mást vinna teg
fram og vilja tað. Allir hinir
royna at sláa teg av liðnum,
fortelur Jákup Thomsen,
sum tó leggur afturat, at
samanhald er ein av týdn
ingarmestu
boðskapinum
hjá FC Midtjylland.
18 ára gamli framherjin
vísir eisini á, at tað sum so
ikki var nakar áhugi frá FC
Midtjylland at fáa føroy
ingin til felagið, men at hann
síðani hevur arbeitt og spælt
seg til eitt fast pláss á kanska
best ungdómsliðnum hjá fel
agnum í longri tíð.
– Tá tú kemur til Dan
markar at spæla, so eru teir
betri enn tú, Tí er týdningar
mikið at tú tímur at venja og
spæla fótbólt fyri at koma
upp á teirra stig, sigur Jákup
Thomsen, ið hevur Fernando
Torres sum fyrimynd. Heilt
ólíkir eru teir ikki og Jákup
Thomen er ikki bangin fyri
at renna nakrar eyka metrar.
– Eg eri ein áleypari, ið
rennur eftir øllum møgu
leikum, Sjálvt tá bólturin er
langt frá mær, so geri eg eina
roynd, sigur framherjin, ið
eins og Fernando Torres á
sinni hevur góða ferð og evn
ir at renna í djúptina, sum
tað eitur á fótbóltsmáli.
Spæla betri fótbólt nú
U21 landsliðið hevur verið
í eini menning seinasta
árið. Til fyrsta dystin móti
Aserbadjan og fram til í dag
eru avrikini blivin stigvíst
betri.
– Vit eru blivnir meiri
vaksnir og tora betri at spæla
fótbólt. Tað haldi eg vit hava
víst seinastu dystirnar, sigur
Jákup Thomsen, sum enn
hevur sítt fyrsta mál á U21
landsliðnum til góðar. Hann
heldur eisini, at royndirnar
frá einum U21 landsdysti eru
gevandi fyri allar spælarar
nar.
– Tað er munur á at spæla
við U15, U17, U19, og so U21.
Her spælir tú móti spæl
arum, sum spæla yrkisfót
bólt og tað gevur okkum
góðar royndir, sigur Jákup
Thomsen.
Málið er at vinna á Finn
landi, hóast Føroyar taptu
greitt 4-0 í umvenda dyst
inum í Helsinki. Fyrsti dyst
urin hjá framherjanum var
móti júst Finnlandi, tá per
sónligar villur kostaðu dýrt.
Tað hevur ikki tikið mótið frá
framherjanum, ið trýr upp á
at Føroyar kunnu vinna á
Tórsvølli í annaðkvøld.
– Tað trúgvi eg fult og
fast upp á at vit kunnu, sigur
Jákup Thomsen at enda.
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Tað er ikki eitt U21 lands
lið í sterkastu uppstilling,
ið tekur móti Finnlandi.
Millum spælararnir, ið
ikki eru við, eru Hørður
Askham,
Ári
Mohr
Jónsson
og
Haraldur
Højgaard, sum eru skadd
ir, Brandur H. Olsen er við
A-landsliðnum,
meðan
Sonni Ragnar Nattestad
ikki verður úttikin til
landsliðsfótbólt
aftur,
fyrr enn hann spælir og
venur regluliga.
– Eg vildi sjálvandi
ynskt at teir vóru tøkir,
men tað er eisini ein sann
roynd, at fleiri av okkara
bestu úrslitum eru komin
í líknandi støðum. Maður
kemur í mans stað, sigur
Bill M. Jacobsen.
– Tá vit spældu móti
Aserbadjan fyri einum
ári síðan, so høvdu vit illa
nokk verið samlaðir áðr
enn, meðan teir hvødu
verið á venjingarlegu og
spælt fimm dystir. Teir
vunnu akkurát á okkum.
Tað haldi eg sigur eitt
sindur um okkara ungu
dreingir, sigur U21 lands
liðsvenjarin víðari.
– Vit hava eisini flutt
okkum langt síðani um
venda dystin í Finnlandi,
tá vit taptu 4-0. Eg trúgvi
upp á at vit hava flutt
okkum so nógv, at stigini
verða liggjandi eftir á
Tórsvølli eftir dystin.
Føroyska U21 lands
liðið býr á Hotel Føroyum
fram til dystin móti Finn
landi, sum verður hós
dagin klokkan 18 á Tórs
vølli.
trondur@sosialurin.fo
Tað sigur Bill M. Jacobsen,
venjari hjá U21 landsliðnum.
Hann vil sum altíð á heima
vølli hava øll stigini
MAÐUR
KEMUR Í
MANS STAÐ
BILL M. JACOBSEN
– Eg trúgvi upp á at stigini verða liggjandi eftir á
Tórsvølli, sigur Bill M. Jacobsen U21 landsliðsvenjari
Mynd: Álvur Haraldsen
U21 Bólkur 7 støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
Týskland
7
7
0
0
26
4
22
21
2
Austria Austria
6
5
0
1
18
7
11
15
3
Finland Finland
5
3
0
2
6
6
0
9
4
Azerbaijan
8
2
1
5
7
18
-11
7
5
Russia Russia
6
1
1
4
7
13
-6
4
6
Faroe Islands
6
0
0
6
1
17
-16
0
– Tú fær einki ókeypis í einum stórum felagi
sum FC Midtjylland. Tú mást vinna teg
fram og vilja tað. Allir hinir royna at sláa
teg av liðnum, sigur Jákup Thomsen
Mynd: Álvur Haraldsen