týsdagur 31. mai 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Búmerkjakapping
Skúlin við Streymin er nýstovnaður skúli, sum er fyri allar
næmingar í Sunda kommunu. Til ber at nema sær vitan um
skúlan inni á svs.fo.
Vit fara við hesum at útskriva eina búmerkjakapping. Ynskið
er at fáa eitt búmerki, sum á einfaldan hátt avspeglar virksemi
skúlans og alla Sunda kommunu.
Búmerkið verður sjónligt í øllum samskifti hjá Skúlanum
við Streymin, tað verði seg á pappíri, skelting, netmiðlum,
teldupostsamskifti v.m.
Uppskotið til búmerkið skal verða í støddini A4 við frágreiðing
og lýsing av uppskotinum. Navn, bústaður, teldupost bústaður
og fartelefonnummar skal skrivast á skjal fyri seg, og leggjast í
A5-brævbjálva, sum síðan skal latast aftur og leggjast í ein
A4-brævbjálva saman við uppskotinum til búmerkið.
Hesin brævbjálvin skal sendast til:
Sunda kommuna
Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO - 400 Oyrarbakki
Uppskotini skulu verða Sunda kommunu í hendi í
seinasta lagi 15. juni 2016.
Vinnandi uppskotið fær eina virðisløn á kr. 10.000.
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til, frítt at velja millum
innkomnu uppskotini, ella einki at velja.
Dómsnevndin er samansett av fólki sum umboða Skúlan
við Streymin, Sunda kommunu og listarumhvørvið.
FÁ EINA SIGNERAÐA ÚTGÁVU AV EINUM WEGNER
KLASSIKARA TIL SERPRÍS TANN 3. JUNI
CH22 loungestólurin frá 1950 verður sýndur fram 3. juni 2016
Carl Hansen & Søn markerar nýggju framsýningina av
gamla loungestólurin hjá Hans J. Wegner við einum serligum
møguleika fyri allar designentusiastar.
Á presentatiónsdegnum tann 3. juni fáast CH22 stólarnir
í sápubehandlaðari eik við inngraveraðum dato og undirskriftini
hjá Hans J. Wegner saman við sertifikati.
Kann bert bíleggjast 3. juni
Bert hendan dagin fæst útgávan fyri einans 10.000 kr,
sum er ein serprísur.
Vanligur prísur 15.995 kr.