Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 62 34 Sosialurin STØRV NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Unn er leiðari á Húsaumsitingini Tórshavnar kommuna hevur sett Unn S. Perdomo í starv sum leiðari á Húsa­umsitingini. Unn hevur drúgvar royndir, bæði frá privatu ráðgevaravinnuni, og hev­ur seinastu árini verið í starvi á Húsa­umsitingini hjá Tórshavnar kommunu, og hevur seinastu mánaðirnar virkað sum fyribils leiðari á deildini. Fremsta uppgávan hjá Húsaum­sit-ingini er at syrgja fyri, at bygningarnir hjá kommununi verða røktir og um­vældir í mun til lógarkrøv og forsvarliga røkt. Unn S. Perdomo tekur við starvinum beinanvegin. Um Almannaverkið Fleiri enn 750 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul, dag- og frítíðartilboð. Talan er um eitt spennandi starvsøki við fjølbroyttum avbjóðingum og lívsjáttandi starvsfólki og borgarum. Arbeiðsuppgávur Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, mynda eindina, leiða og gan- ga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandis- degnum merkir tað, at borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss. Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, skipa eindina soleiðis, at virksemið í umlættingini, bústøðunum, hjá stuðlum og í frítíðartilboðum verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt. Tað er umráðandi, at leggja dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar. Eitt samskifti bygt á javnvirði og umsorgan. Áleið 50 borgarar fáa tænastu úr eindini, har umleið 70 starvsfólk starvast. Starvið Leiðari fyri Trivnaðareind 2 í Eysturoy. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving. Leiðsluútbúgving ella royndir við starvsfólkaleiðslu kann vera ein fyrimunur, meðan tann, sum verður settur, skal hava kunnleika og royndir við borgarum við menningartarni og fjølbreki. Væntanir til umsøkjarar Týdningurin av góðu tænastuni er eyðsýndur í rætta umsøkjaranum, sum leggur dent á javnvirði og trivnað. Eginleikar at samskifta og samstarva við viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu hava týdning. Vit sóknast eftir einum leiðara, sum hevur hug og hegni at virka, raðfesta og hugsa framskygt innan givnar fíggjarkarmar. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í eind 2. Starvsheitið er leiðari. Starvið er flokkað í lønarflokki 31 í lønartalvuni fyri Tænastumenn Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er tó møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, C.V. v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerk: ”Umsókn leiðari eind 2”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.06.2016 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hugo Leo, eindarleiðara á telefon 297376. LEIÐARI TIL SERØKIÐ Í EYSTUROY Almannaverkið søkir eftir einum tænastuhugaðum leiðara til Trivnaðareind 2 í Runavík, sum í høvuðsheitum veitir tænastu til borgarar við fjølbreki og menningartarni. N E S K O M M U N A 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo Frítíðarskúlin á Brekkukletti, Toftir søkir eftir stuðli Til Frítíðarskúlan verður søkt eftir: • 1 stuðli at arbeiða 20 tímar um vikuna frá 15.08.2016-30.06.2017 Vit bjóða: • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi frítíðartilboð. Vit ynskja at umsøkjarin: • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd • Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið Setanarviðurskiftir: Starvið verður sett frá 15.08.2016 til 30.06.2017. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í Frítíðarskúlanum á tlf 448786/565023 Umsóknir Saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 14.06.2016.