Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STØRV P/F N. J. Mortensen Effo sølubúðin á Tvøroyri skal hava nýggjan leiðara m/k. Tú fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni av handlinum. Vit hugsa okkum at tú er framtakshugaður, ágrýtin og nýhugsin. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv í einum mennandi handilsumhvørvi. Royndir geva fyrimun. Løn eftir nærri avtalu. Meira fæst at vita við at venda sær til Effo sølubúðina á Tvøroyri v/ P/F N. J. Mortensen á tel. 371002 / 221022 og tosa við Gudmund Mortensen. Skrivligar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu vera okkum í hendi innan 15. juni 2016. Tær skulu sendast til: EFFO SØLUBÚÐIN Á TVØROYRI v/ P/F N. J. Mortensen Tvørávegur 2 - 800 Tvøroyri ella á mailin: ovaravegur@gmail.com Effo sølubúðin á Tvøroyri, ið liggur í einum livandi handilsumhvørvi í miðbýnum, selur brennievni og alt til bilin, umframt kioskvørur, bakaravørur og pylsur v.m. Í Effo sølubúðini á Tvøroyri starvast 8 fólk. Bensin Diesel Sølubúð Alt til bilin Kafé Leiðari til Effo sølubúðina á Tvøroyri Kundi tú hugsað tær at verið við til at bygt upp eitt fakliga sterkt roknskapareftirlit saman við okkum? Vit bjóða Talan er um eitt avbjóðandi starv, har tú verður við til at byggja upp eitt fakliga sterkt roknskapareftirlit, sum skal vera við til at menna góðskuna og álitið á teimum roknskapum, ið verða latnir Skráseting Føroya. Tú kemur at gjøgnumganga roknskapir hjá partafeløgum, vinnurekandi virkjum, vinnurekandi grunnum v.m. við tí endamáli at tryggja, at ásetingarnar viðvikjandi uppsetan av roknskapi sambært ársroknskaparlógini eru hildnar. Tú kemur at viðgera roknskaparligar fyrispurningar frá viðskiftafólki okkara, umframt roknskaparligar spurningar í sambandi við fráboðanir eftir vinnufelagslógini m.a. í sambandi við virðismetingar frá grannskoðarum viðvíkjandi kapitalhækking, kapitallækking, sammanlegging av feløgum v.m. Eisini kemur tú at evna til reglur og mannagongdir innan grannskoðaraøkið m.a. í mun til krav um eftirútbúgving, trú- og heiðurváttanir, góðkenningar/deponeringar, grannskoðaraskrá og fyrireiking av próvtøku at gerast løggildur grannskoðari, umframt skrivarauppgávu í Próvtøkunevndini. Arbeiðsumhvørvið á stovninum er dynamiskt og óformelt, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar, ið Skráseting Føroya er skipað saman við. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava: • viðkomandi útbúgving, t.d. cand.merc.aud. ella HD í roknskapi • drúgvar royndir við uppsetan og grannskoðan av roknskapum • góð analytisk evni og góð samstarvsevni • góð evni at samskifta í skrift og talu • skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum • evni til at arbeiða sjálvstøðugt Umsøkjarar, ið hava starvsroyndir á grannskoðaravirki, hava fyrimun. Løn og setanartreytir Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal sendast til: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Postboks 264 110 Tórshavn ella sum teldupostur til: skr@skraseting.fo Umsóknir skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. juni 2016 kl. 12. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 356020, ella Ken Nónklett, deildarleiðara, tlf. 356016. Um Skráseting Føroya Skráseting Føroya umsitur vinnufelagslógina, lógina um vinnurekandi grunnar, lóg um vinnurekandi virki, ársroknskaparlógina, grannskoðaralógina og skrásetir m.a. nýggj feløg. Skráseting Føroya hevur eftirlit við, at feløgini lúka øll krøv, sum verða sett til teirra felagshátt, herundir eisini viðvíkjandi lóg um hvítvask. Skráseting Føroya er fyrisitingarliga skipað undir Vinnustovninum, sí www.vs.fo ROKNSKAPARKØNUR FULLTRÚI TIL SKRÁSETING FØROYA Leiðari til dagstovnin við Stórheygg í Hósvík Sunda kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin við Stór heygg at byrja tann 1. august 2016. Talan er um fulltíðarstarv sum dagstovnaleiðari og aktivur partur av gerandisdegnum. Um Dagstovnin við Stórheygg Dagstovnurin við Stórheygg er ein kommunalur dagstovnur, ið lat upp 1. mei 2005. Dagstovnurin er opin frá kl. 7.15 til kl. 17.00. Pláss eru fyri 58 børnum í aldrinum 0-10 ár og í løtuni eru 34 børn og 9 starvsfólk knýtt at dagstovninum við Stórheygg. Stovnurin er skipaður í vøggustovu, barnagarðsstovu og einari felags stovu til tey 6 ára gomlu og frítíðarskúlabørnum í 1. 2. og 3. flokki. Uttanumøkið hevur fjølbroyttar møguleikar, og stovnurin liggur væl fyri, beint við haga, á, fjøru, skúla, bygdarhúsið og við góðum ferðasambandi. Á stovnurin verður dentur lagdur á viðurkennandi námsfrøði, ymiskleika, tryggleika og nærveru. Førleikakrøv Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Umsøkjarar við leiðsluroyndum og viðkomandi eftirútbúgving kunnu hava ein fyrimun. Vit ynskja, at tú hevur · hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi · virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og foreldrunum · hug og áræði at skapa, mynda og seta dám á virksemið á stovninum · førleikar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi · breiða vitan og góðan førleika at orða teg munnliga og skrivliga · evni at arbeiða tvørfakliga · ein virknan lut í samstarvinum við hinar dagstovna - leiðararnar í kommununi · góðan telduførleika · royndir innan fíggjarstýring Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til fíggjar- og fyrsitingarleiðaran í Sunda kommunu á tel. 66 72 05 ella við at senda t-post til jogvan@sunda.fo. Umsókn við avriti av prógvum v.m. skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. juni 2016, og skulu sendast til: Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 Postboks 10 400 Oyrarbakki sunda@sunda.fo Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík er ein av trimum dag stovnum í Sunda kommunu. Dagstovna leiðarnir í økinum, tvs. í Hósvík, á Oyrarbakka og í Hvalvík, hava eitt gott og tætt samstarv á økinum í samráð við kommununa.