Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 4 Tá føroyska A-landsliðið fríggjakvøldið spælir landsdyst móti Kosovo í týska býnum Frankfurt, fáa føroyingar ikki møguleikan at fylgja við í sjónvarpinum hvussu Lars Olsen og hansara menn megna uppgávuna. Kringvarpið hevur fingið møguleikan at senda dystin beinleiðis, men stovnurin metir, at Dag&Vika og Gekkurin hava størri týdning enn landsdysturin.  Barbara Samuelsen, deildarleiðari í Kringvarpinum, váttar, at Kringvarpið hevur fingið ein fyrispurning frá Fótbóltssambandinum.  – Vit hava ikki svarað teimum enn, men ætlanin er ikki at senda dystin í sjónvarpinum. Klokkan sjey fríggjakvøldið er Dagur&Vika og Gekkurin á skránni, og vit meta ikki, at ein venjingardystur kann flyta Dag&Viku og Gekkin.  Í staðin upplýsir hon, at dysturin møguliga verður sendur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-10 m/s 0-8 m/s 0-6 m/s Fríggjadagin Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar, og um náttina klárt veður. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig Sunnudagin Lot til andøvsgul úr landnyrðingi og ymsum ættum, undir 6 m/s. Turt og sól, men stundum meiri skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina og í mjørka millum 5 og 8 stig. Leygardagin Makar hann vindin til lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, undir 8 m/s. Turt og sólglottar, og um náttina klárt veður. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig Vikan ið fór Sæð á Facebook: Havnarfólk kunnu ikki turka klæðir longur, tí Heðin hevur klipt allar snórarnar Nógv kjak tók seg upp eftir løtuna, tí kommunan hevði lagt eina steintalvu á trappuna, ið skuldi staðfesta hvør tað var, ið átti æruna fyri trappuna. Talvan mátti takast burtur aftur, tí hon var full av stavivillum. Seinni í vikuni nýtti klaksvíkingar eisini høvi at prika til havnarfólk og fjølmiðlar við at vísa á, at tey eisini hava trappur í Klaksvík. Leygardagin var Vágsbotnur fullur av fólki, ið vóru til staðar, tá nýggja upphaldstrappan í høvuðsstaðnum varð tikin alment í brúk Túsundtals havnarfólk vóru í Vágsbotni tá upphaldstrappan alment varð tikin í brúk leygardagin. Sama dag varð nýggja brúgvin til Argir tikin í brúk. 48 ára gamal maður doyði í ferðsluvanlukku í Hoyvík Mads Hentze og Ruth Poulsen vunnu FM í ávikavist Man's Physique og Bikini Fitness, meðan Bjarni Nielsen vann Føroya sterkasti maður. Týsdagin doyði ein maður í fjørutunum í eini arbeiðsvanlukku í skipasmiðjuni í Skála. Løgreglan sperraði fleiri støð í Varðagøtu av eftir, at innbrot hevði verið hjá djóralæknanum. »Trappa« Heldur Gekk enn landsdyst MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir kostar tað at byggja eina marghøll í Vági 20 MANGT OG HVAT Visti tú? At sjómannaheimið Ørkin í Reykjavík lat upp fyri 25 árum síðani Føroyskt í longdini