Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 5 Granskari søkist Av tí at ein av okkara granskarum fer í farloyvi, søkja vit eftir granskara til 1-ára avloysarastarv í toyminum ”Bio tøkni og Framleiðslumenning”. Starvið fevnir í høvuðsheitum um, í samstarvi við onnur, at menna sýnistøku og qPCR mannagongdir í sambandi við ymiskar verk ætlanir og at hava eftirlit við kanningar arbeiðinum. Umsøkjarin hevur ábyrgd av, í samstarvi við onnur, at úrslit frá ymisku verk ætlanunum verða skrivað í innanhýsis frágreiðing og/ella vísinda liga grein. Júst hvørjar verkætlanir, talan verður um, og hvør leik lut urin verður, avhongur av førleikum, royndum og ynskj um hjá umsøkj aranum. Fastur arbeiðsstaður verður á Granskarasetrinum iNOVA í Tórs havn, meðan sýnistøkur, granskingarfundir v.m. kunnu vera á øllum lokali- tetum hjá Fiskaaling (sí www.fiskaaling.fo). Starvið verður sett 1. august 2016 ella skjótast til ber. Krøv til útbúgving og førleika: Tú skalt hava lokið kandidatprógv í lívfrøði, evnafrøði, bio tøkni ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Ynskiligt er, at tú hevur roynd ir við arbeiði á kanningarstovu. Ph.D. útbúgving og viðkomandi starvsroyndir eru fyri munir. Vit vænta, at tú ert røkin, dugir væl at samskifta og kanst arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt eins væl og saman við øðrum. Umsóknir við avriti av prógvum og ævisøgu (curriculum vitae) skulu vera Fiskaaling í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. juni 2016. Umsóknir skulu sendast til: fiskaaling@fiskaaling.fo. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Ásu Jacobsen á tel. 77 47 48 ella Jonhard Eysturskarð á tel. 77 47 57. Kundi tú hugsað tær at verið við til at bygt upp eitt fakliga sterkt roknskapareftirlit saman við okkum? Vit bjóða Talan er um eitt avbjóðandi starv, har tú verður við til at byggja upp eitt fakliga sterkt roknskapareftirlit, sum skal vera við til at menna góðskuna og álitið á teimum roknskapum, ið verða latnir Skráseting Føroya. Tú kemur at gjøgnumganga roknskapir hjá partafeløgum, vinnurekandi virkjum, vinnurekandi grunnum v.m. við tí endamáli at tryggja, at ásetingarnar viðvikjandi uppsetan av roknskapi sambært ársroknskaparlógini eru hildnar. Tú kemur at viðgera roknskaparligar fyrispurningar frá viðskiftafólki okkara, umframt roknskaparligar spurningar í sambandi við fráboðanir eftir vinnufelagslógini m.a. í sambandi við virðismetingar frá grannskoðarum viðvíkjandi kapitalhækking, kapitallækking, sammanlegging av feløgum v.m. Eisini kemur tú at evna til reglur og mannagongdir innan grannskoðaraøkið m.a. í mun til krav um eftirútbúgving, trú- og heiðurváttanir, góðkenningar/deponeringar, grannskoðaraskrá og fyrireiking av próvtøku at gerast løggildur grannskoðari, umframt skrivarauppgávu í Próvtøkunevndini. Arbeiðsumhvørvið á stovninum er dynamiskt og óformelt, og tú fært eisini møguleika til, eftir tørvi, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar, ið Skráseting Føroya er skipað saman við. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava: • viðkomandi útbúgving, t.d. cand.merc.aud. ella HD í roknskapi • drúgvar royndir við uppsetan og grannskoðan av roknskapum • góð analytisk evni og góð samstarvsevni • góð evni at samskifta í skrift og talu • skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum • evni til at arbeiða sjálvstøðugt Umsøkjarar, ið hava starvsroyndir á grannskoðaravirki, hava fyrimun. Løn og setanartreytir Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal sendast til: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Postboks 264 110 Tórshavn ella sum teldupostur til: skr@skraseting.fo Umsóknir skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. juni 2016 kl. 12. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 356020, ella Ken Nónklett, deildarleiðara, tlf. 356016. Um Skráseting Føroya Skráseting Føroya umsitur vinnufelagslógina, lógina um vinnurekandi grunnar, lóg um vinnurekandi virki, ársroknskaparlógina, grannskoðaralógina og skrásetir m.a. nýggj feløg. Skráseting Føroya hevur eftirlit við, at feløgini lúka øll krøv, sum verða sett til teirra felagshátt, herundir eisini viðvíkjandi lóg um hvítvask. Skráseting Føroya er fyrisitingarliga skipað undir Vinnustovninum, sí www.vs.fo ROKNSKAPARKØNUR FULLTRÚI TIL SKRÁSETING FØROYA Formula | Óðinshædd | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo Vit flyta Fríggjadagin 3. juni hava vit stongt vegna flyting. Telefonin svarar tó sum vanligt. Vit lata upp aftur mánadagin 6. juni kl. 8.00 á Óðinshædd, sí tekning omanfyri. Laborantur søkist Søkt verður eftir laboranti til Biotøkni- og Framleiðslumenningartoymið á Fiskaaling. Starvið er í høvuðsheitum tengt at ílegugransking og tæn astum í hesum høpi, sum verður framt á kanningar stovunum á Granskarasetrinum iNOVA. Eisini verður annað starvsstovuarbeiðí í sambandi við ymiskar gransk ingar- og menningarverkætlanir. Ein partur av starvinum er tengdur at rognaframleiðsluni hjá Fiska- aling. Ávísar partar av árinum er tørvur á einum laboranti at luttaka í eitt nú sýnistøku og góðskumeting av sili. Arbeiðsstaður verður á Granskarasetrinum iNOVA í Tórs havn, meðan sýnistøkur, granskingarfundir v.m. kunnu vera á øllum lokalitetum hjá Fiskaaling (sí www.fiskaaling.fo). Starvið verður sett 15. aug 2016 ella skjótast til ber. Krøv til útbúgving og førleika: Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur/laboratoriu teknikari ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir frá kann ingarstovu og góðan telduførleika. Vit vænta, at tú ert røkin, dugir væl at samskifta, arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og saman við øðrum. Umsóknir við avriti av prógvum og ævisøgu (curriculum vitae) skulu vera Fiskaaling í hendi í seinasta lagi 1. juli 2016. Umsóknir skulu sendast til: fiskaaling@fiskaaling.fo.Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Ásu Jacobsen á tel. 77 47 48 ella Jonhard Eysturskarð á tel. 77 47 57.