Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 6 PERSÓNSSØGA BARBARA HOLM M amma, kom og spæl hitt kitlispælið«, ljóð­aði frá fýra ára gomlu dóttir Johnny leygar­kvøldið 9. apríl, tá ið hon og mamma hennara skuldu fara at spæla eina løtu, áðrenn gentan skuldi í song. Johnny spurdi dóttr­ ina, hvat tað var fyri spæl, sum dóttirin hevði spælt, men mamm­ an ongantíð hevði luttikið í. Og lítla gentan forkláraði um hetta stutt­ liga kitlispælið. – Eg steðgaði tí rættiliga skjótt, tí eg sá, at tað ikki er eitt spæl, sum ein lítil genta skal spæla, sigur Johnny Viberg Olsen. Hon spurdi beinan vegin dóttr­ ina, hvørjum hon hevði spælt hetta kilti­spælið saman við. Og lítla gentan fortaldi um ein tætt stand­ andi persón, sum hon og Johnny kenna væl, sum hevði lært hana hetta spælið. – Eg gjørdist forvirrað og skilti tað ikki reiðiliga beinan vegin, sigur Johnny Viberg Olsen. Lítla diddan fór í song uttan at vita, at hon júst hevði sagt orð­ini, sum skuldu venda lívið hjá mamm­ uni á høvdið. Meðan lítla gentan svav, fóru tankarnir hjá Johnny í gongd. Hvat skuldi hon gera? – Eg visti beinan vegin, at eg mátti gera okkurt. Men tað var leygarkvøld og einki kundi henda fyrr enn mánadagin, sigur Johnny Viberg Olsen. Unga mamman var, sum vera man, í villareiði um tað, sum lítla gentan hevði sagt. Hon setti seg tó at skriva hvørt orð niður, sum lítla gentan hevði greitt frá. Hetta so, at hon ikki skuldi gloyma ella seinni ivast í tí, sum henni varð fortalt. Hon ringdi eisini til mammu sína og systrina og allar vóru á einum máli um, at tá ið mánadagurin kom, skuldi hon ringja til kommun- una. Tað virkar sum, at fólk halda man skal bara feiða orðini undir teppi og lata sum, at einki er hent. Men tað kann eg ikki« Johnny Viberg Olsen – Eg valdi at trúgva dóttir míni. Hon er bara fýra og eitt hálvt ár, og hon kann ikki duga at spæla eitt slíkt spæl, uttan at onkur er farin um mark við henni, sigur 24 ára gamla Johnny Viberg Olsen, sum í vikuni legið sína óhugnaligu søgu á Facebook, fyri at fáa fólk at skilja álvaran í orðum hjá børnum HEVÐI TÚ TRÚÐ BARNINUM? Dóttirin vildi spæla ónærisligt kitlispæl