Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 7 – Kommunan beindi meg víðari til løgregluna, og har søgdu tey mær, at eg hevði gjørt tað rætta við at trúð dóttir míni, sigur Johnny Viberg Olsen. Men ikki øll vóru samd í álvar­ anum í støðuni. Er tað nú so álvarsamt? Síðsta vikuskiftið var Facebook – sum ikki einaferð – á gosi, hesaferð um skrivaðu orðini hjá Johnny Viberg Olsen. Hon valdi nevniliga at leggja frá­greiðingina hjá sær á netið und­ir heitinum »Nøkur orð og lív­ ið vendir skeivan veg«. Orsøkin var mill­um annað, at unga kvinnan var stúrin um summar reaktiónir, sum komu, tá ið hon greiddi nær­um­ hvørv­inum frá hendingini. – Fleiri spurdu meg, um tað nú var so álvarsamt og hví eg ikki bara tosaði við viðkomandi, sum hevur lært dóttrina hetta spælið, sigur Johnny Viberg Olsen. Tað tókist mest sum, at summi ikki hildu, at støðan skuldi takast í størri álvara enn tað sama. – Tað kendist sum, at fólk ikki vildi taka støðuna í álvara, tí dótt­ urin bara er fýra ár, og tey kanska ikki trúði tí hon segði, sigur Johnny Viberg Olsen. Men tað er undir ongum um­ støð­um ein spurningur um, hvørt man skal taka orðini hjá lítlu gent­ uni í álvara ella ikki. – Eg skilji í veruleikanum ikki tað reaktiónina, tí tað virkar sum, at fólk halda man skal bara feiða orðini undir teppi og lata sum, at einki er hent. Men tað kann eg ikki, greiðir Johnny Viberg Olsen frá. Í hennara hugaheimið hava orð­ ini hjá lítlu gentuni týdning. Men iva­málið, sum varð sátt um trú­ virði hjá lítla barninum elvdi til, at mamm­an vildi taka kjakið upp á net­inum. Vildi tosa um fráboðanarskyldu Tá ið Johnny legið bloggin um hendingina á Facebook, vóru tey mong, sum skrivaðu til Johnny per­són­liga. Og reaktiónirnar vórðu bara jaligar. – Fleiri gentur hava skrivað til mín, sum sjálvar hava verið fyri kyns­ligum ágangi. Og tær siga, at tær høvdu ynskt onkur trúði teimum, tá ið tær greiddu frá ágang­inum sum barn, sigur Johnny Viberg Olsen. Og tað gjørdi, at unga mamman gjørdist enn meira trygg í sínari sak. Eisini løgreglufólkini slóðu fast, at júst hesin framferðarhátturin er hin rætti, tá ið umræður illgruna um ónærislig sambond millum børn og vaksin. – Løgreglufólkini søgdu mær, at sjálv sakin verður trupul at hava við at gera, tí tað eru eingi prógv fyri nøkrum. Men tey søgdu eisini, at tað var sera gleðiligt, at eg tók orð­ini hjá dóttrini í álvara, sigur Johnny Viberg Olsen. Orðini hjá løgreglufólkunum til Johnny vil hon eisini bera víðari bæði við at siga sína søgu her í Vikuskiftis Sosialinum og við at greiða frá hendingini á Facebook – nevniliga, at fráboðanarskyldan skal takast í álvara. – Øll vaksin hava eina frá­boð­ anar­skyldu, tá ið umræður børn og teirra livikor. Og síggja vit ella vita vit um ónøktandi viðferð av børn­ um, so er tað okkara uppgáva at siga frá, sigur Johnny Viberg Olsen. Hon er uttan iva skelkað av all­ ari hendingini. Mest av, at hetta skuldi henda dóttrini. Harnæst av, at ikki øll halda tað hava týdning. – Seinastu árini hevur nógv ljós verið varpað á kynsligan ágang móti børnum og tí vita vit helst øll eitt sindur um tað. Hevði tað ikki verið so væl upplýst, so hevði eg kanska ikki tikið hetta kitlispælið í álvara, sigur Johnny Viberg Olsen, í takkar­røðu til teirra, sum hava rópt varskó móti kynsligum ágangi móti børnum seinastu mongu árini. Johnny er eisini takksom í hesum ruðuleikanum, sum skuldi endavenda hennara lítlu familju. Ja takksom fyri, at lítla gentan ikki visti, at tað sum gekk fyri seg var ónærisligt. – Tey siga, at størsta orsøkin til, at børn ikki siga foreldrunum slíkt er, at tey kenna skommina av tí. Men diddan visti als ikki, at nakað var galið við kitlispælinum og tí segði hon tað bara uttan at hugsa um tað, sigur Johnny Viberg Olsen. Viðkomandi, sum hevur lært dóttir Johnny kitlispælið er meld­ aður til løgregluna og rættarmálið verður í hesum døgum fyriskipað. BARBARA@SOSIALURIN.FO »Tey siga, at størsta orsøkin til, at børn ikki siga foreldrunum slíkt er, at tey kenna skommina av tí. Men diddan visti als ikki, at nakað var galið við kitlispælinum og tí segði hon tað bara uttan at hugsa um tað« Johnny Viberg Olsen – Fleiri gentur hava skrivað til mín, sum sjálvar hava verið fyri kynsligum ágangi. Og tær siga, at tær høvdu ynskt onkur trúði teimum, tá ið tær greiddu frá áganginum sum barn, sigur Johnny Viberg Olsen Johnny Viberg Olsen PRIVATMYNDIR