Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 8 BARNAVERND ØLL HAVA FRÁBOÐANARSKYLDU Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri umsorganarsvíki ella ágangi BARBARA HOLM S ambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum van­ liga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hev­ ur herda fráboðanarskyldu, sum merk­ir, at ein varhugi um ill­gruna­ som viðurskifti er nóg mikið til, at boð­ast skal frá. Torført kann vera at vita við vissu, nær eitt barn er fyri van­sorg­ an ella ágangi, men sum borgari hevur tú skyldu til at gera vart við, um tú hevur kunnleika til slík viður­skifti. Fráboðast skal eisini um kvinnu, sum er við barn, tá mett verður, at tørvur er á stuðli m.a. orsakað av rúsevnismisnýtslu, sosial­um ella sálarligum ávum. BARBARA@SOSIALURIN.FO § 14. 1) Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti ella hava orsøk til at halda, at viðurskifti eru, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barna­ verndar­tænastuni frá hesum. Frá­boðanar­ skyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum. Stk. 2. 1) Tann, ið fær kunnleika til, at for­ eldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viður­skiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning, hevur skyldu til at boða avvarðandi barna­verndar­tænastu frá hes­um. Fráboðarin kann vera ónavngivin. Stk. 3. 1) Fráboðast skal eisini eftir stk. 1 og 2 um kvinnu, ið er við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært hesi lóg, t.d. vegna rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálar­ligum ávum. Stk. 4. Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk sambært hesi lóg, sí §§ 45 og 49. Stk. 5. 1) 2) Barnaverndartænastan skal boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt frá­boðanin er móttikin. Um ikki serlig viður­skifti tala ímóti hesum, skal barna­ verndar­tænastan boða fráboðara sbrt. stk. 1 frá, hvørt fráboðanin hevur ført til, at málið verður kannað, ella at fyriskipanir eru settar í verk sambært hesi lóg. Aftur­ boðanin fevnir bert um tann, ið fráboðað er um. Stk. 6. 2) Um ikki serlig viðurskifti tala ímóti hesum, kann barnaverndartænastan, tá tað hevur avgerandi týdning fyri, hvørja hjálp og stuðul fráboðari sbrt. stk. 1 kann veita barninum, kunna um, hvørjar fyri­ skipanir eru settar í verk. Kapittul 3 Fráboðanarskyldan Um fráboðanarskyldu stendur í lógini um barnavernd MODELLMYND