Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 10 TEMA Bygging í Føroyum At tað gongur væl í Føroyum er skjótt at staðfesta. Vit hoyra javnan í miðlunum, at bila­sølur­nar mest sum dag­ liga seta met fyri seld akfør. Vit hoyra, at lønarlagið hjá okkum føroyingum hækkar og hyggja vit út gjøgnum vind­eyga sleppa vit næstan ikki undan at fyrihalda okkum til eitt byggjarí av onkr­um slag. Eitt yvirlit sum Vikuskiftis Sosialurin hevur fingið innlit í í dagsins blað vísir, at heili 11 milliardir krónur verða nýttar til íløgur av ymiskum slag komandi árini. Men hvat merkir so tað. Tað merkir í øllum førum, at vit mugu ansa væl eftir og hava neyva stýring, tá ið so stórar íløgur eru í ger. Tað held­ur Eyðfinn Reyðberg, búskapar­frøðingur. Tað er tó ikki neyv stýring í gongdini, tí sam­bært lands­stýris­kvinn­ uni í Fíggjarmálum, finst enn einki neyvt yvirlit yvir, hvat land og kommunur ætla at gera komandi tíðina. Lands­stýris­kvinnan hevur annars áður sagt, at tað ikki er rætt, at land og kommunur ikki vita av hvørjum øðrum, tá ið umræður bygging av ymiskum slag. Í veruleikanum eru hesar stóru íløgurnar eitt tvíeggjað svørð, heldur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding. Hann vísir á, at tá ið tað er í javnvág, er tað er gott fyri búskapin, men tað kann eisini fara úr javn­vágini og koyra alt av lagi. »Fyri samlaða búskapin er tað gott at nógvar íløgur verða gjørdar, serliga um tær eru produktivar,« sigur Súni Schwartz, stjóri í Eik. Hvussu er og ikki, so sær út til, at eingin yvirskipað ætlan er fyri tí, sum gerast skal, hóast okkara yvirlit í dag vísir, at heili 11 milliardir verða brúktar komandi árini uppá íløgur. Men Kristina Háfoss lovar í blaðnum í dag, at hon ætlar at fáa eitt yvirlit yvir tað, sum fer fram kring landið. Temaði hesaferð snýr seg um bygging í dag og komandi árini. Gott Vikuskiftið. Tað grør um gangandi fót... Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Fíggjarmálaráðið Gott ella ringt? ROYNA AT FÁA YVIRLIT YVIR FRAM­ TÍÐAR ÍLØGUR Fíggjarmálaráðið er farið undir at royna at fáa yvirlit yvir komandi íløgurnar í Føroyum ÁRNI GREGERSEN Í farna mánaða var fundur millum fíggjarmálaráðið og føroysku kommunurnar um framtíðar íløgur í Føroyum. Endamálið er finna út av, hvør fer at gera stórar íløgur og nær tær verða gjørdar. – Eg undrist yvir, at hetta ikki er gjørt fyrr, men nú royna vit at fáa eitt yvirlit, so vit vita, hvussu vit skulu stýra almennu íløg­unum, sigur Kristina Háfoss, Tjóð­veldi, landsstýriskvinna við fíggjar­ málum. Fyrsti fundurin hevur verið og nú verður so arbeitt vð at savna upp­lýsingar inn frá landi og komm­un­unum um, hvørjar íløgur eru á tekniborðinum og nær tælr verða gjørdar. – Tað hevur sjálvandi eis­ini stóran týdning fyri fíggjar­mála­ ráð­ið at vita hvørjar ætlanir eru. Bæði so vit kunnu meta um, hvussu nógvar og hvussu stórar al­mennu íløgurnar eiga at vera, men vit vilja eisini staðfesta, hvar íløgur­nar verða gjørdar í landinum, so landið kanska kann velja at gera íløgur, har sum minni virksemi er, sigur Kristina Háfoss. Spurningurin liggur frammalaga Landsstýriskvinnan var í vetur frammi og segði, at tað ikki er rætt, at land og kommunur ikki vita av hvørjum øðrum, tá ið íløgur verða gjørdar. Tí boðaði hon tíðliga frá, at hon fór at seta seg í samband við kommunurnar fyri at fáa gongd á eitt samskifti um hesar spurningar. Fyrsti fundurin var í mai og tða vísti seg skjótt, at allir partar eru áhugaðir í at fáa eitt yvirlit yvir, hvat hendir. – So fyribils eru fólk farin at kanna nágreiniliga, hvørjar íløgur