hósdagur 2. juni 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
11
og útbyggingar eru á veg og so
er ætlanin, at vit hittast aftur í
august, sigur landsstýriskvinnan.
Íløgurnar hjá kommunum
eru ikki atíð beinleiðis nýíløgur,
men enduríløgur í gamlar skúlar,
havnaløg, vegir og annað. Eisini
hjá landinum telja íløgurnar í vega
kervið nógv.
– Tað, sum helst ger hetta fimm
ára skeið eitt sindur øðrvísi enn
vanligt, er íløgan í undirsjóvar
tunnlarnar báðar og so stóru
íløgurnar hjá SEV. Bara tað ger, at
upphæddirnar vit tosa um, gerast
so stórar, sigur Kristina Háfoss.
Tá ið talan er um SEV so er tað
fyri ein part at leggja um til grøna
orku, men eisini nýggjur motorur
til Sundverkið kostar fleiri 100
milljónir krónur.
Undirsjóvartunnlarnir eru
mettir at fara at kosta 2,2 milljardir
krónur, men tá er talan um tveir
– tann millum Skálafjørðin og
Hvítanes og so tann millum Gomlu
Rætt og Sandoynna.
Í hesum førum er tað soleiðis,
at tað er munandi bíligari at gera
báðar ísenn – heldur enn at bíða.
Esini er tað so, at Skálafjarðar
tunnilin og ferðslan har, skal vera
við at fíggja Sandoyartunnilin.
Næsti fundurin millum komm
unurnar og landið um íløgur fram í
tíðina, verður hildin eftir summar
frítíðina – altso einaferð í august.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Temaði hesaferð snýr seg um
bygging í dag og komandi árini
Eru íløgurnar
produktivar so
eru tær góðar
fyri landið
Sjálvt um íløgurnar eru nógvar
og stórar, so kunnu tær vera
positivar fyri búskapin. Treytin
er, at tær eru produktivar
ÁRNI GREGERSEN
H
eiti búskapurin og
mongu risastóru
íløgurnar komandi
árini, eru bæði posi
tivar og negativar fyri føroyska
búskapin.
Í veruleikanum eitt tvíeggjað
svørð, sum tá ið tað er í javnvág
er gott fyri búskapin, men sum
eisini kann fara úr javnvágini og
koyra alt av lagi.
– Fyri samlaða búskapin er
tað gott at nógvar íløgur verða
gjørdar, serliga um tær eru pro
duktivar, sigur Súni Schwartz,
stjóri í Eik.
– Men hinvegin er tað ongin
fyrimunur um íløgurnar ikki eru
við til at hækka produktivitetin
í samfelagnum, leggu hann
afturat.
Búskaparvøksturin seinastu
trý árini hevur verið rættuliga
stórur – eini fimm prosent um
árið.
Hetta ger,a t ferð er á
búskapinum og kanska heldur
nógv ferð viðhvørt.
– Tað hevði sjálvandi verið
skilagott ummeira stýr fekst
á almennu íløgunum. Um tað
var so, at landið stýrdi hvussu
nógv verður sett í gongd í senn
– uttan mun til um talan er um
lands-, kommunu- ella íløgur hjá
alkmennum og interkommunal
um felagsskapum, sigur Suni
Schwars Jacobsen.
Eik-stjórin sigur, at tað
vanliga er so, at privatar íløgur
verða virdar hægri av búskapar
frøðingum, tí tær verða sjáldan
gjørdar uttan so, at tær hava
hægri framleiðslu við sær.
Høg ferð
At ferðin er høg á búskapinum
sæst millum annað á, at byggi
vinnan manglar arbeiðsfólk og
fyritøkurnar hava nógv at gera.
Til dømis eru tað ikki serliga
nógvar fyritøkur, sum eru áhug
aðar í H-bygninginum á Lands
sjúkrahúsinum, sum er ein
verkætlan uppá tilsamans 515
milljónir krónur.
Tað frættist eisini um fyri
tøkur, sum eru so hart kroystar,
at tær noyðast at læna arbeiðs
fólk hvør frá øðrum.
– Fyri okkum, sum peninga
stovn, er tað sjálvandi gott at
ferð er á, men viðhvørt eiga vit
at hyggja eitt sindur at hesum
uppá longri sikt. Vit mugu
royna at hyggja frameftir, so vit
ikki taka beinini undan okkum
sjálvum, sigur Súni Schwartz.
Ein uppgerð vísir, at komandi
fimm árini verða íløgur gjørdar
fyri í minsta lagi 11 milljardir
krónur í Føroyum.
Hetta er meira íløgur enn vit
nakrantíð áður hava gjørt.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
– Eg undrist yvir, at hetta
ikki er gjørt fyrr, men
nú royna vit at fáa eitt
yvirlit, so vit vita, hvussu
vit skulu stýra almennu
íløgunum, sigur Kristina
Háfoss, landsstýris
kvinna við fíggjarmálum
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN