hósdagur 2. juni 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
12
TEMA Bygging í Føroyum
Yvirlit yvir íløgur
ÁRNI GREGERSEN
O
ngantíð fyrr eru so
ógvusliar íløgur gjørdar
í føroyska samfelagnum,
sum tær, sum koma hesi
komandi fimm árini – 2016 íroknað.
11 milljardir krónur verða brúkt
ar at útbyggja og menna føroyska
samfelagið, bæði á lands-, komm
unala- og privata økinum.
Í hesum tíðarskeiði verður Før
oya størsta verkætlan nakrantíð
eisini gjørd.
Talan er um undirsjóvartunnl
arnar báðar, millum Streymoy og
Eysturoy og millum Streymoy og
Sandoy.
Í teimum metingum, sum eru
gjørdar, verður sagt, at tunnlarnir
fara at kosta tilsamans 2,2 milljardir
krónur.
Hetta eru sjálvandi mett tøl, tí
arbeiðið enn ikki er boðið út og
hetta er eisini yvir seks ár – fra
2016 til 2021.
Men tað er ikki bert undirsjóvar
tunnlarnir, sum gera, at íløgurnar
eru so ógvusligar komandi árini.
Samlaðu íløgurnar, sum Lands
verk varðar av hesi fimm árini, eru
beint undir 1,7 milljardir krónur.
Av øðrum almennum íløgum,
sum verdar eru at nevna, eru
tær hjá SEV, sum tilsamans yvir
trý ár eru 1,1 milljard krónur og
Bústaðir, sum fara at byggja fyri
400 milljardir komandi árini.
Afturat hesum nevndu íløg
unum, so fara kommunurnar eis
ini at gera sínar íløgur. Tórshavnar
kommuna ger íløgur fyri 700
milljónir í fimm ár og Klaksvíkar
kommuna fyri 120 milljónir í trý ár.
Tær tríggjar stóru kommunur
nar í Eysturoynni: Fuglafjarðar-,
Eystur- og Runavíkar kommunur
gera næstu fimm árini íløgur fyri
beint undir eina hálva milljard kr.
Hetta gevur tilsamans slakar
átta milljardir, men afturat koma
so privatu íløgurnar, sum eisini
eru stórar. Bakkafrost ger eina
risaíløgu á Glyvrum og byggja
eina smoltstøð í Ánunum fyri 650
milljónir krónur.
Aðrar kommunur kring landið
byggja eisini út, bæði skúlar og
havnir, sum kosta nógvar milljónir
krónur.
Eitt yvirlit, sum Sosialurin hevur fingið
gjørt, vísir, at íløgur fyri einar 11 milljardir
krónur verða gjørdar komandi fimm árini
11 MILLJARDIR
Í ÍLØGUM
KOMANDI
FIMM ÁRINI
1,7
MIA
Landsverk
5 ár
2,2
MIA
Tunnlarnir
6 ár
1,1
MIA
SEV
3 ár
0,4
MIA
Bústaðir
4 ár
Evald Kjølbro,
stjóri á Landsverk
MYND: ÁLVUR HARALDSEN