Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 13 Krevur neyvan stýring at gera so stórar íløgur Tíðin at arbeiða er stutt og ringt er at finna eina skipan, sum gevur marknaðaratgongd til veiðurættindini ÁRNI GREGERSEN 11 milljardir verða brúktar til íløgur í Føroyum komandi fimm árini. Talan er um íløgur hjá land­ inum, kommunum, almennum feløgum, interkommunalum feløgum og hjá privatu vinnuni. – Hetta er so ógvusligt, at ein sterk stýring skal til, skal hetta ikki fara av lagi, sigur Eyðfinn Reyðberg, búskparfrøðingur. Hann vísir serliga á, at størstu íløgurnar verða gjørdar fyri almennar pengar, sum ann­ ars verða tiknir inn frá skatt­ gjald­arunum. At royna at leggja íløgurnar so­leiðis, at tær ikki síggjast á fíggjar­lógini er ein máti, men tað broytir onki uppá, at tað eru skattgjaldararnir, sum skulu rinda lán og íløgur aftur. – Sjálvt um íløgurnar í undir­ sjóvartunnlarnar verða gjørdar av einum almennum partafelag, so eru tað somu fólkini, sum ann­ars gjalda skatt, sum gjalda lánini aftur við brúkaragjøldum, sigur hann. Tað sama ger seg galdandi við íløgunum hjá Bústøðum. – Tað kann gott vera, at her er talan um ein stovn, sum ikki er at síggjast á fíggjarlógini, men sleppur felagið nú at taka lán, so verða tað skattagjaldararnir, sum sita við endan undir øllum umstøðum, sigur búskapar­frøð­ ingurin. Hann nevnir eisini, at stóru íløgur­nar hjá Bústøðum helst fara at minka um privatu íløgur­ nar í sethúsabygging. SEV Interkommunali felags­skap­ urin, SEV, fer komandi trý árini at gera íløgur fyri meira enn eina milljard krónur. Um hesar íløgur verða gjørd­ ar í umlegging til grøna orku, so er hetta helst skilagott. – Men um ferðin er ov høg í bú­skapinum, so hevði tað kanska ikki gjørt so nógv, um inter­kommunali felagsskapurin strekti íløgurnar eitt sindur meira, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann vísir annars á, at van­ liga verður sagt, at tað altíð gevur eina betri gongd, um tað er so­leiðis, at íløgurnar fyri ein størri part koma frá privatum fyri­tøkum og ikki verða gjørdar fyri skattaborgarans pengar. – Tað er neyvan nakað at ivast í, at privatar fyritøkur ansa betur eftir og trýsta prísirnar meira enn tað almenna. Og við há­konjunkturum sum nú, er hetta neyðugt. Ella verða íløgur­ nar ov dýrar, sigur hann. Eyðfinn Reyðberg, búskparfrøðingur Bakkafrost ger eina risa­ íløgu á Glyvrum og byggja eina smoltstøð í Ánunum fyri 650 milljónir krónur Munandi vøkstur Íløgurnar eru ógvusliga stórar og tær vátta greitt, at nógv ferð er á føroyska búskapinum. Í byggivinnuni eru so at siga allar hendur upptiknar í løtuni og í fleiri førum er tað so, at fyri­ tøkur­nar ikki einisinni bjóða uppá arbeiðir, sum verða boðin út. Seinasta dømi er í Sørvági, har ætlanin var at gera ábøtur og um­ byggingar á skúlan. Tá ið freistin at lata tilboð inn var farin, hevði kommunan ikki fingið eitt einasta tilboð. Hon hevur tí avgjørt at bíða við ar­ beiðnum. – Tað ger meg ikki bilsnan, at onki tilboð kom, tí ómetaliga nógv ferð er á í løtuni, sigur Evald Kjølbro, stjóri á Landsverk. Hann vísir eisini á, at tað koma óvanliga fá tilboð inn til at gera nýggja H-bygningin á Lands­sjúkra­ húsinum. – Hetta kemst sjálvandi av, at fyri­tøkurnar hava nóg mikið at gera, sigur hann. Evald Kjølbro heldur eisini, at broytingarnar í lisitatiónslógini eisini gera, at kappingin fellur eitt sindur burtur, tí nú eru tað bert føroyskar fyritøkur, sum sleppa at bjóða uppá almennu føroysku arbeiðini. – Tá ið ferðin er so nógv sum nú, so hevur hetta eisini hægri prísir við sær. Kappingin er í stóran mun burt­ur. Tí meti eg tað er neyðugt, at broytingar aftur verða gjørdar í lisita­tiónslógini, sigur stjórin á Lands­verk. ARNIG@SOSIALURIN.FO 0,7 MIA Tórshavn 5 ár 0,5 MIA Eystur, Fuglafjørður og Runavík 5 ár 0,1 MIA Klaksvík 3 ár MODELLMYND MYND: ÁLVUR HARALDSEN MYND: ÁLVUR HARALDSEN