Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 14 TEMA Bygging í Føroyum Mongu íløgurnar verða gjørdar komandi fimm árini, men fleiri av stóru verk­ætlanunum eru í gongd nú HESAR VERK­ ÆTLANIR ERU LONGU Í GONGD ÁRNI GREGERSEN F øroya størsta verkætlan nakrantíð er at byggja tveir undirsjóvartunnlar – ein millum Havnina og Skála­fjørðin og ein millum Gomlu Rætt á Streymoynni og Sandoy. Hetta er ein risastór íløga, sum í stóran mun fer at broyta mynstri í føroyskum flutningi og ferðing. Verk­ætlanin skal eftir ætlan vera lið­ug í 2021, men tað verður tó neyvan fyrr enn í 2022. Upprunaliga var talan um, at privat felag skuldi sleppa at byggja tunnilin millum Havnina og Skálafjørðin. Táverandi landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, var kom­ in væl áleiðis at era eina avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um tunnlarnar, tá ið polit­ iski meirlutin avgjørdi at steðga hesi verkætlan. Málið var í staðin fyri tikið til nýggja politiska viðgerð og tá valdi eitt so at siga samt Løgting, at eitt al­ment partafelag skuldi byggja tunnlar­nar. Byggiarbeiðið skuldi hanga saman, so fyrst tunnilin millum Skálafjørðin og Havnina var boraður, men at so beinanvegin aftaná verður farið at bora millum Streymoynna og Sandoy. Tað er hendan verkætlanin, sum á pappírinum er sett til at kosta 2,2 milljardir krónur. Og sum er Føroya størsta verk­ætlan nakrantíð. Tvær aðrar risa­ stórar verkætlanir Farið er undir at gera vegirnar til fyrstu boringina á Hvítanesi, men tvær aðrar stórar verkætlanir eru komnar munandi longri. Felags miðnámsskúlin, Glasir, í Marknagili í Havn, er komin nakað ávegis, hóast ymiskir trupul­leikar hava verið í samband við bygg­ing­ ina. Hendan verkætlanin fyllur ikki so nógv í íløgukørmunum fyri komandi fýra-fimm árini, tí upp­runa­liga var ætlanin at skúlin skuldi vera liðugur við skúla­árs­ byrj­an í 2017. Hetta verður helst nakað seinni – eitt hálvt ella eitt heilt ár. Skúlin í Marknagili er ein stór almenn íløga. Tá ið hann stendur klárur at taka í nýtslu er hann mettur at kosta 515 milljónir krónur Talan er um tríggjar miðnámsskúlar, studenta­skúla, handilsskúla og tekn­iskan skúla, sum saman skulu hús­ast á sløkum 20.000 fermetrum í Markna­gili. Hin stóra byggiverkætlanin er H-bygningurin á Landssjúkra­hús­ inum. Hetta er ein nýbygningur, sum skal hýsa fleiri av deildunum, sum nú eru á teimum bygningum vit kenna á økinum , har Lands­sjúkra­ húsið er. Ætlanin er, at H-bygningurin skal standa klárur seinna hálvár 2020, men okkurt bendir á, at hetta tó ikki verður fyrr enn í 2021. Játtanin til íløgur til hendan bygn­ing­in er sett til slakar 490 milljónir krónur. Hesar báðu stóru verk­ætlanir­nar verða stýrdar av Landsverk, sum eisini hevur hópin av øðrum minni verkætlanum um hendi. Yvirlit yvir íløgur