hósdagur 2. juni 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
15
Íløga í orku
Landskassin og partafeløg, sum
eru almenn, standa fyri einum s
órum parti av íløgunum, men eisini
kommunurnar og interkommunali
felagsskapurin SEV fer at gera
stórar íløgur.
SEV ætlar komandi trý árini at
gera íløgur fyri 1,14 milljard krónur.
Talan er í stóran mun um at
leggja um til grønari orku, men
eisini útbygging og útskkifting á
støðini á Sundi vigar nógv í løgu
partinum.
Samfelagnum tørvar meira orku
og í 2015 framleiddi SEV meira orku
enn nakrantíð áður. Ongantíð áður
er heldur so nógv orka framleidedi
við vatni og vindi
Krøvini eru eisini vaksandi, tí
tað vísir seg, at fleiri av privatu
íløgunum, sum verða gjørdar í
verksmiðjur av ymiskum slag,
krevja nógva orku.
Bústaðir
Gamli Húsalánsgrunnurin er lagd
ur um til Bústaðir, sum hevur fingið
sum uppgávu at byggja leiguíbúðir
í Føroyum. Nokk so nógvar eru
longu gjørdar, men felagið ætlat
at gera íløgur fyri 100 milljónir um
árið komandi fýra árini.
Í løtuni er ferðin sett eitt sindur
niðuir, tí torført er at fáa fyritøkur
at átaka sær stór arbeiðir fyri felag
ið. Harafturat vísir tað seg, at tað er
munandi dýrari at byggja nú enn
fyri bert fáum árum síðani.
Stjórin í Bústøðum, Andras
Róin, segði í Kringvarpi Føroya
fyrr í vikuni, at hvør fermetur í
dag er munandi dýrari enn bert
fyri tveimum árum síðani.
Ein onnur orsøk er sjálvandi,
at Bústaðir hevur bygt ella sett
pengarnar av, sum felagið hevur
at arbeiða við. Skulu nýggjar verk
ætlanir gerast, so er neyðugt, at
felagið sleppur at læna pening.
Tað ber ikki til í løtuni, emn
stjórin segði eisini í KvF, at hetta
helst fer at bera til, tá ið komið er út
á heystið. Samráðingar eru millum
fíggjarmálaráðið og Bústaðir um,
hvussu hetta møguliga kann
gerast.
Kommunurnar
Almennir pengar – tað vil siga skatt
ur – verður umsitin og brúktur av
landsfyristingini, men ein stórur
partur verður eisini umsitin og
brúktur í kommununum.
Tað eru serliga tær stóru komm
unurnar, sum gera tungar og dýrar
íløgur og fremst er Tórshavnar
kommuna, sum hevur fleiri dýrar
verkætlanir á veg.
Skúlin á Fløtum er farin í gongd.
Hann er mettur at kosta millum
350 og 400 milljónir krónur.
Ein risaverkætlan er eisini á
tekniborðinum, har Tórshavnar
havn skal úbyggjast fyri fleiri 100
milljónir krónur.
Kommunan er eisini saman við
Bústøðum farin undir at gera part
av gamla kommunuskúlanum um
til lestraríbúðir.
Kommunan hevur eisini ætlanir
um at gera íløgur í samband við
Føroya Banka-bygningin í Steina
túni. Kommunan hevur gjørt
stórar íløgur seinsstu árini. Hon
hevur keypt tveir bygningar frá
Bank Nordik fyri 90 milljónir krón
ur og hon hevur gjørt Sjóvinnu
húsið á Vestaru Bryggju.
Stóran brúgvin yvir Sandá, sum
bindur Havnina og Argir saman á
øðrums tað, er júst tikin í nýtslu.
Sjálvt um Havnin stendur fyri
einum stórum parti av beinleiðs
kommunalu íløgunum, so gera
aðrar kommunur eisini íløgur.
Komandi trý árini ger Klaks
víkar kommuna íløgur fyri 120
milljónir, har ein partur er skúla
bygging. Komandi fimm árini ger
Runavíkar kommuna íløgur fyri 195
milljónir krónur og Fuglafjørður
fyri 150 milljónir krónur, har eisini
skúlin er ein partur.
Eysturkommuna ger íløgur
fyri 60 milljónir krónur komandi
trý árini, har ráðhúsið á Oyruni í
Norðagøttu er ein partur. Í vikuni
boðaði borgarstjórin í Vági, Dennis
Holm, frá, at har verður bygd ein
multihøll til fótbólt og annan
ítrótt fyri einar 20 milljónir krónur.
Hinar kommunurnar – serliga tær
størru – gera eisini íløgur og boða
frá íløgum. Kommunuval er í heyst.
Privatar íløgur
Føroyskar privatar fyritøkur ger
eisini íløgur.
Á odda er Bakkafrost, sum ger
eina risastóra miðstøð á Glyvrum
og sum fer at byggja eina nýggja
smoltstøð í Ánunum, sum er mett
at kosta einar 650 milljónir krónur.
Í alingini er tað soleiðis, at nú
skal fiskurin vera á landi longri
enn hann hevur verið higartil og
tað krevur stórar íløgur hjá alifyri
tøkunum.
Eisini í uppsjóvarvinnuni verða
íløgur gjørdar á landi. Varðin
Pelagic er í ferð við at byggja
eitt virki til surimiframleiðslu á
Tvøroyri.
Bank Nordik hevur júst bygt
nýtt høvuðssætið í Havn. Hin
bankin – Eik – ætlar at byggja
uppí við Strond. Hetta skal gerast,
so bankin kann selja bygningin í
miðbýnum til Føroya Løgting.
Nógvar aðrar smærri íløgur
verða gjørdar, so samlað verða
íløgurnar komandi fimm árini á
leið 11 milljardir krónur.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
»Tað eru serliga tær stóru kommunurnar,
sum gera tungar og dýrar íløgur og fremst
er Tórshavnar kommuna, sum hevur fleiri
dýrar verkætlanir á veg«
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN