Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 16 DANJAL AV RANA R øddin og andlitið á Katrini Petersen var væl kent fyri føroyingum, ta tíð hon starvaðist sum tíð­ indafólk í Kringvarpinum. Dugna­ lig og órædd setti hon sín dám á tíðindasendingarnar og fýrdi ikki fyri at seta politikarum og øðrum álitispersónum atfinningarsamar spurningar. Men eftir at hon var redaktørur fyri sendingunum í samband við kommunuvalið í 2012, gavst hon í Kringvarpinum. Leiðin lá heim aftur til Sands, har hon fór í starv sum verkætlanarleiðari fyri Vakstrar­ætlanina fyri Sandoynna. – Tá BADH-samgongan tók við gjørdist tað skjótt greitt, at undir­ sjóvartunnilin í oynna ikki lá í kortunum í nærmastu fram­tíð. Hetta var ein smeitur fyri oynna. Eg setti meg tí í sam­band við Kára P. Højgaard, sum var lands­ stýrismaður í inn­lendis­málum, og greiddi honum frá hugskotinum um vakstrarætlanina, sigur Katrin Petersen. Fluttu móti streyminum Kári P. Højgaard var jaligur mót­ vegis hugskotinum, men setti sum krav, at allar kommunurnar í oynni máttu samstarva um og stuðla verkætlanini. Loysnin bleiv, at landið nú fíggjar verkælanini við 75 prosentum og kommunurnar við 25 prosentum. Vakstrarætlanin bleiv sett í verk 1. januar 2013. – Tá tunnilin bleiv útsettur í 2008, hevði tað eina sera neiliga ávirkan á huglagið í oynni. Tað merktu vit eisini, tá vit fluttu higar. Fólk høvdu mest sum hug at spyrja, hví í verðini nakar tímir at flyta til Sands, tá flestu fólk eru á veg avstað haðani, greiðir Katrin Petersen frá. Hon hevði tó leingi borið upp á kensluna av, at hon var ein sands­genta og heimlongsulin dró í hennara hjartastreingir. 1. januar 2013 byrjaði hon so sum leiðari fyri Vakstrarætlanini fyri Sandoynna. Verkætlanin skuldi eftir ætl­ an koyra í trý ár, men eitt barns­ burðar­farloyvi hevur so longt tað nakað. – Kortini nærkast vit tí punkt­ inum, har vit mugu meta um vakst­ rarætlanina og taka eina avgerð um, hvussu framtíðin skal sígga út og hvønn leiklut vakstrarætlanin skal spæla, sigur Katrin Petersen. Fráflytingin er tálmað Sjálv sigur hon seg vera hampuliga nøgda við úrslitið higartil. - Fremsta endamálið var at økja um hugin at búgva í Sandoynni og um vit nýta tað einasta objektiva mátið vit í veruleikanum hava til tess, íbúgvartalið, so hevur ikki gingið heilt galið. Fólkatalið í oynni er komið í eina støðuga legu, sigur Katrin Petersen. Hagtøl frá Hagstovuni vísa, at meðan fólkatalið í Sandoynni og Skúgvoy 1. januar 2008 var 1.434, so er tað fallið til 1.254 1. januar 2016. Seinastu trý árini er minkingin tó minkað nógv. Í 2013 búði 1.291 her, í 2014 1.268, og í 2015 1.264. Katrin Petersen vil tó ikki taka allan heiðurin sjálv. – Nú er tunnilin komin aftur á skrá, so tað kann hava økt hugin hjá onkrum at búseta seg her suðuri, sigur hon. Skulu vera errin av oynni Men einki kemur av sær sjálvum. Katrin Petersen er tí upptikin av at knýta sterk bond millum sand­ ingar og oynna. – Vit mugu skapa eina ímynd av, at hetta er eitt gott stað at búgva. Økið má hava nakað at bjóða teimum fastbúgvandi og eg haldi, at tað týdningarmesta er at gera fólk góð við heimstaðið, at gera tey errin av oynni. Tí hava vit í vakstrarætlanini eitt ynski um at gera okkum sjónlig við jaligum tingum. Vit ynskja at varpa ljós á og skapa eitt stað, sum er lokkandi at koma til. Vónandi kunnu vit á hendan hátt lokka fólk til okkum, sum so seinni kunnu skapa nógv arbeiðspláss í oynni. Júst spurningurin um arbeiðs­ pláss hevur ofta verið uppi at vent í arbeiðinum hjá vakstrarætlanini. – Nógv søgdu við meg, tá Varðin læt upp á Tvøroyri, at hatta er júst tað, okkum hevði tørvað her á Sandi, at vit mugu draga størri virkir við nógvum arbeiðs­pláss­um til oynna. Eg havi tí eisini verið í samband við stórar partar av før- oysku vinnuni, men Sandoyggin er ikki áhugaverd fyri tey. Hinvegin, so vísa tølini nú, at hóast Varðin Pelagic hevur skapt arbeiðspláss á Tvøroyri, so minkar fólkatalið framvegis. Arbeiðspláss eru tí ikki einsamalla loysnin, sigur hon. Partur av arbeiðinum er at skapa ein samleika fyri Sand­ oynna og har hevur Katrin Peter­ sen valt at leggja seg eftir mat­vøru­ framleiðslu. – Leif Sørensen hevur leingi strongt á fyri at fáa okkum at gera meiri við landbúnaðin í oynni og víst á, at vit kunnu nýta jørðina til annað enn at dyrka gras. Vit hava tí stovnað áhugafelagið Velt­ una, sum skal virka fyri at gera Sandoynna kenda fyri sínar land­ búnaðarvørur. Tað vísir seg, at tað er ein stórur eftirspurningur eftir føroyskum grønmeti, so hetta kann heilt víst bera til, sigur Katrin Petersen. Leykur, gularøtur og persilla Veltan er sum sagt eitt áhugafelag, har øll, ið hava áhugað fyri dyrkan av einum hvørjum, kanska serliga grønmeti, kunnu vera limir. Enda­ málið er at fáa grønmeti av Sandi út í føroysku handlarnar og mat­ stovurnar, og Katrin Petersen sigur, at ein avtala er gjørd við P/F Poul Hansen, um at selja grønmeti í teirra handlum. Sandoyggin er longu kend fyri síni góðu epli og er uttan iva størsti framleiðari av føroyskum eplum, men spakuliga er fólk farin at leggja seg eftir eisini at framleiða annað grønmeti. Umframt epl­ini eru sandoyingar farnir at dyrka reyðleyk og gulan leyk, reyð­røt­ ur, gularøtur, hvítarøtur og kál­ rabirøtur og salat, purrur og per­ sillu. Katrin Petersen sigur, at tey hava verið kanningarferð í Hetlandi og eru ovfarin av, hvat kann lata seg gera at fáa at vaksa, hóast karráar umstøður. Hóast Hetland er nakað sunnan fyri Føroyar, so er hitamunurin ikki meiri enn eitt stig og kenna tey eisini alt til vind og regn og aðrar avbjóðingar, sum smá oyggjasamfeløg hava. – Vit hava so tikið nøkur av hug­ skotunum til okkara. Um tað virkar har, kanska virkar tað her eisini. Tí fara nakrir bøndur undir at leggja plast yvir velturnar. Tað er fyri at moldin skal halda betri upp á hitan og geva betri gróðrarlíkindi. So verða smá hol klipt í plastdúkin, sum planturnar veksa upp gjøg- Tá tú keypir røtur úr Stóru Dímun, sært tú næstan andlitið á Dímunarbóndanum fyri tær, tá tú leggur røturnar í kurvina. Hesin nærleikin ger, at føroyskt grønmeti væl kann gerast ein góð handilsvøra, sigur Katrin Petersen VIT SKULU ØLL ETA GRØNMETI AV SANDOYNNI LOKALMATUR Katrin Petersen