Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 17 num. Eisini fara vit í næstum at seta tveir vakstrartunlar upp, annan í Skopun, hin á Sandi. Ætlanin er, at vit skulu nýta teir til forspíring av plantum, sum síðani verða settar út at vaksa, greiðir Katrin Petersen frá. Hon sigur, at tey í Veltuni so smátt eru farin at hugsa um, hvat næsta stig skal vera. Fyrsta stig er sjálvandi at fáa mat­vøru­ framleiðsluna á føtur, bæði grøn- meti og kjøtframleiðslu. Er næsta stig so at lokka matstovur at lata upp á oynni? At skipa fyri einum kokkaskúla? – Tað hevði verið sera spennandi at skapt eitt umhvørvi, sum kann víðarimenna matvørurnar í oynni. Veltan kann vera eitt samanknýtingarlið millum kokkar og matstovur, sum ganga á odda við spennandi mati, og okkum, sum framleiða rávørurnar. Tættari samstarvið er, meiri fáa kokkarnir júst tað, teir ynskja sær, sigur hon. Eitt slíkt umhvørvi, sum roynt verður at seta á føtur er Epla­ festivalurin, sum fyrstu ferð varð hildin í fjør og verður aftur 1. oktobur í ár. – Við Eplafestivalinum royna vit at vekja áhugan fyri lokalum mati, vísa okkara grønmeti fram og geva kundanum møguleikan at nerta við, at smakka og at keypa tað, sigur hon. Vita hvaðani maturin kemur Vónirnar fyri, at tað skal eydnast eru góðar, heldur Katrin Petersen og vísir á, at hetta er eitt rák, sum er frammi í tíðini og hevur verið nógv frammi í nøkur ár. – Meir og meir ynskja fólk at vita, hvaðani maturin, tey eta, kemur. Hví skulu vit eta kjøt úr lambskjøt úr nýsælandi, tá vit hava so nógvan seyð í Føroyum. Hví skulu gularøturnar koma úr eysturevropa, tá vit kunnu dyrka tær her heima? Tað er heldur eingin loyna, at jú styttri leiðin hjá grønmetinum er úr moldini og á tallerkin, jú betri er smakkurin og føðsluinnihaldið, sigur Katrin Petersen. – Okkara besta sølumerki við hesum er, at vit vita, hvaðani hetta kemur. Vit vita hvar Sandoyggin er, vit vita, hvar eplavelturnar á sand­inum eru. Tá tú keypir røtur úr Dímun, so sært tú næstan andlitið á Dímunarbóndanum fyri tær, tá tú leggur røturnar í kurvina. Hesin nærleikin ger, at føroyskt grønmeti væl kann gerast ein góð handilsvøra, sigur hon. Sandoyggin eftir tunnilin Tað er ikki til at dylja, at fast sam­ band inn á meginøkið fyllir nógv í tilveruni hjá sandingum. Øll ynskja tey, at fáa fast samband, men Katrin Petersen saknar, at sandingar gera sær greitt, hvussu teir ynskja, at Sandoy sær út eftir at tunnilin er komin. Tað er sæð fyrr, bæði í Føroyum og aðrastaðni, at tá fast samband verður veitt einum útjaðara, er seinasti íbúgvin fluttur av staðnum stutt eftir og hevur slókt ljósið eftir sær. Upprunaliga trý-ára verk­ætl­ anin um vakstrarætlanina fyri Sandoynna nærkast endanum og Katrin Petersen heldur, at tað er týdningarmikið at seta seg niður og eftirmeta, hvussu ætlanin hevur roynst og hvat ætlanin er framyvir. Tá fer tunnilin, sum eftir ætlan skal vera liðugur í 2022, sjálvandi at fylla nógv. Hvusu skal oyggin síggja út eftir at tunnilin er komin? Hvørji tilboð skulu vera á oynni? Hvussu skal oygg­in varðveita sítt autonomi mót­vegis Havnini, tá hon einans liggur 12 minuttir frá Havnini? Katrin Petersen heldur, at hetta er spursmál, sum sandingar mugu taka støðu til heldur fyrr enn seinni. – Tað er sum so ein rímiligur spurningur at seta, um hvørt ein skúli yvirhøvur skal vera á oynni, tá allir sandingar kortini koyra fram við Skúlanum á Fløtum í Havn á veg til arbeiðis. Um børnini fara at mala í Havnini, er so grundarlag fyri at hava ítróttarfeløg her í oynni, spyr Katrin Petersen, men skundar sær at leggja afturat, at sjálvandi skulu skúlar og ítróttar­ feløg framhaldandi vera á oynni. Hetta krevur tó eitt tættari og betri samstarv millum kommun- urnar í oynni. – Vit kunnu ikki liggja og kapp­ ast hvør í sínum lagi við Havn­ina. Tað er týdningarmikið, at Sand­ oyggin hevur eitt slag av eini heildarætlan fyri, hvat oyggin sum heild skal bjóða sínum borgarum og at innanhýsis kappingin millum kommunurnar ikki fer at forkoma annars góðum tilboðum. Men eg haldi heilt víst, at tað millum borg­ararnar er eitt sterkt ynski um betri samstarv, um ikki beinleiðis kommunusamanlegging, heldur Katrin Petersen – Óansæð bygnað og hvussu nógvar kommunur eru, so er tað ein avbjóðing sum oyggin má taka, hvussu samstarva vit betur og vísa tað samstarvið í verki, sigur hon. Skulu varðveita tað bygdasliga Sjálv heldur Katrin Petersern, at loyndarmálið liggur í at varðveita bygdalívið. – Tað verður stuttur vegur oman í miðbýin í Havn, men her mugu vit varðveita tað góða við at búgva á bygd, hetta lítla samfelagið, har vit øll kenna hvønn annan og veita hvør øðrum eina hjálpandi hond. Tað kann ikki varðveitast, um ein tekur burtur tey støðini, har bygdafólkið vanliga savnast, sum í skúla ella til ítrótt. Bygdirnar á Sandoynni mugu ikki gerast til satelittbýir, sum bara liggja eitt sindur longur burtur frá Havnini, sigur hon Katrin Petersen heldur, at Sand­ oyggin burdi havt betri vakst­ rarlíkindi enn til dømis Klaksvíkin í so máta. – Tað krevur tó fyrireiking og at ein setir seg niður at arbeiða við tíð, tí at slíkt kemur ikki av sær sjálvum. Sjálv var tað júst bygdalívið og røturnar til Sands, sum drógu hana aftur til oynna. – Eg havi alla tíðina verið drigin aftur til Sands og eg haldi, at tað er eitt tekin um, at eg havi havt góð minni um góðar upplivingar her. Eg vildi eisini uppala míni børn í einum umhvørvi, sum eg keni og har eg kenni meg trygga. Í einum stað, har eg kann senda tey til bakaran, og bakarin nevnir tey við navni, sum var tað størsta sjálvfylgja, at hann kendi tey. Eitt stað, har fólk vita, hvagar tey skulu leiða børnini, um okkurt teirra dettur, sigur Katrin Petersen. – Eg hevði eisini tað kenslu, at eg fekk møguleikan at gera ein mun á einum stað, sum stendur mínum hjarta nær. Tað er ein líknandi kensla, sum tá tú flytir heim eftir loknan lestur. Ok, lønin er kanska ikki tann sama, tú hevur ikki atgongd til tey somu spennandi størvini, men tú fært møguleikan at gera heimið til eitt betri stað, sigur hon. DANJAL@SOSIALURIN.FO Meir og meir ynskja fólk at vita, hvaðani maturin, tey eta, kemur. Hví skulu vit eta kjøt úr lambskjøt úr ýsælandi, tá vit hava so nógvan seyð í Føroyum Katrin Petersen