Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 18 UTTANRÍKISPOLITIKKUR VÆNTI FLEIRI RUSSISKAR HÓTTANIR MÓTI FØROYUM Danskur militerstrategur – Russar vilja við hesum hótta Ríkisfelagsskapin, nú stríðið um arktiska økið av álvara tekur dik á seg. Tí vænti eg, at føroyingar kunnu vænta enn fleiri hóttanir frá russarum, sigur Johannes Riber Nordby, varaleiðari fyri strategisku deildina í danska verjuskúlanum, Forsvarsakademiet BARBARA HOLM Í vikuni frætti heimurin skelk­ andi boð úr Russlandi. Eini boð, sum summi meta sum tómar hóttanir, onnur sum óvið­komandi, meðan summi halda hóttanina vera meira tilrættislagda enn sum so. Russiski politikarin Vladimir Zhirinovsky, formaður í flokk­inum LDPR eigur orðini, og hóast óvist er, at hann meinar við Føroyar, so eru kortini mong á ein­um máli um, at tað illa kann vera nakar annar enn Føroyar, sum russiski ekstremisturin sipar til. Hann segði sambært útlendskum miðlum soleiðis. »Í Norðsjónum er ein lítil oyggj, eitt lítið land við 200.000 íbúgvum. Brússel átti at sagt: Hygg, her er ein oyggj. Nú er eingin oyggj. Landið er ikki til longur. Vit skuldu víst, hvat okk­ara kjarnorkumegi er før fyri.« Av góðum grundum er vónleyst at vita, júst hvat liggur í hesum orð­ um, og um maðurin í heila tikið mein­ar við Føroyar. Men spyrt tú danska Johannes Riber Nordby, sum vegna Forsvarsakademiet í Dan­mark er partur av arbeiðs­bólki um verju­strategi fyri Ríkis­felags­ skapin, nú málið um arktiska økið tekur dik á seg, er eingin ivi. Russar royna at hótta Ríkisfelagsskapin til at gera eftir boðum úr Kreml. – Hetta snýr seg í veruleikanum als ikki um Føroyar. Eins og tað ikki snýr seg um Grønland ella Dan­mark, tá ið russar hótta ella lata militer flogfør flúgva ov tætt. Tað snýr seg einans, um at leggja trýst á Ríkisfelagsskapin, orsaka av okk­ara týdningi í kjakinum um arktiska økið, sigur Johannes Riber Nordby. Tað snýr seg einans, um at leggja trýst á Ríkis­felags­ skapin, orsaka av okkara týdningi í kjak­inum um arktiska økið« Johannes Riber Nordby Johannes Riber Nordby er militerstrategur og hevur millum annað arktiska økið og stríðið um tað sum serøki