Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 19 Vænta militer flogfør og undirvatnsbátar í Føroyum Russar eru ófriðarkroppar og hetta er júst soleiðis teir arbeiða. Hóast Putin ikki hevur viðmerkt út­søgnina hjá starvsfelaganum um at bumba Føroyar, so er kortini hugs­andi, at hetta er júst soleiðis russar vilja hava støðuna. – Putin hevur mangan sagt, at jú sterkari Russland tykist fyri um­heiminum, jú sterkari samráð­ ingar­støðu hevur landið. Og tað sama ger seg væl galdandi í kjak­ inum arktiska økið, sigur Johannes Riber Nordby. Tað merkir eftir hansara tykki, at Føroyar kunnu vænta at síggja og hoyra meira til russar komandi árini. – Eg verið ikki tikin á bóli, um russisk militerflogfør flúgva uppi­ yvir Føroyum ella um tit onkun­tíð síggja ein russiskan undir­vatns­bát stinga høvdið upp kring oyggjar­ nar, sigur Johannes Riber Nordby. Men hóttanin er kortini ikki meira álvarsom enn sum so. – At Russland skal bumba Før­ oy­ar av heimskortinum er púra óhugs­andi. Tað fer ongantíð at henda, sigur Johannes Riber Nordby. Og kortini heldur hann, at vit eiga at taka russisku hóttanir­ nar í álvara. Føroyar mugu velja Givið er tað, at kjakið í almenna rúm­inum í Føroyum at kalla ongan­tíð snýr seg um verjupolitik. Hetta ivaleyst partvíst tí, at Dan­ mark umsitur verjumál vegna Ríkis­felags­skapin. Men kortini heldur danski serfrøðingurin, at før­oy­ingar eiga at taka støðu til nýggju støðuna. – Man kann siga, at nú merkja Føroyar tað neiligu avleiðingina av at hava ávirkan á tað arktiska økið. Givið er, at tit hava fingið stóra ávirkan á arktiska kjakið orsaka av samstarvinum við Grøn­land í hesum førinum. Men sam­stundis merkir tað, at tit fáa hótt­anir orsaka av tí sama. Tit vera hótt, tí tit eru partur av einum strateg­ isk­um spæli at fáa størri ávirkan á arktiska økið, sigur Johannes Riber Nordby. Í Íslandi er amerikanski her­urin aftur at síggja, tí Ísland hev­ur tørv á militerum stuðli júst orsaka av russ­ um. Og tann sami spurn­ing­urin skal set­ast í Føroyum. – Føroyingar mugu taka støðu til, um tit vilja lata tykkum hótta av russ­um, ella um tit vilja fáa meira sjónligan, hern­aðar­ligan stuðul úr Danmark, sigur Johannes Riber Nordby og vísir á, at Føroyar jú als onga verju hava í løtuni. – Um so er, at Putin veruliga ætlaði at bumba Føroyar, so kunnu hansara bumbu flogfør púra ótarnað flúgva inn yvir Føroyar og gera sum teimum lystir, tí tit hava eingi hernaðarlig flogfør í land­inum, sigur Johannes Riber Nordby. Hann vísir kortini á, at tað er ikki upp til danska statin at gera av, um Føroyar skulu seta hernaðarlig átøk í verk á oyggjunum. – Føroyingar eiga bóltin. Tað eru tit, sum mugu gera av, hvar markið fyri hóttanum gongur. Ynskja tit, at russar skulu púra ótarnaðir sleppa innum føroyska markið, ella er tað nakað tit eru ímóti, sigur Johannes Riber Nordby. Tað er ikki brennandi neyðugt, heldur danski serfrøðingurin. Men tað er ein spurningur um, hvar mark okkara gongur. – Spurningurin er jú, um tit vilja lata russar gera sum teimum lystir, tí tit vita tað ivaleyst eru tómar hóttanir. Ella um tað eru mørk fyri, hvussu man kann fara við Føroyum og Ríkis­felags­ skap­inum, sig­ur Johannes Riber Nordby. Føroyar áhugaverdar og hóttar Meðan hvørki Føroyar ella Dan­ mark hava stórvegis týdning í sær sjálvum, tá ið umræður kjakið um arktiska økið, so hava londini bæði kortini týdning, orsaka av, at vit eru í Ríkisfelagsskapi við Grøn­ land. Og sum flest øllum kunnugt hevur Grønland ein avgerandi týdn­ing í kjakinum um arktiska økið. Føroyar eru haraftrat plaser­ aðar soleiðis, at vit hava strateg­ iskan týdning. Tí er hugsingur um, at ikki einans russar hava áhuga í Føroyum. – Tit vóru av stórum týdningin undir kalda krígnum og kunnu lættliga gerast tað aftur. Tí er ikki óhugs­andi, at eis­ini til døm­is ameri­kan­ar­ar hava áhuga í, at nýta Føroyar orsaka av sínari strateg­ isku plaser­ing, sigur Johannes Riber Nordby. Tá ið umræður framtíðar­leik­ lutin hjá Føroyum, er tað í stóran mun ikki Føroyar sjálvar, sum gera av, hvussu leikur fer. – Heldur Russland Føroyar vera áhugaverdar, so viðførir tað ymiskt, sum vit ikki kunnu spáa um í dag og heldur ikki hava ávirk­an á sum so. Men tað er leik­ lut­urin, nú arktiska økið er blivið so áhugavert, sum tað er. Og tað slepst tíverri ikki undan, sigur Johannes Riber Nordby. Tí heldur hann fyri, at Føroyar eiga at taka støðuna í álvara og kjak­ast um, um hernaðarlig stig skulu takast í Føroyum, so at onkur verja er her á klettunum. Vladimir Putin Formaðurin í russiska flokkinum LDPR, Vladimir Zhirinovsky er tann, sum bað russiska forsetan Vladimir Putin bumba eina oyggj í norðhavinum við 200.000 íbúgvum. Hóast tað ikki er ein nóg neyv lýsing til at vita júst, hvat hann meinar við, so eru flestir útlendskir miðlar á einum málið um, at talan er um Føroyar. »Putin hevur mangan sagt, at Russland styrkir sína sam­ráð­ingar­ støðu við at vísa mót­part­inum styrk­ ina hjá Russlandi. Tí er ikki óvanligt, at Russlandi nýtir hóttanir fyri at upp­náa tað úrslit landið ynskir« Johannes Riber Nordby