hósdagur 2. juni 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
20
BIRGITH LASSEN
F
øroyingar tíma betur og
betur at keypa føroyskt.
Tað vísa tøl frá eini kann
ing, sum Keyp Føroyskt
hevur gjørt. Samstundis er rákið
í løtuni, at lokalur matur er góður
matur; At eta lokalt er gott fyri
umhvørvið, tí tú sparir eina rúgvu
av CO2; At eta lokalt er gott fyri
tína heilsu, tí rávørurnar eru so
frískar sum gjørligt; Og ikki minst
er tað gott fyri títt image.
– Í 90’unum var tað móti at eta
italskt, men nú er tað móti at eta
lokalt. Tað sóu vit eisini herfyri,
tá ein rúgva av fólki leitaðu sær
til tiltakið Ein dagur á grynnuni,
har vit bjóðaðu almenninginum
at síggja, hvat føroyski sjógvurin
bjóðar upp á, sigur Gutti Winther.
Hóast vit hava føroyskan við
skera, fisk og smør í handlunum,
er størsti parturin av vørunum
útlendskar. Breyðið, vit eta, er
bakað við útlendkum mjøli. Størsti
parturin av okkara viðskera er inn
fluttur. Bomm og kakur eru inn
fluttar. Krúddarí er innflutt. Mjøl
og egg eru innflutt, og ikki minst
er alt grønmetið influtt.
Og samstundis sum vit innflyta
størsta partin av okkara mati,
verður størsti parturin av okkara
matframleiðslu útfluttur. Ein
føroyskur hummari verður seldur
fyri 1.200 krónur á amerikanskari
matstovu, men føroysku hummara
fangararnir royna heilt tilvitað
at snúgva seg uttanum heima
marknaðin. Tað frættist í øllum
førum frá eini keldu í vinnuni,
sum VikuskiftisSosialurin hevur
tosað við.
»Ringjur onkur úr Føroyum og
biður um 2 kilo av hummara, siga
vit nei. Tað eru nógv fleiri pengar
í at útflyta 30 kilo til útlandið, har
vit eisini kunnu taka dupultan prís
fyri okkara vøru«, sigur keldan, ið
ikki vil upplýsa sítt navn.
Hvar er føroyski
makrelurin?
VikuskiftisSosialurin hevur tosað
við Gutta Winther, sum má vera ein
av mest sjónligu fortalarum fyri at
eta lokalt. Hann sigur, at føroyskur
makrelur er bæði sunnari og
bíligari, enn nógv av tí útlendska
viðskeranum vit keypa. Men vilt
tú sum føroyingur eta føroyskan
makrel, mást tú sjálvur út við tráð
uni ella mást tú kenna onkran, ið
kann veita tær hann. Tí hann fæst
ikki til keyps í handlunum.
Og tað er spell, heldur Gutti
Winther.
– Makrelur stendur fyri einum
øgiliga stórum parti av okkara
eksporti. Tí haldi eg, at tað er marg
háttiligt, at vit ikki sjálvi kunnu
fáa fatur á makreli, sigur hann og
leggur afturat, at føroyskar rávør
ur nærum altíð eru nógv betri í
góðsku og prísi, enn tær útlendsku.
Men hví kunnu vit ikki keypa
føroyskan makrel í handlunum?
Og hví tíma hummarafangarar so
illa at selja á heimamarknaðinum?
Vit hava spurt Poul Michelsen,
Ein stórur partur
av tí innflutta
matinum er vána
lig og dýr fram
leiðsla – okkara
egni matur er
bæði sunnari og
bíligari«
Gutti Winther
Føroysk matgerð hevur av álvara sett seg á verðinskortið. Sjálvasti Putin etur
føroyskan hummara, og í Las Vegas kostar ein einkultur føroyskur hummari
ikki minni enn 1.200 krónur. Men hjá føroya fólki ber illa til at fáa fatur á hesum
vælsmakkandi skeljadjóri, sum er ein delikatessa í útheiminum. Bert ein handil í
landinum selur føroyskan hummara, og tað sama geldur fyri makrelin: Hann er ikki
til at fáa fatur á. VikuskiftisSosialurin varpar hesu ferð ljós á tað at eta lokalt – og vit
spyrja, hví summir føroyskir framleiðarir ikki tíma at selja teirra vørur í Føroyum
RINGT AT
FÁA FATUR Á
OKKARA EGNU
DELIKATESSUM
LOKALMATUR