hósdagur 2. juni 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
21
sum umframt at vera Landsstýris
maður í Vinnumálum, kennir mat
vørumarknaðin í Føroyum betur
enn tey flestu.
– Skalt tú hava loyvi frá Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni at selja
matvørur í handlunum, so skalt
tú ofta gera stórar íløgur í útgerð,
og tú skalt gjøgnum eina drúgva
prosess við løggilding. Tá er tað
lættari at útflyta vøruna og fáa
útlendingar at taka sær av løg
gilding og øðrum, sigur Poul
Michelsen, Landsstýrismaður í
Vinnumálum, sum í seinastuni
hevur gingið á odda fyri at liberali
sera matvørulógina.
– Eg vænti og vóni, at vit koma
at síggja fleiri føroyskar matvørur
í handlunum, nú matvørulógin er
broytt og tað er gjørt lættari og
bíligari at vera matvøruframleiðari
í Føroyum, sigur hann.
Onkrir spírar inn ímillum
Gutti Winther hevur seinastu
árini verið ímyndin av føroyskari
matgerð. Við sjónvarpssendingini
Spískamarið og søluátakinum
Keyp Føroyskt hevur hann opnað
okkara eygu fyri okkara egnu
breiðu veiftru av matvørum.
Og hóast hann heldur tað vera
margháttiligt, at tað er so torført
hjá okkum at fáa fatur á føroyskum
rávørum, er stóra myndin slett ikki
so galin, sigur hann.
– Tí tað eru avgjørt nakrir spírar
á hesum økinum, og teir gera sítt
fyri at fáa tær føroysku rávørurnar
út til fólkið, sigur Gutti Winther og
nevnir til dømis FoFish, Norðfra,
Sjógæti og eina nýggja fyritøku,
ið er byrjað at ala tara, sum fer at
fáast til keyps í næstum.
Men hvussu tryggja vit, at hesir
spírar halda á at vaksa, og at teir
ikki enda sum hummarafangar
arnir og makrelfiskarirnir, sum
royna at snúgva sær undan heima
marknaðinum? Poul Michelsen
heldur, at tað er upp til marknaðin.
– Sjálvandi kann man stuðla
ymiskum verkætlanum, sum man
ynskir skulu gangast væl. Men eg
dugi illa at síggja fyri mær, at vit
byrja at geva fíggjarlig insitament
til at selja vørurnar í Føroyum
heldur enn í útlandinum. Um
marknaðurin fyri vøruna ikki er
nóg góður her heima, so er tað ein
sannroynd, sigur Poul Michelsen.
Men Gutti Winther heldur, at
tað snýr seg um eina hugburðs
broyting.
– Tað snýr seg kanska eisini
um, at fólkið skal upplærast. Vit
mugu vita, at ein stórur partur av
tí innflutta matinum er vánalig og
dýr framleiðsla – og at okkara egni
matur er bæði sunnari og bíligari,
sigur hann.
Lokalur matur
■ Hvonn og aðrar krúddurtir
■ Havhestaegg og onnur egg
■ Náti og annar fuglur
■ Føroysk epli og annað grønt
■ Føroyskt lambskjøt og annað kjøt
Grásonan
■ Breyð frá føroyskum bakara er bakað við
útlendskum tilfari
■ Mjólkin frá MBM er framleitt og mjólkað í
Føroyum, men fóðurið hjá kúnni er útlendskt
Innfluttur matur
■ Viðskeri
■ Neytakjøt, svínakjøt, lambskjøt úr útheiminum
■ Frukt og grønt
■ Mjøl, korn og grýn
■ Bomm, keks,
■ Bake-off (bakstur, ið er gjørdur í útlandinum men
hitaður í Føroyum og seldur sum »nýbakaður«)
Danjal: – Vit eta ofta høsnar
unga. Ofta við súr/søtari sós.
Annars eta vit nógv spaghetti
bolognese og hakkikjøt ann
ars. Vit keypa altíð danskt
smør, tí tað føroyska er ikki
nóg gott. Men føroyskan róma
keypa vit altíð.
Pætur: – Vit eta mangan
hakkikjøt ella búff, tó er tað
føroyska best.
Álvur: – Ræstan fisk og annan
føroyskan fisk.
Hildur: – Fisk! Vit eta mest
føroyskan fisk. Herfyri fingu
vit dampaðan makrel og tað
var fantastiskt! Men tá tað
kemur til viðskera, vil eg nógv
helst hava hamburgararygg.
Simona: – Vit eta nógvan fisk
– og onkuntíð høsnarunga og
lambskjøt. Og fiskapylsan er
besti viðskerin.
Vilmund: – Alt við hakkikjøti.
Oftast lasagna ella bolognese.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
Vit hava spurt seks ymisk starvsfólk á
redaktiónini, hvat tey oftast eta heima við hús
Hvat eta vit
oftast til døgurða?
– Eg vænti og vóni, at vit koma at síggja fleiri føroyskar
matvørur í handlunum, nú matvørulógin er broytt og tað er
gjørt lættari og bíligari at vera matvøruframleiðari í Føroyum,
sigur Poul Michelsen, Landsstýrismaður í Vinnumálum
MODELLMYNDIR
Kann man eta
føroyskan mat í
eitt heilt døgn?
Sí meir á næstu síðu