hósdagur 2. juni 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
28
TÓNLEIKASØGA
JAZZURIN
GRENJAÐI
Í HAVNINI
LONGU Í
20'UNUM
Áður ókend gerðabók komin undan kavi
Tað er ikki nógv, sum fólk vita um musikklívið
í Havnini í tjúgunum. Tað, sum fólk kanska
serliga ikki vita, var, at jazzur faktiskt varð
spældur – og tað var dansimusikkur
LEIVUR THOMSEN
L
ærarin, granskarin og
skaldið John Davidsen
lýsir í síni yrking »Havnar
gentan kvøður« (Í dans)
eina løtumynd, sum var vanlig í
býarlívinum í Havn í tjúgunum.
Yrkingin er um eina gentu, sum
fer í byin at finna sær ein »fittan
matrós«.
Ein strofa í sanginum er soleið
is orðað: »Mót Klubbanum seti eg
mína kós, har jass-banda streing
irnir grenja.« Tað, sum hann sipar
til, er helst Havnar Klubba, og
bólkurin er helst Havnar Jazz
Band, sum varð stovnaður í
seinnu helvt av tjúgunum. Hesin
bólkurin spældi til dans í Havnar
Klubba. Musikklívið í Havnini í
tjúgunum hevur verið ávirkað
av trendini tá á døgum í USA og
restini av verðini, har jazzur varð
spældur, sum fólk dansaðu til.
Nakrir av dansistílunum kallað
ust Charleston, Fox Trot og
Timmy Tommy – og tað var full
drøn á kassan, skal sigast, hóast
tað kanska er ivasamt, hvussu
beinarbeiðið hjá dansifólkinum í
Havn, heimsins nalva, í veruleik
anum hevur verið.
Gerðabók komin
undan kavi
Fyri at lýsa tónleikalívið í Havn í
tjúgunum er neyðugt at hyggja at,
hvussu havnarfólk hava skipað seg
í musikkfeløg og musikkbólkar. Eitt
av hesum feløgum var hornblástra
felagið Ólivant, sum varð stovnað
26. novembur í 1921. Tað var ikki
bara eitt felag við reglugerð,
limagjaldi og aðalfundi, men
eisini ein rættiligur tónleika
bólkur, sum spældi, ikki bara í
Havn, men til øll handa tiltøk
í landinum. Tað er undirritaða
komið í hendi ein hondskrivað
gerðabók – ella »forhandlings
protokol«, sum tað æt á goml
um havnarsprogi – og tær
fundarfrásagnir, sum er skriv
aðar i hesa, lýsa fyri ein part tón
leikalívið í Havnini í tjúgunum. Eg
komi í hesi grein at taka dømi úr
gerðabókini, og eg endurgevi hesi
orðarætt við teimum stavivillum,
sum eru, havandi virðing fyri tí
autentiska í frásøgnini og tí gamla
»havnarsproginum«.
Ólivant fundast
Fyrsti niðurskrivaði aðalfundurin í
gerðabókini var 1. novembur í 1922.
Har stendur m.a.: »Der foretages
valg af bestyrelse. Resultatet blev
følgende: Julian Hansen valgtes
med 8 stemmer, Johan Michelsen
valgtes med 8 stemmer og Gunnar
Mohr valgtes med 8 stemmer. Valg
af 2 bestyrelsessuppleanter: Der
valgtes som 1. suppleant Niels
Jacobsen med 5 stemmer og 2.
suppleant Abraham Michelsen
med 4 stemmer. Mødet hævet.
Undirskrivað »Gunnar Mohr,
formand, Julian Hansen og A.
Michelsen.«