Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 29 Endamál felagsins Í 1925 var reglugerðin fyri Ólivant broytt, og hendan varð niður­ skrivað í gerðabókina. Tað er ikki so langt, so eg endurgevi tað bara, sum tað er, við tí fyri eygað at geva innlit í musikalska felagslívið í tjúg­unum. Tað stendur soleiðis noter­að, og hesuferð á før­oyskum. »Í 1925, hin 4. januar var hildin aðalfundur í avholdshúsinum. Allir limir vóru hjástaddir utt­an Alex Samuelsen og Frits Michelsen. 1. Soljóðandi uppskot fra stjórnini um broyting av »Program for Hornorkestret Ólivant« samtikst á eðalfundi hin 11. november 1922. Upskoti var upp­lisi og einmalt sam­tykt: Lóg fyri Horn­blástra­ felag­num Ólivant stón­að hin 26. novbr. 1921. Gr 1. Navn felagsins er »Ólivant«. Gr 2. Endamál felagsins er: 1. At næra um hug unglingana til musik. 2. At savna og útseta fyri orkestur føroysk løg og kvaðir. 3. At stutt­ leika fólki við hornblástri. Gr 3. Í felagið kunnu bert aktivir limir upptakast, og tílíkir felagið í síni heil heldur vera búgvin til tess. Gr4. Aðalfundur hevur hægsta vald í øllum felagsmálum. Verur han hildin á hvørjum ári í mars mánaði. Á aðalfundi verur haft á máli: 1. Roknskapur verur fram­ lagd­ur. 2. Valgt verur: a. Stjórn felags­ins (1 formaður, 2 stjórnar­ limir og 1 tiltakslimur) b. Musik­ stjóri og tiltaksmann hansara. c. Skatta­meist­ara og tiltaksmann hans­ara. d. Roknskapargranskari. 3. Uppskot frá stjórnini. 4. Ymist. Gr 5. Kunna limir ið valdir verða ikki bera seg undan uttan han áður hevur siti í 3 ár. Gr 6. Stjórnin hevur ratt til saman við musikstjóranum at av­ gera spurningar manningini við­ vígj­andi. Gr. 7. Stjórnin hevur ratt til at greja minni tídningarmikil felags­ mál. Tá ið stjórnin ikki heldur seg vera føran fyri avgjerum av meira tíðningamiklum felags­málum, verður hetta av­gjørt á eika­eðal­ fundi hvar ið meir­helm­ingurin av felags­lim­unum eru hjástaddir. Gr 8. Undir sæmanspalinum hev­ur musikstjórin hægsta vald. Skal han ansa eftir at alt gangur reiði­liga til, um limirnir møta fjøl­ mentir og stundisliga og skulla allir limir­nir rætta seg eftir hansara orðum. Gr 9. Allar fundargerðir og við­tøkur vera førdar í gerðabók felags­ins, sum verður at undirrita av hjástaddum stjórnarmonnum. Gr. 10. Lóg felagsins kan einans broytast á eðalfundi og kunna lógbroytingar bert koma til viðtøku tá 3/4 av øllum felagslimum eri á fundi. Gr. 11. Limir ið hava instrumentir illa arðar felagsognir í varðveitslu, mugu um skaði sker, góðgjera tað, eftir avgjeru stjórnarinnar. Gr. 12. Um felagið fer sundur, skulu teir sum eðalfundurin til­ skilar, virka fyri hesum máli. 2. Harra Julian Hansens lut í felag­ inum. Samtikst var at galda felags­ins skuld  77kr. 00 oyru til ávur­nevnda Julian Hansen. 3. Valg av dansifyristovumanni. Ein­ malt samtykt var at velja Harra Tummas Kjelnes og tiltaksmann Hans Aska Jensen. 4. Valg av stjórn, musik­stjóra, skattmeistara og rokn­skapar­granskara og tarra tiltaks­monnum. Valgdir blivu: Við ednukast millum Johan Michelsen og Gunnar Mohr var Johan Michelsen valgdur til for­mann. A. Michelsen valgdur til 1. stjórndar­ lim við 4 stemmum, Oskar Jensen 2. stjórndar­lim við 3 stemmum, Niels Jacobsen tiltaksmann við 3 stemm­um, Axel Johansen musikk­stjóra við 9 stemmum, Johan Michelsen tiltaksmann við 4 stemmum, Gunnar Mohr skat­ meistara við 7 stemmum, Arnold Egholm tiltaksmann við 4 stemm­ um, Arnold Egholm rokn­skapar­ gransk­ara við 4 stemmum. 5. Roknskapi var framlagt og einmalt sam­tikt. (Undirskrivað) Gunnar Mohr, formaður, A. Michelsen og J. Michelsen. Býti av peningi Sjálvandi mátti stýr hav­ast á tí fíggjarliga. Um­framt kassa­meist­ ara, »rokn­skapar­granskara« og »skattmeistara« orðaði felagið Ólivant ein politikk um, hvussu inn­tøkur­nar hjá felagnum skuldu hand­farast. Sum vit síggja í gerða­ bókini fór allur peningurin soleiðis til felagið og ikki limirnar. 10. august 1924 hevði felagið Ólivant eyka­aðal­fund, sum snúi seg um inn­tøk­una hjá orkestrinum. Í gerða­bókini stendur soleiðis: »Upskot um bíti av peningenum sum felagið hevur fingi inn við dans. Uppskoti sum var bori fram av Julian Hansen ið ikki var till steðar, bleiv umrøt eina korta tíð og bleiv so sett undur avstemning. Bleiv tá vitigi við 9 stemmum at felagið far hesar peningar till reina intøgu uttan nakra útraislo till limir­nar.« Trý hornorkestur í Havnini Í havnini vóru trý hornorkestur í tjúgunum, Havnar Hornorkestur, stovnað 1903, GHM stovnað í 1922 og altso Ólivant, stovnað í 1921. Hóast fleiri limir gingu aftur í somu orkestrum, kann hugsast, at orkestrini »duttu um beinini á hvørjum øðrum« í tronga býar­um­ hvørvinum í Havnini. Í gerðabókini hjá Ólivant sæst, at felagið virkaði fyri at samstarva við hini orkestrini við tí fyri eyga at skipa fyri betri um­støðum í tónleikalívinum og at skipa fyri konsertum. Í gerðabókini stendur soleiðis um hetta: »Ár 1927, hin 10. apríl var eyka­aðal­ fundur settur í avhaldshúsinum í Havn. Meirhelmingurin av felags­ limunum var hjástaddur. Sam­tykt var at senda H.H (Havnar Horn­ orkestri red.) og G.H.M. (Georg Hansens Minde red.) soljóðandi bræv: Vit loyva okkum hervið at snúgva okkum til tykkara um samar­beiði felaganna millum. Seta vit tí fylgjandi uppskot: 1. Feløgini H.H. og G.H.M. og Ólivant fylkjast i eitt samfelag, sum skal hava tað endamál at fáa betri samarbeiði felaganna mill­um at fáa í lag koncertir bæði úti og inni hvar øll trý feløgini sam­virka, og yvurhøvur at fremja musikk­ lívinum í Havnini á einum sunn­ um og góðum grundarlagi. 2. Tey ymisku feløgini skulu tó sum hegar­til virka hvør sær. 3. Hvørt felag velur tveir álitismenn til lim­ir í eini samfelagsstjórn, sum skal virka fyri hesum máli. Henda stjórn­in fær upp í hendi at seta fram hóskandi uppskot til lógir fyri sam­felag­inum og síðani boða feløg­unum til fundar. Vit vóna at tit tæka væl undir hesum, og at tit so sjótt tilber samráðast og síðani flyta fram skrivligt boð til okkum. Virð­ingar­fyllst, fundurin lokin. A. Michelsen, Erling Isholm, Gunnar Mohr.« Hvørt hetta samstarv nakrantíð gjørdist til veruleika, og í hvønn mun tað eydnaðist, er óvist í skriv­ andi stund. Bakar Hansen Georg Hansen, »bakar Hansen« doyði í 1924. Orkestrið G.H.M., Georg Hansens Minde, varð stovn­ að tvey ár frammanundan, í 1922. Sum sæst í gerðabókini, gingu limir í orkestrinum Ólivant til musikk­ undir­vísing hjá bakar Hansen stutt áðrenn, hann doyði. Í gerðabókini stendur skrivað: »Efter aftale med Dirigenten vedtog Bestyrelsen at lade Alex Samuelsen faa en Trompet til Øvelse hos G. Hansen. Thorshavn, d. 1. december 1922« Sigast skal, at Georg Hansen, bakar Hansen hevði størri tydning fyri musikklívið í Havnini, enn vit kunnu geva okkum far um. Hann var tá sirka tann einasti, sum dugdi at geva frálæru í musikki, og so seint sum í 1922, tvey ár áðr­ enn hann doyði, hevði hann úr at gera við at undirvísa ungdómi í Havn. Flestøll, sum spældu uppá tá í tíðini í Havn, hava gingið til musikk­frálæru hjá hesum mæta tónleika­lærara og bakara. (...guð viti, hvussu breyðini hjá honum hava smakkað.) Avholdsfelagið í Havn Hølini hjá Avhaldsfelagnum í Húsabrúgv vóru karmur um venj­ ingarnar hjá hornorkestrum. So­ leið­is stóð skrivað í gerðabókini dater­að 12. septembur 1924: »Samtikt var at senda soljovandi bræv til stjórn avholdsins: Horn­ blástra­felagið Ólivant tillader sig Aftast: André Andréasen, Betuel Z. Jensen, Johan Michelsen, Johan Meitilberg. Næstaftast: Georg Eklund, Hans Viðstein, Peter Rasmussen, Jógvan Michelsen, Victor Carlsen, Ove Carlsen. Næstfremst: Thorstein Askham, Hilmar Petersen, Stig Rasmussen, Gunnar Mohr, Andreas Hansen, Johan Ziska. Fremst: W. M. Viðstein og Kristian í Rættará Framhald á næstu síðu »Tjúguni í Havnini vóru hendingarík, og jazzurin var komin á klettarnar longu tá. Talan er um blaðung fólk, seinan tannáringaaldur og fyrst í tjúgunum – føroyskan ungdóm í 1920 árunum, sum livdi og andaði í havnar­ gøtum við tónleiki sum snúningspunkt« MYND ÚR GERÐABÓKINI