hósdagur 2. juni 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
30
TÓNLEIKASØGA
»Bakar Hansen« við næmingum frammanfyri heim hansara á Húsabrúgv
MYND ÚR GERÐABÓKINI
herved at andrage den 1. bestyrelse
om at erholde salen i Afholdshuset
til leje hver Torsdag fra kl. 8 til 10
1/2 Aften mod erlæggelse af en
passende leje. Det bemærkes at
Hornorkesteret G.H.M hidtil har
holdt Salen til leje paa nævnte
Tidspunkt, men da det nu er gaaet
lang Tid hvor Salen ikke er blevet
benyttet omtalte Aften, vil man
antage at dette kan lade sig ordne.
I tilfælde af at ovenstaaende ikke
kan føres igennem vil man være
tilfreds med Fredag istedet for
Torsdag«
Ávirkanin úr Danmark
Tað er áhugavert at vita, hvaðani
musikalska ávirkanin á Føroyar i
20'unum stavar. Tað finst ikki nógv
niðurskrivað um tað. Vit skulu
minnast til, at útvarpið kom ikki
fyrr enn í 1957, og áðrenn tað vóru
tað helst bara grammofonplátur
og niðurskrivaður og spældur
musikkur.
Hornmusikkur í Føroyum sigst
vera ávirkaður av enskum »brass
bands«, og tann ávirkanin hevur
serliga gjørt seg galdandi undir
krígnum, tá bretskir hermenn
hertóku landið við øllum tí, teirra
mentan til hoyrdi til, eisini horn
tónleiki, og tá fingu hornorkestrini
eitt meiri enskt snið. Men í gerða
bókini hjá Ólivant frá tjúgunum
finst dokument um, at ávirkanin
úr Danmark eisini hevur gjørt seg
galdandi.
Dagfest 9. august 1924 stendur
skrivað soleiðis:
»Samtikt var: Att senda førisk
løg niður til Danmarkar till út
sedingar.
Gunnar Mohr, J. Michelsen, A.
Michelsen«
Altso hevur tað verið tónleika
køn fólk í Danmark, sum hava út
sett tónleik fyri føroysk orkestur
í 20'unum.
Ólivant fer í søguna
Hornorkestrið Ólivant varð á
eykaaðalfundi 2. oktobur 1927 av
tikið, Teir, ið mannaðu bólkin, tá
hann fór í søguna, vóru: Erling
Isholm, Abraham Michelsen,
Johannes Samuelsen, Alexander
Samuelsen, Thomas Kjelnes,
Joen Michelsen, Gunnar Mohr,
Johan Michelsen, Gregorius
Gregoriussen, Arnold Egholm og
Oluf Nielsen. Sostatt var orkestr
inum og felagnum lív lagað í eini
seks ár. Hini bæði hornorkestrini,
sum vóru tá, G.H.M og Havnar
Hornorkestur, eru til enn.
Havnar Jazz band
Tvey skjøl, sum ikki hoyra gerða
bókini til, eru eisini komin und
an kavi. Hetta er sami pappírs
kvalitetur, og eftirsum H.N.
Jacobsens Bókhandil verður
nevndur og innkeyp av heftum,
er nærliggjandi at halda, at hetta
er skrivað í sama musikalska for
umi sum orkestrið Ólivant. Og
tað er ikki so løgið, tí hetta er ein
jazzbólkur, sum varð stovnaður
av nøkrum av teimum somu, sum
mannaðu Ólivant. Hesin bólkurin
spældi eisini samstundis sum
Ólivant. Skrivið er soleiðis orðað:
»Ár 1926, hin 3. Oktober kl. 6 s.p.
var felagið »Havnar Jazz-band«
stóna og skýrtt. Samtykt var
fylgjandi stevnuskrá:
Stevnuskrá fyri felagið »Havnar
Jazz-band«
1. Felagsins navn er »Havnar
Jazz-band«, og var tað stóna hin
3. oktobir 1926 av Erling Isholm,
Arnold Egholm, Tummas Kjelnes,
Bethuel
Jensen,
Abraham
Michelsen, Guttormur Christian
sen, Sofus Viðstein og Gunnar
Mohr, allir úr Tórshavn.
2. Felagsins endamál er at spæla
til dans. Tann peningur ið inn kem
ur hvørt dansikvøld, verður býttur
millum felagsins limir og felagsins
kassa, tó ikki fyrr enn felagið hevur
goldið sína skuld, og felagið eigur
ein peningagrunn, stóran 200kr.
3. Felagið velur á hvørjum ári
í januar mánað eina trýmanna
nevnd, formann, musikkstjóra,
og skattmeistara, sum skal stýra
felagsins virki.
4. Ongin kann gerast limur av
felagnum, uttan allir felagsins
limir játta.
5. Allar fundargjerir skrivast í
gjerðabók felagsins.
6. Um felagið fer sundur, skal
felagsins stjórn virka fyri hesum
máli.
7. Henda lóg kann einans broyt
ast, tá ið allir felagsins limir eru
sameintir."
Svíkir felagið
Hvusu leingi hesum jazzbandi
hevur verið lív lagað, stendur ikki
í skjølunum, men longu 13. apríl
1927 kom stígur í vegna peningaliga
ósemju.
»Aar 1927, hin 13. apríl var hildin
stjórnarfundur. Allir limir felags
ins vóri hjástaddir. Einmalt sam
tikt var at senda harra Bethuel
Jensen soljóðandi bræv: Vegna
tygara samrøðu við harra skatt
meistara Egholm hava vit bert at
framføra fylgjandi: Tygum setti í
sínari tíð 44 krónur inn í felagið,
vegna felagsins bøkur, og sanna
vit, at felagið er tygum hendan
pening skyldugt. Tó halda vit ikki
at tygum eri fyrsti maður til at fáa
tygara pening goldnan, eftirsum
tygum vóri ein hin fyrsti til at
svíkja felagið tá ið umráddi. Tess
vegna koma tygum til at bíða intil
felagið er búgvið til at rinda tygum
henda pening. Fundurin lokin.
Gunnar Mohr, formaður«
Hvussu harra Jensen hevði
»svikið« felagið, sigur skrivið onki
um. Men í øllum førum kunnu
vit gita, at tjúguni í Havnini
vóru hendingarík, og jazzurin
var komin á klettarnar longu tá.
Talan er um blaðung fólk, seinan
tannáringaaldur og fyrst í tjúg
unum – føroyskan ungdóm í 1920
árunum, sum livdi og andaði í
havnargøtum við tónleiki sum
snúningspunkt. Tíverri hava vit
ikki nakrar upptøkur, sum kunnu
dokumentera hetta nærri, men slík
skriv sum gerðabøkur úr føroyska
felagslívinum kunnu tó fortelja
okkum soleiðis umleið, hvussu
hendan tíðin var at liva í, og tað
ber eisini til brúka hugflogið til
at ímynda sær, hvussu tað hevur
ljóðað. Og lívið í tjúgunum í Havn
ini við bæði nógvum musikki og
musikkfrálæru gevur ábending
um, at tað allarhelst ikki verið so
galið. Ha?
POST@SOSIALURIN.FO