hósdagur 2. juni 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
31
Skrivarar, bankaráðgevar og húsa
meklarar eru nøkur av teimum, sum
eru í vanda fyri at verða yvirhálað
av tøknini og eftirgjørdum viti.
Eftirgjørt vit, eginleikarnir hjá
teldum at greina dáta og innbygd-
ir sensorar í tingum fara í komandi
tíðum at gera eina røð av arbeiðs-
uppgávum óneyðugar.
Skrivari, húsameklari og ítrótt
ardómari eru nøkur av teimum
størvunum, sum verða yvirtikin
av teldum, heldur Jacob Madsen,
leiðsluserfrøðingur og stjóri í ráð
gevarafyritøkuni Entreprenans.
Hann heldur, at tað fer at yvir
raska fleiri, hvussu skjótt tað fer at
ganga. Um hann var húsameklari,
hevði hann hugsað seg væl um.
Tætta samskiftið millum keyp-
ara og meklara fer at doyggja út um
trý til fimm ár, tí at nýggir pallar og
nýggj tøkni vinna støðugt frama.
Somu lagnu spáar hann eisini fyri
summar arbeiðsuppgávur í bank
um, supermarknaðum og skriv-
stovum.
Eftirútbúgving í hásætið
Í HK/Privat eru tey greið yvir, at
limirnir eru avbjóðaðir, tí hava tey
sett sær fyri at leggja dent á eftir
útbúgving heldur enn at missa
mótið, fortelur sektorformaðurin,
Simon Tøgern.
Siðbundnu HK-størvini hava
verið fyri kollveltandi broyting
um, síðan teldan avloysti skrivi
maskinuna og roknimaskinuna. Tí
leggur fakfelagið dent á, at limirnir
alsamt skulu eftirútbúgva seg. Tað
er eisini skrivað í sáttmálan hjá lim
um fakfelagsins, at tey hava rætt til
eftirútbúgving.
Meðan teldan kann seta ávísar
arbeiðsuppgávur skák og mát, eru
tað aðrar, har menniskju langt út
í framtíðina fara at vera fremst,
spáar Jacob Madsen.
Teldur mangla framvegis kogni
tiv evni og hava ringt við system-
hugsan og kritiskari greining.
Hóast ein telda lættiliga fer at seta
eina diagnosu, megnar hon ikki at
kappast við sálarfrøðingarnar, tá
tað kemur til samrøðuterapi, ella
at kunna yvirtaka innviklaðu til
gongdina hjá antropologinum at
tulka atburðin hjá menniskjum.
Somuleiðis fer framvegis at vera
tørvur á leiðslu, sigur hann.
Dyrka kreativitetin
Jacob Madsen metir, at 65% av
teimum børnunum, sum byrja í
skúla í dag, fara at hava eitt starv,
sum ikki er til í dag. Hetta er mill-
um annað orsakað av tøkniligu
menningini.
Hyggja vit 200 ár aftur, arbeiddu
næstan 60% av fólkunum við land
búnaði, og nú eru tað kanska undir
2 prosent. Hetta merkir tó ikki, at
restin er vorðin arbeiðsleys. Fólk
hava bara funnið okkurt annað
at gera. Jacob Madsen heldur, at
meira ljós fer at verða sett á tað
kreativa í framtíðini og at ganga
nýggjar leiðir innan hetta økið. Tí
heldur hann, at tað er tørvur á at
broyta útbúgvingarskipanina, so
at humaniora og náttúruvísindi
ikki vera so markant deild upp,
tí í framtíðini verður tørvur á,
at fólk duga bæði. Samstundis
skulu vit tryggja, at vit ikki kvala
kreativitetin hjá børnum í 1. flokki,
heldur hann.
KELDA: SØNDAGSAVISEN , 26.–27. MAI 2016
SPURNINGAR OG SVAR
Hvussu fær mann danskt CPR.nr.
og danskt Nem-ID, tá ið mann skal
lesa uttanfyri Føroyar?.
Lestur í Danmark:
Tá mann sum føroyingur flytir
til Danmarkar, skal mann fyrst
og fremst fara til Borgerservice-
skrivstovuna á kommununi, sum
mann flytir til, og boða frá flyt
ingini til kommununa.
1a. Um mann hevur danskt
CPR.nr. kann mann fáa Nem-ID
beinanvegin, um mann ikki hevur
tað.
1b. Um mann ikki hevur danskt
Cpr.nr., fær mann tað so skjótt mann
boðar frá flyting til eina danska
addressu, og síðani kann mann fáa
Nem-ID. Tað kann t.d. brúkast til
almennar stuðulsskipanir sum t.
d. SU, sum mann kann søkja talgilt
um gjøgnum »minSU«.
Lestur uttanlands:
2. Um mann skal lesa uttanfyri
Danmark og hevur danskt CPR.
nr. í sínum passi og hevur havt
addresssu, sum er skrásett í
Folkeregisteret í Danmark, kann
Nem-ID útflýggjast fyri 200
kr. á donsku sendistovuni í tí
landinum mann er. Mann kann
eisini fáa Nem-ID undan frá
ferð úr Føroyum gjøgnum Ríkis-
umboðið. Tað kanst tú søkja um á
hesum leinkinum:
https://service.nemid.nu/
dk-da/bestil_nemid/bestil_
for_udenlandsdanskere/index.
html?execution=e2s1
3. Um mann ikki hevur danskt
CPR.nr. skal mann fyrst søkja
SU-styrelsen um góðkenning av
útbúgvingini og uppptøku á út
búgvingini, sum mann skal hava
góðkenda. Síðani skal mann søkja
um SU-stuðulin á einari pappírs
umsókn og upptøkubrævið skal
leggjast við. Eitt avrit av passinum
og eitt »Tro og love«-oyðublað skulu
sendast saman við umsóknini til
SU. So syrgir SU fyri at seta seg
í samband við SKAT í Danmark,
sum gevur tær eitt danskt CPR.nr.
Fyri at fáa dansk Nem-ID noyðist
studenturin at møta persónliga
hjá Borgerservice í eini danskari
kommunu. Hav neyðugu skjølini
við so sum CPR.nr. og pass. Við
Nem-ID kann mann samskifta við
SU ígjøgnum »minSU«.
Mann kann gott fáa bæði SU-
stipendium og SU-lán við pappírs
umsóknum (uttan Nem-ID), men
tað tekur longri tíð enn við Nem-ID.
Minst til at seta teg í sam-band
við SKAT í Danmark og fyribils
skráset teg (fyri at sleppa undan at
gjalda ov nógvan skatt) og send eina
skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í
Føroyum, til SKAT í Danmark.
Vinarliga
Holger
Hesi størvini fara at yvirliva
CEO (og leiðsla sum heild)
Antropologur
Sálarfrøðingur
Fornfrøðingur
Teldu-systemgreinari (herundir
støddfrøðingur)
Kunning um kvotu 1-umsóknir
til Setrið og hægri
lestur í Danmark
Umsóknarfreistin til kvotu 1-umsóknir til lestur á
Setrinum er 1. juli á midnátt og umsóknarfreistin til
kvotu 1-umsóknir til lestur í Danmark er 5. juli kl.
12:00 (á middegi). Í hesum sambandi skipar Altjóða
Skrivstovan fyri kunning um umsóknartilgongdina.
Kunningartiltakið verður mikudagin
22. juni frá kl. 16.15 til 18.
Kunningin er í tveimum umførum. Frá kl. 16.15
til 17.00 verður kunnað um kvotu 1-umsóknir til
Setrið. Frá kl. 17.15 til 18.00 verður kunnað um
kvotu 1-umsóknir til hægri lestur í Danmark.
Karmur um tiltakið vera høli Lestrarskrivstovunnar
í J. C. Svabos gøtu 7, men tiltakið verður eisini
stroymað á einum leinki, ið verður lagt út seinni.
Tú kanst søkja um upptøku á Fróðskaparsetri
Føroya á hesum leinki: setur.fo/upptoeka-2016
Tú kanst søkja um upptøku á hægri lestri í
Danmark á hesum leinki: www.optagelse.dk
Hesi størv eru i vanda:
Skrivstovustørv og
fyrisitingarlig størv
Ítróttardómari
Húsameklari
Bankaráðgevi
Journalist
Eftirútbúgving í hásætið
Tað er tú, sum tekur endaliga
avgerð um tína útbúgving, men nú
kanst tú fáa svar upp á spurningar
um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur
Føroya, vegleiðir teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og
um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger arbeiðir dagliga við at
vegleiða fólki, sum ætla sær
undir útbúgving í Føroyum ella
uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella
ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um
útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svarar Holger tær her í
Sosialinum.
Spyr og fá svar
um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Verður tú skiftur út
við eina teldu?