Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 32 TRÓNDUR ARGE U m vikuskfitið vann Ruth Poulsen FM í Bikini Fitness. Seinnu ár­ini hevur hendan ítróttar­ greinin vunnið fram í Føroyum. Fyriskipararnir sakna framvegis, at føroyingar tora betri at standa á einum palli og vísa seg fram. Ein teirra, sum í ár tók av av­ bjóðingini er 19 ára gamli barr­ vørurin í Café Natúr, Ruth Poulsen. Hon visti ikki so nógv um Bikini Fitness frammanundan, men ítróttar­liga tómrúmið skuldi fyllast, eftir at hon valdi at gevast at rógva. – Áhugin kom heldur brádliga. Eg visti, at eg fór ikki at rógva í ár. Tí vildi eg gjarna byrja uppá okkurt spennandi, sum eg eisini kundi vænta at fara at klára meg væl í, sigur Ruth Poulsen, ið annars altíð hevur gjørt nógv við ítrótt. Langur vegur til Bikini Fitness Tað hevur verið ein langur vegur til at røkka úrslitunum, sum nú hava vunnið Ruth Poulsen Miss Bikini Fitness Føroyar 2016. Átta mánaðir við venjingarætlan, kostætlan og øllum tí sum fylgir við, hevur ikki verið nakar dansur á rósum. – Tað liggur nógv aftanfyri at koma hertil, og tað hevur staðið nógv á allan vegin í gjøgnum, sigur Ruth Poulsen, sum tó er avbera Tað kennist sera væl at hava vunnið, og eg eri sera nøgd við mítt avrik« Ruth Poulsen Hon er FM vinnari í Bikini Fitness og hevur lagt nógv fyri seinasta árið fyri at røkka málinum. – Eg eri bara ein vanlig genta, sum dámar væl krevjandi ítrótt, sigur 19 ára gamla Ruth Poulsen BARA EIN VANLIG GENTA Ruth Poulsen bikini fitness MYND: ÁLVUR HARALDSEN ÍTRÓTTUR