hósdagur 2. juni 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
33
glað fyri úrslitið, og royndirnar
hon hevur fingið av at luttaka í
kappingini.
– Tað kennist sera væl at hava
vunnið, og eg eri sera nøgd við
mítt avrik. Eg eri eisini glað fyri
tær royndirnar eg havi fingið í hesi
kappingini, sigur Ruth Poulsen, ið
ikki hevur sett sær nøkur víðari
mál innan hesa ítróttargreinina.
– Tað havi eg ikki, sum so. Eg
haldi á at venja, sum eg altíð havi
gjørt. Eg havi fingið góða ráð
geving og vegleiðing frá Rana
Dahl-Olsen, so nú eri eg tað
klókari innan fitness og tað er
positivt, sigur Ruth Poulsen, ið
vann frammanfyri Elisabet Vang,
Lindu Olivarsdóttir Andreasen og
Torgerð Dam, ið eisini luttóku í
kappingini hjá kvinnunum.
Samanberi meg
ikki við onnur
Her í lívinum skal tú oftani dømast
av øðrum. Soleiðis er tað ikki minst
eisini í eini kapping í Bikini Fitness,
har luttakararnir verða dømdir
eftir eitt nú kroppinum, og síðani
sett í eina raðfylgju eftir hvør
hevur fingið flest stig. Tí kann tað
helst tykjast ræðandi at standa
á einum palli og blíva dømd. Fyri
Ruth Poulsen er hetta tó ikki ein
spurningur, sum hon tekur serliga
seriøst.
– Eg haldi spurningurin er kiks
aður. Ein typiskur spurningur, sum
lýsir Føroyar og føroyingar alt ov
væl, sigur Ruth Poulsen, men legg
ur afturat:
– Eg var ongantíð nervøs fyri at
vísa mín kropp í bikini. Eg var bara
nervøs, sum ein og er, tá tú skal
framføra á einum palli, sigur Ruth
Poulsen, ið vandi seg til at fram
føra frammanfyri vinum í einum
dansisali.
Ruth Poulsen ynskir ikki at
samanberast við onnur.
– Eg vil gjarna hyggja eftir mær
sjálvari í mun til meg sjálva og ikki
samanbera meg við onnur, hóast
tað kann vera torført at lata vera
onkuntíð, sigur 19 ára gamla Ruth
Poulsen.
Glað fyri stuðulin
Í átta mánaðir hevur Ruth Poulsen
livað eitt lív, har venjingarætlan og
kostætlan hevur verið ein stórur
partur av lívinum. Ein so stórur
partur, at tað hevur ikki nógv tíð
til vinir og tey nærmastu.
– Eg orkaði ikki at vera líka nógv
ímillum fólk, og eg hevði heldur
ikki tíð til so nógv. Tað mesta mátti
planleggjast framanundan, um vit
skuldu finna uppá okkurt, greiðir
Ruth Poulsen frá.
Hon starvast sum barrvørur í
Café Natúr og fleiri av starvsfólk
unum vóru eisini í høllini til kapp
ingina.
– Eri serliga glað fyri at vinirnir
og tey nærmastu vóru so stuðlandi.
Tey flestu vóru positiv og tað eri eg
takksom fyri, sigur hon og heldur
fram:
– Eg eri eisini ótrúliga glað fyri
stuðulin eg fekk frá høvðusstuðl
inum, Ansni, og hinum, ið stuðlaðu
mær, sigur Ruth Poulsen.
Hóast hon nú er FM vinnari í
Bikini Fitness og arbeiðir á barr,
so er hon ikki so nógv úti um seg.
– Ruth Poulsen er bara ein van
lig 19 ára gomul genta, sum dámar
væl krevjandi ítrótt. Tað havi eg
íðkað alt mítt lív, sigur hon og
leggur afturat:
– Eg haldi ikki, at eg geri so nógv
um meg. Eri bara glað fyri at hava
mínar vinir, og royni at liva eitt
lætt og gott lív í løtuni, sigur Ruth
Poulsen.
Eftir átta mánaðir við harðari
venjing og kostætlan, kann Ruth
Poulsen aftur taka sær av løtum.
Nú sum Miss Bikini Fitness
Føroyar 2016.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
■ Navn: Ruth Poulsen
■ Fødd: 30.09.96
■ Foreldur:
Evi Poulsen og Olaf S. Poulsen
■ Starv: Barrvørur í Café Natúr
■ Venjari: Rani Dahl-Olsen
■ Høvðusstuðul: Ansni
■ Stuðlar: MEGI Føroyar,
Sport24, Bjartalíð Fysioterapi
og Sabai Thai Massage
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN