hósdagur 2. juni 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
34
Óli Jacobsen
A.C. LÜTZEN LOYVDI
BØRNUNUM AT TOSA
FØROYSKT Í SKÚLANUM
A.C. Lützen, fyrsti borgmeistarin í Havn, var virkin innan flestu økir
í samfelagnum, hansara ávirkan merkist enn í dag
2. partur
T
að er eingin ivi um, at A.C. Lützen
var sera væl umtóktur, og í hesum
parti skulu takast fram dømi um
tað.
Djóni í Geil skrivaði í Dimmalætting í
1889:
»Den gang jeg gik i Skole, talte læreren,
der var en dansk Mand (Lützen) altid dansk
med Børnene; vi derimod talte altid færøsk
med ham, saa vel ved Undervisningen som
privat«.
Hetta vísir, at hann hevur verið langt
framman fyri sína tíð. Nógv ár seinni vóru
næmingarnir noyddir at tosa danskt við
donsku lærararnar.
Djóni í Geil var so góður við Lützen, at tá
ið hann doyði í 1874, yrkti hann, 14 ára gamal,
nøkur ørindi um hann.
Petur Háberg mintist hesar reglur:
»Stor var Sorgen, da vi saa ham segne
for vor kære Konges Fødder ned.«
Anna Cathrina Michelsen:
Lützen var ein framúr lærari
Anna Cathrina Michelsen, sum fór í skúla í
1859, skrivaði í 1927 eina frásøgn í Varðanum,
sum kallaðist »Skúlagangur í Havn fyri 70
árum síðani«.
Her skulu brot takast úr hesi grein:
Einsamallur var hann lærari, tó børnini
vóru mong. Í 1859 varð býtt sundur í tríggjar
klassar, í mínum klassa vóru 36 børn.
Vit gingu í skúla tveir dagar um vikuna.
Ringt varð við kirkjuklokkuni, tá ið børnini
skuldu í skúla.
Skúlahúsini var ein long tjørað lon við
flagtaki. Fyrst kom ein inn í eina lítla for
stovu við steinløgdum gólvi, og haðani inn
í skúlastovuna.
Vit lærdu í skúlanum religión, skriving,
rokning, danskt, rættskriving,
Danmarkar søgu, eitt sindur av veraldar
søgu og geografi. Eisini sang høvdu vit.
Lützen dámdi so væl at syngja.
Religión var tað, ið mest galt um. Einki
annað setti hann nakran eftir fyri.
Nærlagdur var hann sum óivað fáur
lærari. Tá ið vit høvdu rokning, sat hann
altíð millum tvey. Tað triðja stóð framman
fyri honum við talvuni og fekk rættað.
Tað var ikki bert lærdóm, vit fingu frá
gamla Lützen, hann var okkum í øllum eitt
gott fyridømi. Hann lærdi okkum góðan
fólkaskikk, og ikki var hann vanur at gera
mannamun, hvørki á tilkomnum fólki ella
á børnum. Tá ið foreldur komu til at lurta
eftir, beyð hann tey altíð koma inn, tók í
hondina á teimum og fekk teimum sess.
Var Havnini ein góður maður
Íðin var Lützen sum lærari, men eisini á
annan hátt var hann Havnini ein góður
maður. Deknur var hann í mong ár. Men
eisini verðsligum virki var hann uppi í,
t. d. var hann oftast við, tá ið sjónleikur
varð framførdur, og ofta fingu vit børn tá
atgongumerki frá honum.
Ógvuliga dansksinnaður maður var
hann. 1864, árið tá ið Danmark misti Suður
jútland, (haðani hann var ættaður), var
hann ríkisdagsmaður fyri Føroyar – tá siga
tey, at hann græt.
Tá ið hann talaði við okkum um
Danmørk og danmarkarsøgu, talaði hann
altíð so hjartaliga, at ikki er at undrast á, um
vit, sum gingu í skúla hjá honum, komu at
vera góð við Danmørk.
Tá ið vit vórðu konfirmerað og fóru úr
skúlanum, segði hann við okkum, at hann
vildi geva okkum eitt lítið orð á vegnum,
tað var lítið men segði alt: »Alt hvad I vil, at
Menneskene skulle gøre imod eder, det gøre
I ogsaa mod dem.«
Hasi orðini hugsi eg altíð um, tá ið eg
minnist á gamla Lützen. Friður yvir hansara
minni.
Eva Lützen
Anna Katrina skrivar eisini, at Eva, kona
Lützen, var góðhjartað. Eingin fór frá
henni ótroystaður. Hon var eisini eitt sera
dugandi fólk, røsk sum fá til at arbeiða. Ikki
var Lützen komin so langt, sum hann kom,
uttan hana, tí lønin var lítil. Hon doyði í 1879.
Greitt verður meira frá hennara virksemi í
bókini hjá dótrini, Onnu.
Samuel F. Samuelsen:
Memoirer og Autobiografi:
Omkring 1868 var Skolelærer A. C. Lützen
Degn og Organist. Lærer Lützen, der som
Organist ikke kunne forrette sin Tjeneste
som Degn i Koret, før end en af hans Sønner
kunde overtage hans Plads ved Orglet, læste
hver anden Søndag, naar Præsten var i en
af Annexkirkerne, Dagens Prædikentext
i Kordøren. Han var vist nok den bedste
Kirkelæser og Kirkesanger, som vi har havt,
og Folk søgte lige saa flittigt Kirken ved en
saadan Lejlighed, som naar Præsten var til
stede.
Anna Evensen: Dramatiska
kongavitjanin
Í síni bók skrivar Anna, dóttir A.C. m.a. um
søguligu kongavitjanina í 1874:
Den kongetro Befolkning glædede sig
meget til Besøget. Fader, der var en meget
kongetro Mand, var meget optaget af det
tilstundende Besøg. Det ansaas for en
Selvfølge, at Fader, som Thorshavns Lærer og
som Formand for Borgerrepræsentationen,
skulde holde Modtagelsestalen for Kongen,
men da han ikke var rask (han led jo saa
meget af Aandenød) undslog han sig for det.
Siðsøga
Kongabrúgvin avmyndað í 1902 av Petur Alberg
Heiðursportrið millum Baianstovu og húsini í Geil, har A.C.
Lutzen small niður, tá hann hevði talað fyri kongi