hósdagur 2. juni 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016
SOSIALURIN 63
36
Henrik Weihe Joensen
ráðgevi í trygdar-, verju- og
tilbúgvingarmálum
1. Baksýni – málið
burturvíst, tí rættarligur
áhugið manglar
Undirritaði stevndi Fiskimálaráð
num í august mánaða í fjør at við-
urkenna, at grindalógin er ógildug,
tí Fiskimálaráðið í samráð við
Fútaembætið hevði lagt uppskot
fyri Løgtingið, at seta nýggjar regl-
ur í gildi í føroysku grindalógina
um virksemi hjá politinum, sum
eftir røttum hevur Fólkatingið
sum lóggávumyndugleika. Hetta
tí, at politiið framvegis er danskt
málsøki.
Nýggju reglurnar snúgva seg
um víðfevnd inntriv mótvegis per
sónum og lutum eitt nú møguleikan
hjá politinum, at halda aftur per
sónar
fyrisitingarliga
–
uttan
skuldseting og illgruna-grundarlag
- í 12 tímar áðrenn afturhildni
persónurin hevur møguleikan at
royna fyrisitingarliga afturhaldni
í rættinum. Talan er um herdar
reglur úr politilógini og sokallaða
”lømmelpakken” í Danmark, sum
ikki eru settar í gildi í Føroyum.
Mánadagin 2. mai gjørdi Føroya
Rættur úrskurð í málinum, at
málið skuldi vísast burtur og ikki
viðgerast í rættarskipanini. Dóm
arin tók bara støðu til ”formali
tetin” í málinum, um undirritaði
hevði rættarligan áhuga í at føra
málið. Dómarin tók ikki støðu til
”materiuna” (innihaldið) í málinum
– tað vil siga mítt uppáhald um, at
grindalógin er ógildug, tí Løgtingið
sambært heimastýrislógini, yvir
tøkulógini og stýrisskipanarlógini
bert hevur lóggávu-myndugleika
í yvirtiknum málum. Politiið er
felagsmál og tí er tað Fólkatingið,
sum hevur lóggávumyndugleika
viðvíkjandi politinum.
Føroya Rættur grundgav burt
urvísingina av málinum við í
fyrsta lagi, at ein serlig nevnd
við umboðum fyri føroyskar og
danskar myndugleikar umframt
trimum
hægstarættardómarum,
skipað sambært heimastýrislógini
§ 6, stk. 2, skal taka støðu til ivamál
viðvíkjandi hvør í hevur lóggávu
heimildina
ávíkavist
føroyskir
ella danskir myndugleikar. Henda
nevnd er ongantíð brúkt. Í øðrum
lagi grundgav rætturin burtur
vísingina við, at undirritaði ikki
hevði rættarligan áhuga í málinum
– hvørki á einum ítøkiligum- ella á
einum almennum grundarlagi.
2. Fólkaræðið og
rættartrygdin í
Føroyum í vanda
Dómurin um burturvísing máar
støði undan fólkaræðinum í Før
oyum. Hetta tí at tað nú er ógreitt,
hvør er rætti lóggávumyndugleiki
í ávíkavist yvirtiknum málum og
felagsmálum.
Sambært
Føroya
Rætti, so kunnu danskir- og før
oyskir myndugleikar nú avtala
seg fram til lóggávumyndugleikan
– antin Fólkatingið ella Løgtingið
– alt eftir fatanini hjá útinnandi
valdinum og uttan at borgarin
kann gera nakað við tað.
Burturvísingin og grundgev-
ingarnar hjá Føroya Rætti í hesum
málið hava við sær, at rættartrygdin
hjá borgarum í Føroyum og teim
um útlendingum, sum vitja Før
oyar, er ikki serliga góð. Hetta
tí, at myndugleikar hjá donsku
stjórnini – Fútaembætið – og
myndugleikar hjá landsstýrinum
– Fiskimálaráðið – kunnu avtala
sínámillum, at gera herdar reglur í
føroyskari lóggávu um viðurskifti
hjá politinum, har Fólkatingið er
rættur lóggávumyndugleiki, og
tá talan er um reglur, sum eru á
markinum til grundlógartryggjaðu
frælsis- og mannarættindini.
Verður hetta rættarstøðan í
Føroyum, sum Føroya Rættur
staðfesti í dóminum 2. mai, so
vil eg meta, at rættartrygdin hjá
borgarum og fólkaræðið í Føroyum
er álvarsliga í vanda. Hetta tí, at so
kann útinnandi valdið í Danmark
og í Føroyum – undir veingjabreiði
heimastýrislógarinnar
–
avtala
hvat sum helst viðvíkjandi herdari
lóggávu mótvegis borgarum í Før
oyum, sum sami borgari er avskorin
frá at royna í rættinum, hóast §§ 3
og 63 í grundlógini tryggja øllum
borgarum – eisini føroyingum -
møguleikan, at royna mál av prin
sipiellum- og serligum slag í rætt-
inum mótvegis lóggevandi- og
útinnandi valdinum.
Ein tílík rættarstøða, sum Føroya
Rættur leggur fyri dagin í sambandi
við burturvísing av grindalógini,
har borgarin í Føroyum ikki kann
royna prinsipiell og herd viður
skifti í einari lóg, sum er avtala
millum
danskar
og
føroyskar
myndugleikar, kann gerast dóms
fordømi innan onnur málsøki eitt
nú heilsu-, sosial- og almannamál,
sum eru stór málsøkir við nógvum
rættartrygdarligum atlitum mót
vegis borgarum.
3. Grindalógin er eitt
trygdarpolitiskt mál,
men verður ikki viðgjørt
sum eitt tílíkt mál
Grindalógin er samtíðis eitt trygd
ar- verjupolitiskt mál, tí lógin
er gjørd við tí endamáli, at fyri
byrgja, at útlendskur djóravernd
arfelagsskapur hevur møguleika
til, at skapa ótryggleika og hótta
samleika og mentan í Føroyum við
at mótmæla grindaveiðu. Mynd-ug
leikarnir hava tí handfarið málið í
totalverjuhøpi, sum er samstarvi
millum
hernaðarvaldið,
sivilar
landsmyndugleikar og politiið.
Á lóggávuøkinum hava mynd
ugleikarnir latið gjørt grindalógina
og nú eisini eina herda kunngerð
sambært lóg um trygd á sjónum.
Hetta eru alt tiltøk, sum hoyra til
ein nútímans trygdarpolitikk. Av
bjóðingin – ella kanska trupulleikin
- er bara tann, at útinnanin av
trygdarpolitikkinum
er
danskt
málsøki, atknýtt beinleiðis til yvir
valdi hjá statinum Danmark mót-
vegis fólkasamfelagnum Føroyar.
Verjan av sínum yvirvaldi og
rættinum
til
trygdarpolitikkin
forðar fyri, at danski staturin setir
í talu, at føroysk samfelagsvirðir,
mentan og umdømi eru hótt, tí
tað vil viðføra, at Føroyar sum
land má hava ein meira virknan
og sjálvstøðugan trygdarpolitikk.
Líkasum ein statur hevur fokus á at
verja sítt yvirvald (suverenitet), so
hevur eitt fólkasamfelag fokus á at
verja sín samleika og sína mentan.
Í sambandi við ger av grinda
lógini merkir tað, at ístaðin fyri
at Fólkatingið gjørdi broytingar
um herdar inntrivsheimildir hjá
politinum í donsku rættargangs-
lógini, sum skipar viðurskiftini hjá
politinum, so velur Fútaembætið
í samstarvi við Fiskimálaráðið, at
seta herdu inntrivsheimildarnar
beinleiðis í grindalógina. Á henda
hátt verða ásetingar úr danskari
lóggávu, sum hoyra til ein nútím
ans trygdarpolitikk, og sum eru á
markinum til grundlógartryggjaða
persónliga frælsi, sett inn í føroyska
lóggávu ígjøgnum bakdyrnar, og
uttan at grindalógin verður við
gjørd í einum trygdarpolitiskum
samanhangi og av røttum lóggávu
myndugleika.
4. Umboð fyri vøldini
standa saman um at
burturvísa málið
Víðfevndu
inntrivsheimildirnar
hjá politinum í grindalógini verða
í hoyringssvarið til Fiskimálaráðið
góðkendar og blástemplaðar av
advokati, sum av Føroya Rætti
er settur til at verja nøkur av út
lendsku
djóraverndarfólkunum,
sum eru skuldsett og dømd sam
bært somu inntrivsheimildum í
grindalógini. Hetta er at blanda
saman viðurskiftini hjá útinnandi
og dømandi valdinum til bága fyri
rættartrygdina hjá borgarum, tí
greiður skilnaður millum tey trý
vøldini – lóggávu-, útinnandi- og
dømandi valdið – er ein grund
leggjandi fortreyt í einum samfelag
– eisini tí føroyska - sum byggir á
fólkaræði og rættartrygd.
Dómurin tann 2. mai um burt
urvísing av málinum við uppá
haldinum um, at grindalógin er
ógildug, skal tí eftir mínum tykki
síggjast í ljósinum av einum trygd
ar- og valdspolitiskum samanhangi
í viðurskiftunum millum Danmark
og Føroyar, sum grindalógin er
blivin ein partur av og har út
innandi- og dømandi valdið – við
lóggávuvaldinum sum áskoðara
- standa saman um ikki at viðgera
innihaldið í málinum.
Greining – burturvísing av grindalógini
frá rættarskipanini setir fólkaræðið og
rættartrygdina í Føroyum í vanda
Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum
Samgongan
lumpar føroy
ingar: Føroyar fáa
einki burtur úr
EFTA-limaskapi, tí
EFTA-samstarvið fevnir als ikki
um fisk, ið framvegis er mest
týðandi útflutningur Føroya
Fullveldispolitikarar pikka aftur
á dyrnar hjá EFTA, men longu
frammanundan er greitt, at hetta
fer ikki at gera Føroyar ríkari.
EFTA er nevniliga ein deyð sild.
Samstarvið í felagsskapinum fevnir
als ikki um fisk, ið framvegis er
Føroya mest týðandi útflutningur.
Har er einki at fara eftir.
Upp í saman trútta fjølmiðlar,
at EFTA-limaskapur gevur somu
atgongd til innara marknaðin í ES,
sum ES-limalond hava.
Hetta er skeivt.
EFTA-limaskapur byggir á so
nevndu EBS-avtaluna, og hon
gevur IKKI frían handil við ES.
Um Føroyar vóru EFTA-limur,
so hevði einki verið broytt, og før
oyskar fyritøkur skuldu – akkurát
sum nú – goldið toll fyri at útflyta
fiskavørur á ES-marknaðin.
Júst tað sama er galdandi fyri
EFTA-londini Ísland og Noreg.
Sostatt er EFTA-manøvran hjá
samgonguni signalpolitikkur og í
besta føri heit luft.
Hvat vil Sambandsflokkurin?
Vit vilja gera Føroyar ríkari
við at útvega føroyskum fyritøk
um fríhandil við ES. Tá fara Før
oyar at útflyta matvørur heldur
enn rávøru, og tá kann út-flutn
ingsvirðið, sum í dag er uml. 6 milli
ardir krónur, í øllum førum tví
faldast.
Løgtingið hevur longu – ein
mælt – samtykt uppskotið hjá Sam-
bandsflokkinum um, at landsstýrið
skal fara í samráðingar við ES um
fría atgongd til ES-marknaðin.
Tá kann inntjeningin til Føroya
økjast, nýggj arbeiðspláss skapast
og vælferðin tryggjast.
Landsstýrið eigur at halda seg til
tað, sum Løgtingið hevur avgjørt.
Føroyar skulu ikki bindast upp í
ein felagsskap, sum einki gevur.
Tað hevði klætt 14. september-
samgonguni at sagt satt og fylgt
Løgtingsins vilja, og tað hevði sømt
seg fyri fjølmiðlar at borið før
oyingum røtt tíðindi.
EFTA er ein deyð sild
KJAK