Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 39 Broyting av umhvørvisflokking í býarskipanini og byggisamtyktini fyri C2 øki, matr. nr. 193e og 193d í Norðragøtu Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit. Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 6. juni 2016 til og við 27. juni 2016 á kommunuskrivstovuni. Lysing av verandi byggisamtykt: Matr. nr. 193e og 193d er øki beint innanfyri rundkoyringina til Fuglafjarðarvegin og Leirvíkar-vegin inn til Leirvíkstunnulin. Verandi ásetingin fyri C2 økið hevur umhvørvisflokking 2 og 3. Lýsing um broytingina í byggisamtyktini: Broytingin í Norðragøtu fevnir um vinnuøki C2 sum fær nýggja umhvørvisflokking 4, sum heimilar at hava bilverkstøð við sproytikabinu á økinum. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juli 2016. Skip til yvirlits troling eftir makreli fyri Havstovuna frá 27. juni til 24. juli 2016 Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar. Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 2.500 tons av makreli er ætlað at fíggja yvirlits­ trolingina. Kvoturnar kunnu fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verða lætnar sum eginkvotur. Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst niðanfyri. Freistin at svara er týsdagin 7. juni 2016 við telduposti til hav@hav.fo Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða vald út og verða síðani biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt lítlan) part av kvotuni, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði. Tíðarskeið: Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 27. juni til 24. juli 2013. Fyrsta vikan verður brúkt til fyrireikingar og siglt verður væntandi 3. juli. Henda kanningin verður gjørd sum partur av eini felags kanning, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka. Krøv til skipið í sambandi við kanningina: Ekkólodd: Simrad EK(ER) 60 kHz lodd við bæði 38 og 200 kHz splitbeam botnum. Skipið skal hava tóvmegi til at tóva við flótitroli (Vónin 832 m) í vatnskorpuni við upp til 5 míla ferð. Reiðskapur: Eitt (Vónin 832 m MULTPELT) flótitrol við tilhoyrandi útgerð. Lemmar: Injector F­15, 6 m2, 2300 kg. Trolveirur: Skipið skal hava flótiveir (Dynema ella líknandi, í minsta lagi 500 m), av tí at tóvað verður í vatnskorpuni. Gjørligt skal eisini verða at tóva djúpari við somu útgerð. Skipið skal hava Scanmar og/ella Marport dekks­ eind og sensorar, ið skulu brúkast til at máta ymsar parametrar á trolinum/lemmunum. Skipið skal hava koyggjupláss til fimm fólk frá Havstovuni (fýra kømur). Kanningarumhvørvið umborð: Tað skal vera gjørligt at standa innandura og taka prøvar av veiðuni. Her skal borðpláss (100x60 mm) vera til mátibretti og elektroniska vekt. Internetsamband skal vera umborð, við eini vælvirkan­ di LAN skipan. EK60 teldan og arbeiðs teldurnar skulu hava samband við netið umborð. Á brúnni skal verða arbeiðspláss til tveir granskarar at sita við skriviborð at viðgera tølini frá ekkóloddunum. Útreiðslur í sambandi við kanningina: Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, kann roknast við útreiðslum á umleið kr. 600.000,00, ið skulu fíg­ gjast yvir kvoturnar, t.e. í sáttmálanum millum Havst­ ovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar í sambandi við túrin fevna um ymsa útgerð í sambandi við kannin­ garnar, umframt aðrar útreiðslur í sam bandi við siglin­ gina og til viðgerð av data og prøvum, tikin umborð. Endaligu útreiðslurnar verða uppgjørdar eftir túrin. Umsóknin skal sendast til: Havstovan (hav@hav.fo) Nóatún 1 100 Tórshavn Att: Erling í Liða www.hav.fo Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 1.6.2016 hevur givið loyvi til at panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum skuldu verða goldin innan 1.6.2016, verða innheintaðar við panting. Farið verður undir pantingina tann 13.6.2016 TAKS www.taks.fo Sosialurin 341800 Panting PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Jákup Meiner Johansen, Yviri við Strond 95, 100 Tórshavn, føddur tann 16. februar 1928, deyður tann 29. marts 2016, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 117/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 18. mai 2016. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Dagmar Andreasen, Yviri við Strond 95, 100 Tórshavn, fødd tann 13. august 1928, deyð tann 3. januar 2016, og fyrr deyða hjúnarfelaga Martin Sofus Andreasen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Paturson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 2/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 24. mai 2016. INNRAMMINGAR VIRKSEMI TIL SØLU TEL. 51 52 53