Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. JUNI 2016 40 SOSIALURIN 63 Pól Jóhannus Justinussen MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Elektrikari/ Fótbóltsspælari – Bústaður: Skála Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin? Havi altíð ynskt at veri professionellur fótbóltsleikari, og hevur tað verið mín størsti dreymur. Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn? Konufólk skal vita tað, at menn hava ikki somu tankagongd sum konufólk. Tað er ofta prógvað! Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin? At sum oftast er tað tey vaksnu, sum hava rætt í ymiskum tingum, at man sum vaksin mangan ynskir at vera eitt barn aftur, ístaðin fyri at blíva eldri og eldri, og at tey skulu bara njóta at vera barn. Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika? Tann seinasti dreymurin er heilt sikkurt tað, at eg eri blivin pápi, at einum soni… Um tú tordi, so hevði tú? Trimmað alt hárið av! Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? Um øll høvdu elska næsta sín sum seg sjálvan, so hevði tað heilt sikkurt lætt nógv um Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? Eg havi ofta hugsa um hvussu lítil verðin veruliga er. Tað seinasta, tú hevur lært, er at? Yvirhála bilar sum koyra seint beinanvegin, og ikki bíða. Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú? Eti bomm beint áðrenn songartíð. Enda setningin: Føroyar áttu: Ikki at gift samkynd. BAKSÍÐAN H ann kom brestandi inn í vertshúsið Kolibri í Vadsø heilt har uppi í ein landnyrðing í Noregi (góður humor at kalla eitt vertshús Kolibri í kavanum og myrkrinum). Vaksin maður, væl klæddur, ásýniligur, eitt sindur dandyman, silvur­ketu um hálsin, stíva kenning. Við barrdiskin fór hann at tosa við meg um eina hending á Balkan, har hann hevði verið hermaður. Friðar­ varðveitandi sjálvandi, sum tað kallast, tá Vesturheimurin sendir herfólk til onnur lond at drepa fyri at varðveita friðin. Teir høvdu skotið inn í ein barna­garð. Høvdu einki val, vistu ikki, um teir, sum teir skuldu drepa fyri at varðveita friðin, vóru inni har. Tað vóru teir ikki. Har vóru bara børn og námsfrøðingar. Og vit skutu, segði hann. Hetta nívdi hann illa, skiltist. Men hvat skuldu teir gera, teir vistu ikki betur? Teir noyddust at skjóta, fyribyrgjandi. Hann var sum aðrir, sum hava sæð Rambo ov ofta, og síðani fara út at berjast fyri fólka­ræðinum og frælsa heiminum, farin sjálv­boðin í kríggj. Steðgaði ikki leingi, eina øl, í Kolibri, so fóru hann og teir, hann var saman við, vinmenn kanska, út aftur í kava­kvøldið. Sá hann ongan­ tíð aftur teir fáu dagar, eg var í Vadsø. Shit happens í kríggi. Bjórnáðir eru marglæti heima hjá tær sjálvum. Tað vóru matnáðir eisini. Vóru, tí nýggjasta álopið frá heilsu­brigatuni er á okkum, sum eta einsamøll og kalla tað lívs­virði. Men nú er tað heldur ikki gott longur. Tað er ikki gott fyri sálar­ støðuna at eta einsamallur ella -møll. Vit skulu eta saman við øðrum. Vit skulu sum sagt eta og tosa, tosa við døgurðanum í munninum. Hoyra um sjúkur og sjúk fólk, meðan vit eta, tí í Føroyum tosa fólk ikki um annað, heldur ikki við mati í munninum. Uttan iva kemur hatta við ikki at eta í einingi úr Danmark. Haðani fáa við allar fremmandar ósiðir úr øllum londum oman yvir okkum. Tey høvdu eina ferð eitt í Danmark, tey kallaðu samtalekøkken. Eitt samtalekøkken er, sambært orða­bókini, ein stórur, opin køkur, hvor madlavning kan kombineres med socialt samvær. Eg meini tað. Fyrr søgdu tey, at fleiri kokkarnir eru, verri verður maturin. Men tað ræður bara um at tosa og tosa nógv, bæði tá maturin verður gjørdur og etin. Næstu boð frá heilsuprofetunum verður helst tað, at tú skalt ikki vera einasmallur/møll, tá maturin skal út aftur. Tað er so góð sálar­bót at hava onkran at tosa við júst sum á hinari bukkuni, sum øll sita á, teirri sosialu, sum byrjar við F. Eins høpisleyst og lívið er, líka so burtur úr vón og viti er at vaska vindeygu og skræða upp illgresi. Dagin eftir eru vindeyguni líka skitin aftur og ógrasið komið uppaftur. Og so er tað søgan um hann, sum drakk í so nógv og kom skít heim á miðjari nátt. Hetta gjørdist so við og við konuni ovboðið. Ongar bjórnáðir longur. Hon avgjørdi at gera okkurt fyri at steðga hesum óskili. Eina náttina, maðurin kom buldrandi heim í góðum lagi, stóð konan í myrku gongini. Í somu løtu, maðurin skáksigldi inn um útidyrnar, rópti kona: eg eri fanin, tín fani! Jú, men góðan morgun, segði hann, og tók í hondina á fananum, eg eri giftur við systur tínari. Kom innar og fá teir ein lítlan. Søgan stóð í einari skúlabók, eg hevði í enskum í Íslandi. Shake hands, I am married to Your sister. Lívið er sum skilst ov stutt til at eta í einingi. Men meira er at vaska upp, tá fleiri eta. Nú vit tosa um sálarbótina, At vaska upp er sálarbót. Men fólk hava maskinu at vaska upp. Ein maskina hevur onga sál. Veit ikki, um eg havi nakra sál, men eg vaski upp við hond. Og dagin eftir er alt skitið aftur. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Matnáðir geva sálarneyð